Janus Kamban sýnir fram

Afturlítandi framsýning

Listasavn Føroya
21. juni til 13. juli 2003


Janus Kamban er miðdepilin í føroyskari myndandi list eftir seinna heimsbardaga. Hann skipaði fyri fram-sýningum, eggjaði øðrum til, var vegleiðarin og álitið hjá heilum ættarliði av listafólki í Føroyum, altíð sannur, altíð høviskur og við tyngd í sínum orðum.
Í øllum verkum hevur Janus Kamban leitað eftir skapi, sum er sterkt og einfalt í senn. Hansara mynda-evni fram um annað er tað vanliga fólkið og gerandislívið, lítillátað og uttan nakran háva, kortini við duldari megi og stórari fynd. Hansara verk er úrslit av drúgvum og áhaldandi vilja at finna inn til tað, sum er føroysk roynd og kensla, og at bera tað fram í myndum loystar úr tíð.
Listasavn Føroya vil takka Janusi Kamban fyri hans-ara stóra og áhaldandi arbeiði føroysku listini at frama.
Listasavn Føroya
???????????????????




Janus Kamban
listamaður
myndahøggari og grafikari

Føddur í Tórshavn 10. september 1913

Útbúgvin á listaakademiinum
í Keypmannahavn 1932-35 og 1938-40,
sum næmingur hjá Einari Utzon-Frank, professara.

Fyristøðumaður í Listaskálanum 1970-1978

Meginverk, sum myndahøggari:
Móðurmálið, minnisvarði fyri
V.U. Hammeshaimb, Tórshavn 1948
Minnisvarði fyri J.P. Gregoriussen, Kvívík 1951
Kvøðarin, andlitsmynd 1951
Minnisvarði fyri teir sjólátnu, Skopun 1954
Søgumaðurin, Kommunuskúlin, Tórshavn 1957
Útróðrarmaðurin, minnisvarði í Vestmanna 1961
Maður og kona, Tórshavn 1972
Tróndur gamli, Gøtu skúli 1976
Jákup Dahl, Vágur 1978
Drongur tekur seyð, Eysturskúlin, Tórshavn 1981
Menn og bátar, Lágargarður, Tórshavn 1988
??????????????????????





Hondin úr Hellas



Tíðliga stígur Janus av tí traðkaðu gøtuni. Næstrafólkið man onkuntíð ilskast um hansara eginsinni. Men har hjálpa hvørki blíð ella bonsk orð. Eg giti, hann gongur og reikar, smádrongur, millum skøltarnar úti í Bakka ella fram við Eystaruvág, har bryggja verður bygd, og onkur týskur myntur, kanska frá Wallensteins tíð, glitrar í móruni.
Seinni er greitt, at hann longu tá hevði eyguni við sær. Hann fer út í heimin, slítur fjøtur og verður listamaður. Og tó er hann kunnugur við hitt siðbundna. Slekt, dans og vertskap. Hann, tann víðfarni, dugir sum fáur at tosa við heimafólkið, skyldfólk úr Skúgvi ella Húsavík, miðamannin í Havn. Sum er hann dømi um ein dialektikk, har frástøðan førir teg nærri tí sædda og útlegdin nærri tí heimliga.
Í høggmyndini býr andsøgn. Filmur er rørslunnar miðil fram um aðrar. Høggmyndin kveikir lív í eina mentan ella eitt tíðarhvarv. Janus evnar til útróðrarmannin við teggjuni, andbráðan, seyðamannin, fundvísan, Gøtutrónd, skipandi fyri Føroya fyrstu próvtøku. Men steinur ella bronsa hýsa eisini rørslu og fanga viðhvørt, neyvari enn filmur, núið. Og tí myndar Janus eisini dansiringin. Kvøðing og stev savna seg um tað fynduga ørindið, skipari og síðumaður eru sjóleysir, blunda, verða burtur í tamdari bergtøku, riptir úr tíð og stað:

Onkuntíð á Blálondum
tá leikti betur í horni.

Listin er bærilig, strong, stílførd. Men eystanfyri verður talað um yin og yang. Eisini í grafikki og litprenti sæst tann fasta, reina strikan. Men í tema, litfarra og tolking livnar eitt lýriskt bragd, ein mildleiki, ið er sjónskur, tí hann er óvæntaður, sum bros frá einum orðfáum sjógarpi. Hondin, sum tamdi tær mongu rørslurnar til sublima einfeldi, fegnast nú um mjúkan pollamjørka, gula sólar-renning, krokandi seyð.
Narcissos man vera tíðarinnar merki. Hvør sætar sær og sær seg sjálvan. Men Janus, sum býr í einingi, lurtar, vísir áhuga, gongur sínum næsta á møti uttan fordómar og fær tí vinir víða hvar og langt frá síni starvsgrein. Eisini sínum starvsfeløgum vísir hann áhuga, hóast hansara bersøgnu - men altíð kurteisligu - viðmerkingar neyvan altíð eru væl dámdar. Hann røkir teirra felag og teirra skála. Hann nemur av sínum eintingum kunnleika um list, mentunar-søgu og søgu, um mál og fornfrøði. Hann lærir seg franskt, so hann kann lesa Daudet, France, Camus og Sartre á teirra móðurmáli. Hann ger ferðir til París, Rómaborgar og Akropolis. Og alt hetta, og mangt annað, verður til eina goymslu, har mong anekdotan - fynduga søgd - bíðar eftir barnferð. Hvar finst tað góða lívið? Ikki, mælti Fromm gamli, í ogn, men í veran.
Havnin 1913 og Havnin 2003 eru ikki sami býur. Í tíðarslóð daga varðar, av mentunarligum, politiskum og vinnuligum slag. Teirra millum sæst Janusar fatti autografur: relieff og høggmyndir á húsum og torgum. Sum ein heilsan úr Europa. Ella Hellas.
Sum hevur Praxiteles, ella kanska Feidias, biðið ein av sínum næmingum givið høvuðsstaðnum í okkara váta, mjørkasveipta Ultima Thule eitt sindur tignarligari høvuðburð.
·????????????
Hanus Kamban