Stigini vóru tað týdningarmesta

B36 vísti eingi tekin um, at liðið er ávegis úr leikliga aldudalinum, men teir fingu trý sera kærkomin stig, tá teir mánakvøldið vitjaðu á Skála

Fótbóltur

Krepputosið var av álvara farið at gera um seg í B36. Stjørnusetti hópurin, sum frá mest sum øllum síðum varð kosin sum størsti FM-favoritturin hevur als ikki havt nakað glið á spælinum enn. Úrtøkan hevur eisini verið hareftir, og tí var talan um sanna botnuppgerð, tá B36 mánakvøldið fór inn á Skála at spæla.

Sannur botndystur
Botnuppgerðir eru í sjálvum sær týdningarmiklar og ikki minst truplar. Tí mest sum líka mikið, hvat felag talan er um í slíkum støðum, so ávirkar sálarliga trýstið aloftast, at leikarar gerast forkrampaðir, soleiðis at ilt er at fáa nakað samanhangandi spæl at koyra, og tíansheldur at skapa nakrar málmøguleikar.
Sæð soleiðis, so var einki at ivast í, at talan var um botnuppgerð. Sterkasta vápnið hjá Skála hevur hugartil í ár verið, at liðið er rættiliga væl skipað í verjupartinum, og tað var eisini fyrst og fremst hetta, sum hdenturin varð lagdur á mánadagin. Við at nýta ávíkavist Iulian Florescu og Petur Svavarsson í verjupartinum, var ætlanin ivaleyst eisini at styrkja um uppspælið, soleiðis at møguleikin fyri kvikum mótálopunum í størri mun skuldi verið til staðar, enn hann hevur verið tað higartil.
Tískil var tað ikki Skála ? og tað var kanska heldur ikki væntandi ? sum var spælstýrandi, men tað var hinvegin langt ífrá, at B36 var tað. Í eini roynd at styrkja um skapandi partin í spælinum hevði Ion Geolgau annars broytt uppstillingina nakað. Jens Kristian Hansen og John Petersen vóru at síggja á miðvøllinum, men tað var langt ífrá at hetta merkti so nógv. Jens Kristian er enn ikki komin nóg væl fyri seg eftir drúgva skaðasteðgin, meðan John fyri tað nógva tóktist rættiliga ómotiveraður. Nakað sum kanska júst er ein trupulleiki hjá stjørnusetta B36-liðnum, har stórur partur av leikarunum hava verið við til at vinna tað, sum vinnast kann í Føroyum, og tí kanska ikki eru til reiðar at ofra seg tey seinastu prosentini, sum ofta eru neyðug. Og í so máta styrkti tað avgjørt ikki um, at Jákup á Borg hetta kvøldið var burturstaddur í barnsburðarørindum.
Úrslitið av øllum hesum gjørdist, talan var um ein av teimum heilt linligu dystunum. Lítil ferð, illa umhugsað uppspæl, fáir mans niðan eftir vøllinum, og mest sum eingir málmøguleikar.
Veruligu atsóknir í teimum 90 minuttunum kunnu helst teljast á einari hond, og talan var eisini um meira ella minni tilvildarliga roynd, tá forloysandi málið hjá B36 kom. Ein langur bóltur varð sendur úr høgru niðan í brotsteigin, og har var Heðin á Lakjuni hægri enn Eugen Voda í Skála-málinum, og við høvdinum stýrdi hann bóltin inn í manntóma málið.
Tað lá ongan tíð í luftini, at Skála skuldi koma afturíaftur. Beint eftir B36 málið varð Iulian Florescu rikin av vølli fyri at hava tikið beinini undan Julian Johnsson, og tað gjørdi sjálvandi ikki fortreytirnar hjá Skála betri. Einar tvær ferðir var tó vandi á ferð við deyðbóltsstøðum, men meira enn tað gjørdist talan ikki um, og tá B36 heldur ikki fekk stórvegis á skaftið, so kundi tað neyvan enda øðrvísi.

Stigini telja
Fyri Skála merkir tapið, at teir framvegis eru niðastir á stigatalvuni við ongum stigi. Í sjálvum sær ikki nøkur nøktandi støða, men enn eru allar alarmklokkurnar tó ikki farnar at ringja. Hóast væntandi málini, so hevur spælið verið á eini leið, og enn hevur liðið at kallað bert leikt móti teimum, sum eru ætlað til eina topp-plasering.
Hjá B36 kundi sigurin ikki fjala, at liðið enn er í einum leikligum aldudali. Einki er tó at ivast í, at sigurin mundi kennast sum ein stór forloysing hjá teimum. Ikki minst tey trý stigini, sum hava við sær, at liðið nú næstan hevur samband upp til oddin.
At talan so ikki var um tað poleraða spælið hesaferð man koma í aðru røð í so máta. Nú hava leikarar og venjarar í øllum førum tryggjað sær arbeiðsfrið í tvær vikur, og til ta tíð fæst so at síggja, um betri olja er fingin á maskinuna ella ikki.

Dysturin í tølum
Skála-B36 0-1 (0-0)
0-1: Heðin á Lakjuni
Dómari: Suni Johansen: Hevði ikki stórvegis trupulleikar at hava tamarhald á teimum fáu illstøðum, sum tóku seg upp.

Skála: Eugen Voda ? Petur G. Svavarsson, Arnold Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu ? Bogi Gregersen, Alexandar Jovevic, Pauli Hansen, Alexndur Johansen ? Sveinur Justinussen, Jonhard Frederiksberg
B36: René Tórgarð - Allan Mørkøre, Fróði Clementsen, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør ? Julian Johnsson, Klæmint Matras, John Petersen, Jens Kristian Hansen ? Sonni Johansen, Heðin á Lakjuni