vinnulívinum, so kemur ein 35% skattur aftrat, sum er tann sami, sum er galdandi fyri annan kapitalvinning sum so. Vit mugu tí ansa sera væl eftir, at vit ikki gera nakrar lógarreglur, sum gera, at tað [...] skattalóg, sum bara byggir á eitt einstakt mál. Tað kann blíva rættiliga kompliserað. Tað kunnu vera feløg, einstøk skip ella onnur, sum hava loyvi frá landinum at selja alibrúk og landbrúk og so mangt annað [...] skapa karmar fyri tí. Man kann ikki gera eina skattalóg, sum bara byggir á einstøk dømi. Hvat við øllum hinum! Er hetta byrjanin til eisini at innføra skatt av øllum øðrum so sum ognarskatt spyr formaður
teir báðir. Tá teir verða spurdir, um tað ikki bara kann ganga niður á bakka hesa tíðina eftir sigurin í Stokkhólmi, siga teir, at tað fyri so vítt kann vera rætt, men teir hugsa ikki soleiðis. Fyri kortum [...] proffesionellir menn, sum sita yvirav okkum. Teir vita júst, hvat tað snýr seg um, og teir eru fryntligir sum fáir. Skiftast um at tosa, og í allar mátar er tað sum at práta við nakrar, sum tú hevur kent alt [...] Olsen beiggjarnir eru ikki heilt ungir longur, so tað kann virka rættiliga nærliggjandi at spyrja, hvussu verður við framtíðina hjá teimum báðum. Teir hava sum so ikki nakrar planir uttan at royna at halda
her -Hetta er so nýtt fyri meg eins og tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, ið vit skulu til at finna út av. Og tað skal ikki vera nakað dulsmál [...] -Eg var so heppin fyri nøkrum árum síðani bara at vera millum ensktalandi í Bretlandi í meira enn níggju mánaðir. Umframt tað vit hava lært á maskinmeistaraskúlanum, so hevur hetta verið mær ein góð ballast [...] fer at vera tað í framtíðini eisini. Ta sannroynd heldur nýggi oljumálaráðharrin ikki, at vit skulu undirmeta. Men vit mugu heldur ikki vera blind fyri at sanna, at oljuvinnan eisini kann gerast ein týðandi
Hóast Baldur heldur, at tað ikki er so torført at vera stakur uppihaldari í Føroyum, sum summi vilja vera við, viðgongur hann, at ávísar tíðir á árinum kann tað veruliga vera trupult og strævið. Serliga ju [...] ar hava góð fólk rundan um seg: - Nú eri eg so heppin at hava foreldrini, tríggjar beiggjar og góð vinfólk, sum altíð hava hjálpt mær nógv, so eg kann bara ímynda mær, hvussu strævið tað er hjá teimum [...] uppihaldarum, sum fjølmiðlarnir javnan varpa ljós á: - Sjálvandi eru tað nógv, sum veruliga hava torført við at fáa endarnar at røkka saman sum stakir uppihaldarar, men í summum førum er tað eisini bara grenj
tað ikki er ein innilæst kreppa, sum hevur verið á veg í fleiri ár, og har tekningarnar bara hava verið dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. -Vit hava so mong dømi í søguni um, at tað er ein ella onnur [...] uppá spæl kann man loyva sær at spyrja, um man hevur røkt frælsisskylduna sum so. Spurningurin er, um man ikki er farin ov langt. Løgmaður viðgongur, at tað, sum nú hendir í Miðeystri er ein óhugnalig [...] onnur kanska ikki so álvarssom hending, sum útloysir óavmarkaðar atfinningar ella støður. Taka vit fyrsta verðinskríggj, so var tað eitt morð í Sarajewo, sum útloysti tað. Tað er ein útrúligur munur á mentanum
vísir á, at kravið frá Starvsmannafelagnum fyri at fáa ein 2 ára sáttmála var 12% og ein nýggj lønarskipan. Ein slík skipan kostar umleið 2%, so man er komin uppá 14% yvir tvey ár. Tey kosta umleið 180 [...] verða vit so noydd antin at hækka skattin ella siga fólki upp. Har vita vit, at eingin ynskir meira í skatti ella at verða uppsagdur. Og ynski hvørki at vera tann, sum sigur fólki upp ella sum skal hækka [...] ímóti limunum í Starvsmannafelagnum, sum jú eru hansara egnu starvsfólk. Eg kenni tað tí soleiðis, at tað kemur bert ein einvegis boðskapur út sigur Karsten Hansen, sum við hesum m.a. sipar til síðu 2 í
ríkidømi, sum vit í minsta lagi kunnu geva víðari til komandi ættarlið. Man kann næstan ikki vera so heppin, sum vit eru. Vit eiga eina bankabók, sum nú er fiskur. Vit fáa so eina aftrat, sum er olja. Tað [...] fólkini. Vit vilja so fegin vera ein fiskivinnutjóð, men eg eri vísur í, at kemur eitt stórt oljuvirksemi, so hvørvur fiskivinnan. Hermann Oskarsson heldur, at skulu vit hava oljuvinnu, so eiga vit ikki at [...] eitt fólk frá, sum røkir heimamarknaðin. Vit hava ikki ein gang bústaðir til fólk sum er ella kunnu veita tær neyðugu vælferðartænasturnar. Tú skal taka tey úr fiskivinnuni. Tað er ein trupulleiki at umstilla
verið stórur 1.floksnæmingunum, so sluppu tey bara at vera í skúla ein tíma hósdagin. Í gjár skuldi veruliga skúlagongdin byrja. Í alt 36 børn ganga í skúlanum í Kaldbak, so nýggi bygningurin kom í tøkum [...] í bólkum. Frálíkt samstarv Kaldbaksskúlið er ein av teimum smærru skúlunum í landinum. Fyri at tryggja, at skúlin kann veita somu undirvísingarmøguleikar sum skúlarnir í miðstaðarøkinum, hevur leiðslan [...] sonnum ein stórhending fyri alla Kaldbakbygd. Sonja Schneider er ovurfegin um, at loksins kann regluliga skúlagongdin byrja aftur í einum snotuligum bygningi. ? Eg havi leingi havt bygningin sum eina tekning
á tingi, sum umboða Havnina, gera so lítið fyri hetta økið. -Tað er ein sannroynd, at vit verða mótarbeidd av tinginum. Ein skal heilt aftur til Kjartan Mohr´sa tíð fyri at finna tingmenn, sum vildu Havnini [...] gongd um nøkur ár. Spurningurin er so, hvar útgerðarhavnin skal liggja og hvør skal gera tað av. -Vit hava gjørt eina íløgu á Sundi, sum kann fáa bein at ganga á, um ein komandi útgerðarhavn verður løgd [...] eitt umhvørvi fyri fólk við útbúgving, so tey kunnu støðast uttan fyri Havnina. Sum nú er koma tey bara til Havnar, tí her er umhvørvið og her eru størvini. Sum vælegnað til útgerðarhavn. Útgerðarskip
ikki nýtast at arbeiða longur. Hetta er tað, sum vit mugu ansa so væl eftir. Ein íløga er kanska ikki tað ringasta. Tað ringasta er lívsháttur ella ein vón, sum vit ikki uppá longri sikt hava basis fyri. [...] oljuleiting og harvið ein møgulig oljuvinna ikki bara nakað tú letur upp dyrnar fyri og síðani letur alt upp til tilvildina. Løgmaður er nevniliga samdur við tey, sum siga, at vit eiga at vera sera varin og fylgja [...] harvið at minka mest møguliga um negativu árinini av eini fyri Føroyar so stórari vinnu. -Tað er ikki bara bara positivt. Vit mugu vera ómetaliga árvaknir. Tað skulu nevniliga sera sterkir politikarar til