finna fram til, hvørji orð eru komin uttaneftir inn í føroyska málið. Kanningin fevnir um tíðarskeiðið miðøld til nútíð (sluppir og trolarar). Fyrilesturin verður hildin á ein óformellan hátt og soleiðis [...] nakað burturúr. Sum flestu sjómenn og føroyingar annars vita, eru nógv orð umborð á skipi tikin beinleiðis úr enskum máli. Hetta hevur serliga verið galdandi fyri sluppir og trolarar (t.d. »skailett« »stima« [...] at keypa ritgerðina hjá Tórða »English loanwords in Faroese«, og at fáa hana signeraða, um tað er ynskiligt. Henda bók er júst útkomin, og kemur ein føroysk umseting einaferð í vetur. Felagið Høganes verður
alt tað, sum hendi í Føroyum frá 1992 og frameftir, var væl og virðiliga lagt til rættis frammanundan, og at talan sostatt var um eina danska ráðagerð ímóti Føroyum og føroyingum. Eg sipaði til bankakreppurnar [...] »færøgruppen« og ymiskum donskum ráðharrastovum, tá arbeitt varð við ráðagerðini, sum hevði til endamáls at sleppa tí stóra syndaranum (DDB) undan og ístaðin at skuldarbinda føroyska landskassan og harvið føroyska [...] eina frágreiðing, soleiðis at núlivandi og komandi ættarlið av føroyingum fáa at vita, hvat veruliga fór fram í ríkisfelagsskapinum í tíðarskeiðnum frá 1992 og frameftir. Teir skylda okkum eisini tað,
var bláur, og søti angin av hveita var í luftini. Velturnar við teimum ljósabrúnu hveitastubbunum vóru heilt frá landinum og nærum inn í Zhengzhou... Av teimum spentu fólk-unum, ið gingu og mólu í gøtunum [...] rungaðu sum eitt. Kropparnir sprell-aðu og duttu framyvir og boygdu seg, hvør á sín hátt niður í grasið..... Fólkamongdin Knappliga komu fólk í hópatalið frá bakkunum og stúgvaðust saman. Fremstu røðini brutu [...] brutu seg ígjøgnum løgregluketuna og til líkin. Tey støðgaðu tá tey sóðu smálutirnar, men trýstið aftanífrá gjørdist so mikið at nógv vóru skumpaði fram og noyddust at traðka á líkini. Nøkur duttu á tey
fluttu eisini Elspa og Hanus Hansen, Daniella og Ólavur Davidsen, og Davia og Emil Davidsen, til Æðuvíkar. Hetta, at fara burtur í óbygt øki og bróta upp úr nýggjum kravdi bæði áræði og styrki. Eingin ivi man [...] framgongd og økt persónligt frælsi. Fiskiflotin gjørdist alsamt størri, og fólkatalið vaks í stórum. Húskallar og arbeiðskonur fóru av gørðunum og inn í tað nøggju vinnuna. Teir fóru við sluppunum, og tær arbeiddu [...] handakraft og tátíðar amboðum. Tún vórðu løgd og garðar vóru lagaðir, ikki við kranabili ella lyftigreyðum, men við likamsevnum teirra. Og fram vaks bygdin, íð byrjaði við fyrstu niðursetufólkunum og mentist
Møller og Jes Søderberg. Bjarne Hansen heldur tað er týdningarmikið at skilja millum Mærsk Contractors og so Mærsk Olie og Gas, tí tað er henda seinna fyritøkan, sum stendur fyri oljuleiting og framleiðslu [...] møguleikar at vera við her eins og aðrastaðni í heiminum. Men tað er sjálvandi ikki nakað, sum bara teir eru harrar yvir. Hetta veldst fyrst og fremst um, hvat oljufeløgini siga og vilja. Tað eru tey, sum gera [...] gjørdist hann sølustjóri og í 1981 tók hann við sum fyrisitingarstjóri í Mærsk Air. Bjarne Hansen dylur ikki fyri, at hann hevur verið ómetaliga glaður fyri at havt Føroyar sum arbeiðsøki, og tað er heldur ikki
sløg av myndlist, frá acryl- og oljumálningar, grafikmyndir og akvatinte, til náttúru- landsslagsmyndir og abstraktar expressionistiskar myndir. Framsýningin er opin til og við 19. oktober. Allar dagar [...] Sólmundur var við á ólavsøkuframsýningini seinast, og tað var fyrstu ferð hann hevur framsýnt. Arngerð Joensen er vand listakvinna, og hevur fingist við at tekna og mála frá hon var smágenta. Hon hevur skipað [...] listaframsýningum gjøgnum árini, og hevur luttikið á nógvum skeiðum um málninga- og teknilist. Í løtuni undirvísir hon í Kvøldskúlanum í Havn. Á framsýningini eru 35 myndir, og tað er nóg mikið til at prýða
gjørdar í samstarvi millum tingnevndir og Landsstýrið, og um lógin ikki varð so væl orðað, so bar altíð til at stýra við kunngerðum. - Í dag sita landsstýrismenn og smíða lógir á hvør sínum øki, uttan at [...] riggar væl, men tingmenn og landsstýrismenn skulu læra at brúka lógina, sigur Annfinnur V. Hansen. Hann heldur at byrjunartrupulleikar hava verið t.d. í samskiftinum millum Landsstýrið og Løgtingið. - Tað kemst [...] Annfinn V. Hansen. - Hava tinglimir og politikarar annars fingið nóg holla vitan um, hvussu nýggja skipanin skal brúkast? - Tingformenn o.V. Hava fingið lutvíst innlit og lógin var fyri í tingmannanevndini
alt annað enn fegin um ta viðferð, sum tey, og viðskiftafólkini hjá Almannastovuni fingu - serliga frá fólkaflokstingmonnunum, Jørgini Niclasen, Óla Breckmann og Rúnu Sivertsen, tá fíggjarlógin var til viðgerðar [...] Rúna Sivertsen, fólkaflokstingmaður úr Klaksvík nýtti eisini fyribrigdi sum verdug og óverdug treingjandi, óforskyld og sjálvforskild neyð. Hon visti eisini at siga, at hugburðurin í dag fullkomiliga er [...] at tey, sum arbeiða á Almannastovuni als ikki kenna lógirnar og reglugerðirnar, sum eru galdandi. Alt hetta hevur fingið økið í starvsfólk og leiðslu á Almannastovuni, sum harðliga vísa aftur hesum ákærum
herferðir móti egnu skattaborgarum tykkara, og móti starvsfólkum, sum í seinasta enda eru tykkara egnu, siga teir við politikararnar. At enda siga teir: ? Vit og starvsfólk okkara fara eisini framyvir at [...] at koma við niðrandi viðmerkingum um starvsfólk á Almannastovuni, hava Bjarni Vilhelm, almannastjóri og Bergur Berg, viðskiftastjóri hesar viðmerkingar: ? Almannastovan hevur ikki varhugan av, at fólk ella [...] viðskiftafólki. Tá tað ræður um starvsfólkni á Almannastovuni siga teir: ? Beint mótsat tí ført verður fram á tingi, veit leiðslan á Almannastovuni, at vit hava dugnalig, hart arbeiðandi starvsfólk, ið leggja
fer fram er, at tey sum arbeiða inni á Almannastovuni slett ikki kenna til lógirnar og reglugerðirnar, sum eru galdandi. Vit sum starvsfólk á Almannastovuni taka hesar ákærur ógvuliga álvarsliga og undra [...] innihaldi. Hvørji eru tey, sum eru óverdugt trongjandi og selvforskyldt í sínari støðu og misbrúka almannaskipanina. Hetta mugu tit trý definera og um so er, at tað finnast fólk, sum eru óverdugt trongjandi [...] stórt misbrúk fer fram innan almannaøkið, tí at nøkur fáa stuðul, sum ikki hava rætt til stuðul, meðan onnur ikki fáa tann stuðul tey hava rætt til. Her vóru fyribrigdi brúkt sum verdug og óverdug trongjandi