Trý fólka sýna fram Í Smiðjuni hesa vikuna

Tey hittust í sambandi við skeið í myndlistamáling - lærari og næmingar, og hava seinastu tvey árini arbeitt seg fram til endaliga at skipa fyri framsýning við umleið 35 myndum, sum eru at síggja í Smiðjuni í Lítluvík frá 14. - 19. oktober. Allar dagar frá kl. 17 til 20

Arngerð Joensen, lærari, við sergrein at undirvísa í málningalistini, skipaði fyri tveimum árum síðan fyri skeið á MBF.

Har hittust tær báðar Hervør Guttesen í Bø og Arngerð Joensen, saman við manninum Sólmundi. Hervør var so fegin um skeiðið í málningalist, at hon bað Arngerð koma vestur til Bíggjar at skipa fyri skeið.

Seinni fóru tær báðar á Holbæk Kunsthøjskole eitt summarið, og tá byrjaðu tær at tosa um at skipa fyri framsýningini, sum nú er veruleiki.

Hervør hevur ikki áður framsýnt í Havn, men hevur tó verið við í framsýning á Vestanstevnuni.

Sólmundur var við á ólavsøkuframsýningini seinast, og tað var fyrstu ferð hann hevur framsýnt.

Arngerð Joensen er vand listakvinna, og hevur fingist við at tekna og mála frá hon var smágenta. Hon hevur skipað fyri nógvum listaframsýningum gjøgnum árini, og hevur luttikið á nógvum skeiðum um málninga- og teknilist.

Í løtuni undirvísir hon í Kvøldskúlanum í Havn.

Á framsýningini eru 35 myndir, og tað er nóg mikið til at prýða báðar hæddirnar í Smiðjuni.

Talan er um ymisk sløg av myndlist, frá acryl- og oljumálningar, grafikmyndir og akvatinte, til náttúru- landsslagsmyndir og abstraktar expressionistiskar myndir.

Framsýningin er opin til og við 19. oktober. Allar dagar frá kl. 17 - 20.