Tað er ein maður við drúgvum royndum í Føroyum, sum tekur við einum av teimum mest týðandi leiðslustørvunum í AP Møller samtakinum, nevniliga stjóri í Mærsk Contractors.
Hann eitur Bjarne Hansen og hevur staðið á odda fyri flúgvingini hjá Mærsk uppá Føroyar í mong ár. Bjarne Hansen sigur við Sosialin, at hann hevur havt tilknýti til Føroyar í meira enn 26 ár. Tað var í 1970, at teir fóru undir at flúgva uppá Føroyar. Í byrjanini var hann marknaðarleiðari. Síðani gjørdist hann sølustjóri og í 1981 tók hann við sum fyrisitingarstjóri í Mærsk Air.
Bjarne Hansen dylur ikki fyri, at hann hevur verið ómetaliga glaður fyri at havt Føroyar sum arbeiðsøki, og tað er heldur ikki av tilvild, at júst Føroyar eru fyrsta staðið hann vísir eftirmanni sínum. Teir báðir hava júst verið á vitjan í Føroyum.
Bjarne Hansen fer ikki frá sum stjóri í Mærsk Air fyrr enn um árskiftið, men hann hevur kortini tikið við ábyrgdini fyri Mærsk Contractors frá 1. september.
Talan er um eina stóra avbjóðing. Meðan Mærsk Air hevur 3000 fólk í arbeiði og hevur ein árligan umsetning uppá einar 1-2 milliardir kr. , hevur Mærsk Contractors 5000 fólk í arbeiði og ein umsetning uppá 3-4 mia. kr.
Við nýggja starvinum kemur Bjarne Hansen nærri ovastu leiðsluni í risastóru AP Møller konsernini. Hann flytur frá skrivstovuni í Dragør til høvuðsbygningin á Espladen í sjálvum hjartanum í Keypmannahavn.
Vil vera við í Føroyum eisini
-Nú hevur tú havt nógv samband við Føroyar og føroyingar. Ein møgulig føroysk oljuvinna stendur fyri framman. At ovasta leiðslan í AP Møller hevur útpeikað teg til stjóra í Mærsk Contractors er tað tí, at hon sær stórar møguleikar fyri at vera við í eini føroyskari oljumenning!
-Djúparu orsøkirnar til at eg eri settur í hetta starvið kenna bert Mc. Kinney Møller og Jes Søderberg.
Bjarne Hansen heldur tað er týdningarmikið at skilja millum Mærsk Contractors og so Mærsk Olie og Gas, tí tað er henda seinna fyritøkan, sum stendur fyri oljuleiting og framleiðslu. Mærsk Contractors er sum orðið eisini minnir á ein kontraktorfyritøka, ið ger uppgávur fyri oljufeløg.
Mærsk Contractors telist millum teir stóru borioperatørarnar í heiminum. Fyritøkan eigur umleið 60 boripallar, boriskip ol., sum arbeiða kring heimin. Einstakir av teimum eru leigaðir út til Mærsk Olie og Gas.
Hóast lítið kent í Føroyum, so var tað Mærsk Contractors, sum fekk litið upp í hendi uppgávuna at bora í Lopra í fjør.
Bjarne Hansen dylur ikki fyri, at hann hevur eina velduga vitan um føroysk viðurskifti, og hon fer sjálvandi at vera honum til stóra hjálp í nýggja arbeiðinum. Hann vónar, at tað fer at koma eitt virksemi í føroyskum øki, soleiðis Mærsk Contractors eisini fær møguleikar at vera við her eins og aðrastaðni í heiminum.
Men tað er sjálvandi ikki nakað, sum bara teir eru harrar yvir. Hetta veldst fyrst og fremst um, hvat oljufeløgini siga og vilja. Tað eru tey, sum gera av, hvørji borifeløg tey vilja brúka á føroyskum øki.
-Eg vóni sjálvandi, at oljufeløgini eisini fara at brúka okkara boripallar, okkara boriskip og allar tær tænastur, sum Mærsk Contractors annars hevur at bjóða.
-Men kann Mærsk Contractors klára seg í kappingini við onnur borifeløg um at skula bora á djúpum vatni við Føroyar?
-Avgjørt. Vit eru við mest sum alla staðni í verðini, har borað verður. Og eru vit eisini við í menningini av teimum nýggju flótandi framleiðsluskipunum. Talan er um oljutangaskip, sum eru umbygd til flótandi verksmiðjur. Mærsk Contractors rekur í dag tvey slík skip í Norðsjónum, eitt fyri Shell og eitt fyri Conoco.
Bjarne Hansen sigur, at Mærsk Contractors fer at fylgja væl við gongdini í Føroyum og fer eisini at bjóða upp á tær uppgávur, sum verða. Men tað eru oljufeløgini, sum gera av, hvørji borifeløg tey vilja brúka.
Hava ikki framíhjárætt
Uppá fyrispurning um avtalan millum Føroyar og Danmark, ið sigur, at danskar fyritøkur skulu fáa uppgávur í eini føroyskari oljuvinnu, um tær eru kappingarførar, fer at gera, at Mærsk Contractors longu uppá forhond hevur fingið eitt bein innan fyri í Føroyum sigur Bjarne Hansen, at henda avtalan hevur ikki so nógv at siga fyri teir.
-Eg havi skilt avtaluna soleiðis, at føroyingar altíð skulu kanna, um danskar fyritøkur sum eitt nú Mærsk Contractors eru kappingarførar. Tað verður ikki talan um nakra preferansustøðu, og tað eigur tað heldur ikki.
-Nú hevur tað verið frammi í Føroyum, at orsøkin til at Mærsk Contractors fekk boriuppgávuna í Lopra var nettup ein preferansustøðu, tí her var talan um eina danska fyritøku!
-Hetta er undan míni tíð í fyritøkuni, og eg kann tí ikki úttala meg um tað. Eg eri vaksin upp við fríari kapping og haldi, at hon er best fyri okkum øll. Tí trúgvi eg ikki, at danskar fyritøkur, sum ikki eru kappingarførar, fáa nakrar fyrimun av tí avtalu, sum er gjørd millum landsstýrið og stjórnina.
Bjarne Hansen sigur, at føroyingar eiga bert at prioritera danskt, um tað er kappingarført. Føroyar skulu so sanniliga røkja síni egnu áhugamál. Eru danskar fyritøkur kappingarførar so er tað frálíkt, men eg rokni ikki við at hvørki føroyingar ella útlendsku oljufeløgini fara at taka donsk feløg, um tey ikki eru kappingarfør.
-Nú vil onkur helst minna teg á tína tíð í Mærsk Air og spyrja, hví tú ikki skal ganga ikki fyri monopolstøðu í sambandi við Mærsk Contractors, tá tú var fegin um ta monopolstøðu, sum Mærsk Air hevði flúgvingini uppá Føroyar í síni tíð?
-Eg haldi tað er skeivt at siga, at vit í Mærsk Air vóru fyri at halda fram við einum monopoli. Tað er rætt, at Danir Air hevði monopol. Men hetta var so broytt. Longu frá 75 høvdu føroyingar møguleika at vera við.
Vit spurdu Bjarne Hansen, hvat hann heldur um útviklingin á føroyskum øki í sambandi við eina møgu-liga oljuvinnu!
-Eg veri stórliga bilsin, um tað ikki fer at koma eitt ávíst virksemi, tá ein sær, hvussu stórur áhugin fyri oljufeløgunum er. Bjarne Hansen sigur annars, at eftirspurningurin er boripallum hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Umleið 98% av øllum boripallum eru í nýtslu í dag, so tað er ikki nógv orka tøk sum er.
Tað verða tó bygdir nógvir nýggir boripallar og fer Mærsk eisini at byggja boripallar.
Bjarne Hansen sigur, at tað sjálvandi er fyrst og fremst upp til oljufeløgini, hvat verður gjørt við Føroyar men sum stjóri í Mærsk Contractors fer hann at fylgja væl við gongdini í Føroyum, eitt nú hvørji oljufeløg eru her og hvørki fara at koma aftrat. Hann ætlar sær at fáa ein góðan dialog við oljufeløgini, so-leiðis at tey kenna Mærsk Contractors.
Bjarne Hansen ivast ikki í, at olja finst við Føroyar. Hann ber ikki ótta fyri, at ein oljumenning skal oyðileggja hetta samfelagið. ? Eg haldi, at føroyskir myndugleikar hava brúkt tíðina væl fyri at síggja, hvørji mistøk eru gjørd aðrastaðni og hvussu ein kann læra av hesum.