Lærarin Liu Fong Da, sá í 1983 hópavrætting og skrivaði seinni frágreið-ingina ?Avrættingardagur í Zhengzhou,? ið var al-mannakunngjørt 1986. Henda hópavrætting var bert ein av fleiri, sum liður í herferð hjá stjórnini um at minka um kriminalitetin í Kina.
?Tað var ein klárur heitur morgum tann 23. september í Norðurkina. Himmalin var bláur, og søti angin av hveita var í luftini. Velturnar við teimum ljósabrúnu hveitastubbunum vóru heilt frá landinum og nærum inn í Zhengzhou...
Av teimum spentu fólk-unum, ið gingu og mólu í gøtunum, sá eg, at bøndur og arbeiðara, studentarnir og tey lítlu børnini í Zhengzhou leingi høvdu vitað, at í dag var avrætting-ardagur.
Seinni metti eg, at nærum helvtin av fólkunum í bý-num - uml ein hálv millión fólk - vóru farin úr arbeiði, skúlunum. Fólk stóðu sam-anstúgvaði har, sum pláss var eftir gonguteigunum, á trappusteinunum, og við út-hurðarnar.
Tú hoyrdi eitt róp imillum tær fýra breytirnar í høv-uðsgøtuni: ?Nú koma tey!? Beinanvegin stóðu øll still. Fólk stóðu á tærnunum, og smábørn sótu á akslunum hjá pápunum.
Høvuðssjónin kom bein-anvegin: 45 opnir lastbilar, hvør aftaná øðrum, akandi einans átta km/t... fremst í hvørjari last, beint aftaná førarahúsið, stóð ein deyða-dømdur maður bundin við togendum... og helt einum stórum skelti. Ovast á hvørjum skelti stóð ákæran: ?Tjóvur? ?drápsmaður? ?Neyðtøkubrotsmaður.? Á niðaru hálvuni stóð navnið á viðkomandi, omanyvir tí var ein stórur reyður kross-ur...
Fíra kilometrar uttanfyri býin breiður ein turka á seg út til eina maisveltu. Heilt út til kantin á turkaðu ánni veksur mais, ið er mans-hædd. Fólkarúgvan, ið fylgdi við bilunum troðk-astu og trampaðu maisi við ánna niður. Eg fylgdi við og hugsaði við mær sjálvum, ?Hví traðka vit á mat fyri at síggja fólk verða dripin??
Avrættingin
Knappliga fóru tríggjar rakettir til himmals... nú vóru teir ákærdu førdir oman gjøgnum rampan, enn høvdu teir skeltini. Summir kláraðu ikki at standa av bangilsi, teir vóru dragsaðir upp á pláss...
Umaftur fóru tríggjar raketir upp í luftina. Tveir løgreglumenn vóru aftan-fyri hvønn fanga, og tving-aðu teir niður á knæ, síðani fóru løgreglumennirnir til síðis. í takt fóru 45 løgreglu-menn í grønum búna og settu riffluna uml. 30 senti-metrar aftanfyri nakkan á fangunum.
Tey 45 skotini rungaðu sum eitt. Kropparnir sprell-aðu og duttu framyvir og boygdu seg, hvør á sín hátt niður í grasið.....
Fólkamongdin
Knappliga komu fólk í hópatalið frá bakkunum og stúgvaðust saman. Fremstu røðini brutu seg ígjøgnum løgregluketuna og til líkin. Tey støðgaðu tá tey sóðu smálutirnar, men trýstið aftanífrá gjørdist so mikið at nógv vóru skumpaði fram og noyddust at traðka á líkini. Nøkur duttu á tey. Ein maður við síðuna av mær misti skógvarnar. Børn skríggjaðu tá tey sóðu blóð ella beinrestir. Eg fekk blóð á skógvarnar. Fyri at verja líkin, tók ein løgreglumaður ein raðfestan pela og skumpaði eitt sindur av heilavevnaði upp á skelti, og helt soleiðis fólk burtur við hesum. Tey stúgvaðu seg saman í ein runding, um fýra fimm metrar frá hon-um...
So var sýningin liðug. Allastaðnis í Kina í sep-tember og oktober vóru tað líknandi sýningar. Her í Zengzhou vóru tað tvær sovornar afturat... Í Kina hava nógv gitt, hvussu nógv vóru dripin í tí gylta heyst-inum 1983. Onkur heldur 80.000 onnur 150.000... men hetta eru einans giting-ar.?
*