Politikarar hava valt ikki at loyva okkum at bøta um viðurskiftini

Sigur leiðslan á Almannastovuni. ? Um tingmenn meta, at onkur skipan ikki virkar sum hon skal, eru tað bara teir, ið kunnu gera nakað við tað: Broytið lógirnar, siga Bjarni Vilhelm, stjóri og Bergur Berg, viðskiftastjóri

? Í sambandi við at tinglimir undir viðgerðini av fíggjarlógini gera sær dælt av at koma við niðrandi viðmerkingum um starvsfólk á Almannastovuni, hava Bjarni Vilhelm, almannastjóri og Bergur Berg, viðskiftastjóri hesar viðmerkingar:

? Almannastovan hevur ikki varhugan av, at fólk ella bólkar av viðskiftafólki yvirhøvur gera alt tey kunnu fyri at fáa almannaveitingar. Tvørturímóti bíða fólk oftast ríkiliga leingi, áðrenn tey søkja.

Eingin skipan er betur enn so, at hon kann misnýtast. Almannastovan hevur tó ikki varhugan av, at tey eru mong, su royna at misnýta skipanina, eru viðmerkingarnar, teir báðir hava viðvíkjandi viðskiftafólki.

Tá tað ræður um starvsfólkni á Almannastovuni siga teir:

? Beint mótsat tí ført verður fram á tingi, veit leiðslan á Almannastovuni, at vit hava dugnalig, hart arbeiðandi starvsfólk, ið leggja meira í arbeiðið, enn nakar kann vænta ella krevja av teimum.

? Eyðvitað eru starvsfólkini ov fá, og karmarnir tey virka undir ov vánaligir, men hetta ber ikki í sær, at viðskiftafólk ikki fáa ta hjálp, tey hava rætt til.

? Hesi viðurskifti eru politikarar væl kunnaðir um, men hava valt at lata vera við at geva okkum møguleika fyri at bøta um tey.

? Er tað hinvegin so, at tinglimir meta at onkur skipan ikki virkar sum hon skal, ella at hjálparskipanir vænta, (sum stjórarnir sjálvir meta) so hava júst tit sum tinglimir best hugsandi møguleiikan fyri at gera nakað við tað, eru boðini frá Bjarna Vilhelm, stjóra og Bergi Berg, viðskiftastjóra:

? Broytið lógirnar!

Annars halda teir, at hetta hevði sømt politikarunum munin betur enn at nýtt tingsins røðarapall til herferðir móti egnu skattaborgarum tykkara, og móti starvsfólkum, sum í seinasta enda eru tykkara egnu, siga teir við politikararnar.

At enda siga teir:

? Vit og starvsfólk okkara fara eisini framyvir at gera okkara besta fyri at umsita tær skipaninir, tit hava samtykt, sum frægast, siga stjóri og viðskiftastjóri á Almannastovuni.