Fólk á Almannastovuni eru alt annað enn fegin um ta viðferð, sum tey, og viðskiftafólkini hjá Almannastovuni fingu - serliga frá fólkaflokstingmonnunum, Jørgini Niclasen, Óla Breckmann og Rúnu Sivertsen, tá fíggjarlógin var til viðgerðar nú um dagarnar.
Fólkaflokstingmenninir søgdu, at stórt misbrúk fór fram innan almannaøkið, tí at summi fingu stuðul, sum ikki eiga at fáa stuðul, meðan onnur, sum hava rætt til stuðul, einki fáa.
Rúna Sivertsen, fólkaflokstingmaður úr Klaksvík nýtti eisini fyribrigdi sum verdug og óverdug treingjandi, óforskyld og sjálvforskild neyð. Hon visti eisini at siga, at hugburðurin í dag fullkomiliga er kollveltur, soleiðis at tey sjálvforskyltu fáa meira, tí tølini á fíggjarlógini eru óhugnaliga stór, tá tað kemur til forsorg.
Sum grundgeving varð nýtt, at tey, sum arbeiða á Almannastovuni als ikki kenna lógirnar og reglugerðirnar, sum eru galdandi.
Alt hetta hevur fingið økið í starvsfólk og leiðslu á Almannastovuni, sum harðliga vísa aftur hesum ákærum.