útgoldin í dag, er ongantíð framførd í mun til tær prís- og lønarbroytingar, sum eru framdar síðani 1959. Hetta er eitt álvarsmál, og hetta er okk-ara mál og við at gera nakað við hetta, og soleiðis vilja [...] eg má siga natúrliga, at tað er javnaðarflokkurin, sums tendur fyri skotum. Tað er rætt, at okkara flokkur er broyttur frá tí tíðini, tá teir stóru persónligu leiðararnir stóðu á odda fyri javnaðarflokkinum [...] sum eru komin, er tað ein fyritøka fyri tað vanliga fólkið at fáa at vita, hvat teirra rættur er. Her hevur javnaðarflokkurin ikki nóg væl vart tey vunnu rættindi, og her er tað, at okkara flokkur her
smaðurin, at arbeitt verður miðvíst við at fáa Dúgvuna at sigla um Leirvíksfjørð alt árið, og at pengar eru settir av á fíggjarlógini til hendan rakstur. Hendan ætlan er tó treytað av, at ymsar ábøtur [...] skilt, at í hesi nevnd hevur verið uppá tal, at fáa Ternuna at sigla í pendulfarti um Leirvíksfjørð allan dagin, frá morgni til seint á kvøldi fyri at nøkta tann tørv, sum er á leiðini. Og líkt er í øllum [...] Ferðslan um Leirvíksfjørð er økt so nógv seinastu árini, at Ternan er vorðin ov lítil til at nøkta tørvin, og vandi er fyri sonnum ruðuleika, tá hon kemur aftur í sigling um einar tvær vikur. Rúna Sivertsen
bygningurin, og tað er arbeiðið. Og so er lætt at sláa fast, at hóast arbeiðið er danskt, soleiðis at skilja, at danir rinda prestalønirnar, so eru bygningarnir føroyskir. Tað er soleiðis, at føroyska kirkjan [...] Tað er ikki rætt av kirkjuni altíð at siga, at tað er so ringt og trupult at koma í samband við fólk, sigur Uni Næs. Her má kirkjan venda tí við og spyrja seg sjálva, hvat hon so kann gera fyri at fáa [...] vali. Til samanberingingar kann nevnast, at í Danmark er áhugin fýrfalt so stórur. Har vóru 16% á vali. Og danir taka hetta í so stórum álvara, at vanligt er, at eisini politisku flokkarnir stilla upp til
evni tykist at vera, sum ikki er nóg áhugavert til at kunna halda einum serblaði uppi, um tað so er at binda flugur upp á sílatráður ella at ala hundalond rætt til góða matgerð. Stóra evnið er kortini tey [...] fólkini og heimsins stjørnur, og hetta tilfarið er so stórt, at her er ikki nógmikið við tjúkkum vikubløðum, her má tann gula pressan ella gølupressan hjálpa til fyri at metta tey svongu dag um dag. Paperazzi [...] tað vísir seg, at myndugleikar og dómstólar eru ógvuliga varnir við at brúka lógina, fyri ikki at fáa pressuna ímóti sær. Fjølmiðlarnir er eitt veruligt vald, og vald hevur lyndi til at finna annað vald
møguleiki er, at hon er gift onkrar aðrar staðir, og ein annar møguleiki er, at hon, sum fleiri ungar gentur tá í tíðini, er farin til Danmarkar. Og so er tað sjálvandi tann møguleikin, at hon er deyð. Tað [...] einki at ivast í, at tey har Heimi hava hjálpt teimum at fáa húsini upp. Lívsins uppihald Ognarleys høvdu ikki nógv at velja í tá í tíðini. Tey vóru fegin um, at tey høvdu so frægt til dagin og vegin, at tað [...] tykkum. Og vit seta sjálvsagt prís uppá, at Símun Hansen framdi hetta bragdið. Tá tað kemur til ættina aðra staðni í landinum er gott at hava aðrar skilamenn at spyrja seg fyri hjá. Teir eru fleiri, og
Vanligt er, at blind ferðast í kollektivari ferðslu, tað vil siga við bussi ella skipi. Men tað er ein sannroynd, at illa hevur borið til hjá brekaðum yvirhøvur at ferðast í Føroyum. Eftir at hava tosað [...] socialpolitikkur og lagdur undir socialmál. Tað er alt gott um tað at siga, men tað er eisini tann vansin, sum ofta hevur víst seg, at økið verður so stórt, at okkurt fellur burtur ímillum. Fara vit hinvegin [...] ábyrgdina av, at ljóð er á ljóskurvunum, so tann blindi kann vita, nær hann skal fara yvir um vegin. Tað er ikki meiningin, at sociala nevnd skal taka sær av tí. Samferðslan Tann blindi er bundin at ørðum í
Vit gingu út frá at málið fór at verða nærri viðgjørt seinni. Men av tí at samgongan beint eftir hetta varð umskipað varð tað av ongum. Her er sostatt talan um, at landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum, Anfinn [...] frammanfyri. Men hetta gjørdi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini bað um at fáa eina viðmerking, og Anfinn Kallsberg segði, at sjálvuppgávan nú verður automatiserað í slíkan mun, at longu frá komandi [...] fólkaflokkurin aftur ábyrgd. Og m.a. fekk hann júst hetta málsøki at umsita. Hann fekk ábyrgdina av fíggjar- og skattamálum. Higartil er bert tað hent, at vanligir skattgjaldarar, ið áður skuldu lata ska
ført hetta valskeiðið, sum tú sjálvur hevur sitið á tingi? Bjørn á Heygum, um tú ert tann Robin Hood, sum veljarin helt teg vera, so hevði tú beinanvegin kunnað sæð, at tað er tann reini ørskapur, at nakað [...] Vág hava verið gjørdar óteljandi royndir fyri at lata flakavirkið uppaftur, men tað er sum at rena høvdið ímóti kirkjubømúrinum við fullari ferð, og hetta úrslitið kann so eingin vera í iva um. Ert tú [...] num, tá ið tilfeingið er so lítið, at bert 3 ella 4 flakavirki tilsamans skulu vera í øllum landinum. Havnin ýður av mappumonnum, og har liggur øll umsitingin eisini, sum ger, at milliónir av krónum floyma
Endamálið við kanningunum er at vita, hvar olja lekur upp úr undirgrundini við tí fyri eygað at staðfesta, hvar møguligar oljugoymslur kunnu vera. Hetta skal so hjálpa oljufeløgunum at finna fram til júst hvar [...] Sosialurin skilur, at bretska felagið, hevur fingið eina áheitan frá einum av bólkunum av oljufeløgunum, sum er virkin á Føroyaøkinum, um at gera hesar kanningarnar. Hon váttar at tað eru eini 3-4 feløg [...] nakað um, hvat vit síggja, men kann tó siga so mikið, at vit hava fingið nakrar sera góðar upptøkur. Eisini hava vit verið sera heppin við veðrinum. Flogfarið er útgjørt við sera framkomnari útgerð, sum
sum støðan er. Hinvegin vil hann siga tað, at skal virksemið skerjast, er tað helst eina frægast at gera tað seinastu helvt í desember. ? Tann tíðin er rættiliga ineffektivur kortini av tí at so fá liggja [...] yvirlækni á skurðdeildini, sigur, at har er sama skilið. Eisini á skurðdeildini verður neyðugt at spara fitt av pengum, sigur hann. Hann sigur, at talan er m.a. um at lata B 3, sum eisini verður nevnd [...] hann. Skurðviðgerðir útsettar Hetta ver so í sær, at neyðugt verður at skerja virksemið svarandi til tað. Tvs, at neyðugt verður at útseta ætlaðar skurðviðgerðir til virksemið er komið í sína vanligu legu