Sum tíðin gongur henda broytingar í tí vanliga lívinum, og tað tykist sum um hetta eisini er galdandi á tí politiska økinum, um vit geva okkum far um tað, sum ta seinastu tíðina hevur verið ført fram, so mugu vit sanna, at nakað er í tí, ið skrivað hevur verið. Tað er, og eg má siga natúrliga, at tað er javnaðarflokkurin, sums tendur fyri skotum.
Tað er rætt, at okkara flokkur er broyttur frá tí tíðini, tá teir stóru persónligu leiðararnir stóðu á odda fyri javnaðarflokkinum. Teir stóðu stinnir og vóru í veruleikanum teir, sum bygdu okkara flokk sum ein flokk, ið stóð sum verjan fyri tey veikastu í okkara samfelag. Tíðin er broytt, og umstøðurnar eru kanska ikki tær somu nú sum tá, men sjálvt um tíðirnar eru broyttar, so er framvegis brúk fyri nøkrum, sum taka ta uppgávuna og sum er ein stór uppgáva, tað at syrgja fyri, at tey veikastu í okkara samfelag ikki verða gloymd, ella tað, sum verri er, verða viðgjørd á ein slíkan hátt, at tey ikki hava dirvi at krevja sín rætt.
Við teimum stovnum og teimum ráðgevum, sum eru komin, er tað ein fyritøka fyri tað vanliga fólkið at fáa at vita, hvat teirra rættur er. Her hevur javnaðarflokkurin ikki nóg væl vart tey vunnu rættindi, og her er tað, at okkara flokkur her og nú skal gera vart við, hvat vit ætla á tí sosiala økinum. Vit skulu gera tað lættari hjá tí vanliga borgaranum at fáa síni mál framd. Tað skal ikki bara vera soleiðis, at skyldurnar skal borgarin vita av, men tann rætt, sum hann eigur, hann er mangan torførur at fáa fram. Her mugu henda broytingar. Javnaðarflokkurin má enn einaferð føra fram, at hann fyrr sum nú er einasti flokkur, sum veruliga ger nakað fyri okkara veiku, og at hann eisini nú fer at kanna eftir, hvussu vit kunnu fremja eina broyting í okkara pensiónsskipan, og hetta er ein álvarsligur spurningur, nú verandi samgonga við verkamannafylkingini sum undangongu vil fremja tiltøk, sum vilja skerja tann rætt, ið varð framdur av okkara undangongumonnum. Vit mugu her og nú seta eina kanning við tí fyri eygað at framrokna pensiónsupphæddina til tað, hon eigur at vera eftir tí grundupphædd, sum var tá skipanin bleiv skrásett í 1959. Tí við teimum broytingum, sum eru framdar frá almennari síðu eisini meðan vit hava umsitið hesi øki, so er upphæddin ongantíð førd fram til ta upphædd, sum hon eigur at vera. Tað eru gjørdar broytingar í lønarlagnum, sum hava ført við sær broytingar í livikostn-aðinum, men fólkapensiónin er ikki framførd á sama hátt, og hetta er nakað, sum okkara flokkur má gera nakað við og føra fram sum ein part av okkara politikki. Vit fara at gera broytingar í fólkapensiónsskipanini tann rætta vegin, tí tann upphædd, sum verður útgoldin í dag, er ongantíð framførd í mun til tær prís- og lønarbroytingar, sum eru framdar síðani 1959. Hetta er eitt álvarsmál, og hetta er okk-ara mál og við at gera nakað við hetta, og soleiðis vilja vit vísa, at okkara flokkur aftur er á beinari kós. Tað er neyðugt at hava ein flokk, sum verjir vunnin rættindi, serliga nú fólkaflokkurin við buktini og báðum endum roynir at fremja eina nýggja skipan við einari trygging fyri tey, sum hava møguleika at gjalda og so skulu hini bara klára seg sum best. Veruleikin er tann, at ongantíð meira enn nú er brúk fyri einum javnaðarflokki, sum byggir á tey gomlu grundfestu sjónarmiðini: verjan av vunnum rættindum og tryggleiki fyri tey veikastu í samfelag okkara.










