Tað hendir nógv meira í føroysku fólkakirkjuni, enn nógv fólk ganga runt og halda, sigur Uni Næs, sum er sóknarprestur í Vestmanna og í Vágum.
Men tað ber ikki til at rokna við, at alt arbeiðið skal liggja á presti einsamøllum, heldur hann.
Tí vónar hann, at vit fáa dagførdu kirkjulógirnar í gildi í Føroyum, soleiðis, at meira ábyrgd og avgerðarrættur verður lagdur út til kirkjuráðini.
Føroyska kirkjan er donsk, fáa vit ofta at vita. Men tað eru tvey høvuðsting innan kirkjuna, sum fólk kanska ikki dagliga hugsa um, sigur Uni Næs. Tað eru bygningurin, og tað er arbeiðið.
Og so er lætt at sláa fast, at hóast arbeiðið er danskt, soleiðis at skilja, at danir rinda prestalønirnar, so eru bygningarnir føroyskir.
Tað er soleiðis, at føroyska kirkjan í 1996 kostaði 27 milliónir krónur at reka. Av hesum rindaðu føroyingar 15 milliónir, meðan danir rindaðu hinar 12 milliónirnar.
Danski parturin av rakstrinum fer til at halda prestagarðarnar, og til lønir til biskup og prestar. Umframt raksturin av stiftstjórnini. Rakstur av biskupsgarðinum og tí fyrisiting, har til hoyrir.
Føroyski parturin fer til sjálvar kirkjubygningarnar, sum tað lokala kirkjuliðið sjálvt eigur.
Tað er, sum sagt, kirkjuliðið, sum eigur og rekur kirkjuna. Har kirkjuskattur er, verður raksturin rikin við honum, og har eingin kirkjuskattur er, má peningurin so fáast inn annan veg, sigur Uni Næs, sóknarprestur.
Vit hava ein grunn, sum nevnist Kirkjugrunnurin, har Løgtingið setir tríggjar milliónir í árliga.
Hesar tríggjar milliónirnar verða so brúktar til viðlíkahald av kirkjunum uttan, til nýbygging og umbyggingar. Men tað, sum gerast skal innan í eini kirkju, er uppgávan hjá kirkjuráðnum at fáa pening til.
So tað eru so sanniliga eisini føroyskir pengar, sum brúktir verða til donsku kirkjuna í Føroyum.
Kirkjuráðið
Vit hava eitt kirkjuráð til hvørja kirkju í landinum. Og tað er kirkjuráðið, sum skal taka sær av at menna og styrkja tað andaliga arbeiðið, sum gjørt verður á staðnum. Bæði hvat ytri karmum og innihaldi viðvíkur.
At sita í kirkjuráðnum er nakað, sum fólk mangan bara hava tikið sum eina samfelagstænastu at kalla.
Og lítli áhugin fyri hesum starvi speglast aftur í valluttøkuni, tá val er til kirkjuráðini fjórða hvørt ár.
Hesi val eru skipað eins og kommunu- og løgtingsval, men luttøkan er at kalla eingin. Seinast, tá val var til kirkjuráð, vóru ikki fleiri enn fýra procent av teimum, sum vælrætt høvdu, á vali.
Til samanberingingar kann nevnast, at í Danmark er áhugin fýrfalt so stórur. Har vóru 16% á vali. Og danir taka hetta í so stórum álvara, at vanligt er, at eisini politisku flokkarnir stilla upp til kirkjuráðsval í teimum størru býunum.
Men tað krevur ábyrgd at sita í slíkum starvi.
Uppgávurnar eru ymiskar, sum áliggja kirkjuráðnum.
Fyrst og fremst skal kirkjuráðið syrgja fyri, at karmarnir um kirkjuliga virksemið, eru í lagi.
Tað vil siga, at syrgja fyri, at til dømis kirkjubygningurin, sum kirkjuliðið eigur, er í góðum standi og kann brúkast til allar kirkjuligar handlingar.
Ein onnur uppgáva hjá kirkjuráðnum er at velja prest.
Og verður tað, sum tey, ið nú í fleiri ár hava arbeitt við dagføring av kirkjulógunum, ætla, fer kirkjuráðið at fáa víðkaðar heimildir og ábyrgd av tí virksemi, sum fer fram í og uttan um sjálva guðstænastuna, sigur Uni Næs.
Lógararbeiði
Frá tí, at vit fingu sjálvstøðugt biskupsdømi í Føroyum, hevur verið arbeitt við at fáa kirkjulógirnar dagførdar.
Tað hevur tikið drúgva tíð og kravt nógva orku. Tær kreftir, sum brúktar hava verið í føroysku kirkjuni hesi seinastu seks-sjey árini, hava verið brúktar til ytru karmarnar í kirkjuni. Og nú tykist vera komið undir land, og tað er gott, sigur Uni Næs.
Uni Næs ivast ikki í, at føroyska kirkjan einaferð verður yvirtikin, og tað heldur hann eisini vera rætt.
Tær gomlu kirkjulóginar, sum eru frá 1924 við einstøkum seinni broytingum, hava gjørt tað torført bæði hjá kirkjuráðum og øðrum kirkjumyndugleikum at arbeitt, heldur Uni Næs.
Og prestarnir hava ikki havt somu kor, sum donsku starvsfelagar teirra.
Í nýggju, donsku lógunum er meira ábyrgd løgd út á kirkjuráðini, sigur Uni Næs, og tey hava eisini størri fíggjarligt frælsi, enn tey føroysku hava.
Til dømis stendur í lógini, sum galdandi er í Føroyum, at kirkjuskattur bert kann nýtast til rakstur av kirkjuni, og ikki at byggja kirkjur fyri, sum onkur kundi ynskt.
Tá nú hevur verið arbeitt í so langa tíð við hesum lógunum, heldur Uni Næs, at rætt hevði verið, at vit fingu hesar upp á pláss, áðrenn aðrar broytingar verða gjørdar. Hann heldur tí, at uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um yvirtøku av fólkakirkjuni eigur at bíða, til hetta stóra lógarkompleksið er farið at virka.
Hendir tað, at hesar lógarbroytingarnar ikki koma í gjøgnum nú, tí eitthvørt kanska órógvar, eru vit í somu støðu sum í 1924, og tað er ógvuliga óheppið, heldur Uni Næs.
Men eftir, at dagførdu kirkjulógirnar eru settar í gildi, eiga vit beinan vegin at fara undir uppskotið hjá Signari á Brúnni, sigur hann.
Starvsfólk
Kirkjan hevur ávísar tænastur so sum hospitalsprest, deyvaprest og sjómanskirkju.
Og so er spurningurin, um kirkjan í hasum andanum kann útbygja meira og nærkast fólkinum, sigur Uni Næs.
Eftir nýggja lógaruppskotinum fáa kirkjuráðini størri frælsi at seta onnur fólk í starv enn bara prestin.
Í Danmark eru sonevndir sóknarhjálparar. Hesi eru við til at styrkja tað kristiliga arbeiðið á staðnum, bæði kirkjuliga og sosialt. Hetta verður eisini lønt yvir kirkjuskattin.
Og til ber at gera annað eisini.
Tað eru kanska 85% av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Men tað koma kanska bara eini 10% av hesum í kirkju regluliga. Og tað er alt ov lítið, heldur Uni Næs.
Og so kann ein spyrja, hví soleiðis er?
Innihaldið í kirkjuni
Vit hava eina skipan í okkara kirkju, sum ikki eigur at vera órørilig, sigur Uni Næs. Tað má kunna bera til at kjakast um hetta.
Uni Næs heldur, at tað ber væl til at broyta ymiskt í vanligu guðstænastuni, uttan at kirkjan missir sítt innihald. Eitt nú at lata leikfólk lesa tekstir, sum gjørt verður aðrastaðni.
Tað eru møguleikar fyri øðrum guðstænastum enn teirri vanligu hámessuni, sigur Uni Næs.
Tað er ikki rætt av kirkjuni altíð at siga, at tað er so ringt og trupult at koma í samband við fólk, sigur Uni Næs.
Her má kirkjan venda tí við og spyrja seg sjálva, hvat hon so kann gera fyri at fáa fólk at koma í kirkju. Og tað eru ymiskir møguleikar til tess.
Barna-, ungdóms- og familjuguðstænastur eru vanligar manga staðni. Og í Vestmanna, har Uni Næs er prestur, verður eisini hildin ein árlig ítróttarguðstænasta. Eisini er vanligt at tey gomlu hava eina adventsguðstænastu, sum fyriskipað er í góðum samstarvi við heimahjálpina.
Sangurin
Og so er tað sangurin, sum so mangan verður tosað um.
Tað eru mong, sum fýlast á, at sálmasangurin í føroysku kirkjunum er alt ov stirvin og keðiligur.
Hetta nýtist ikki at vera so, heldur Uni Næs.
Tað kann gott vera, at tað hevði kløkkað onkran, um nú knappliga eitt trummusett stóð frammi í kóri í kirkjuni.
Men hví ikki tað? Vit síggja tað jú í øðrum samkomum, og vit síggja eisini, at har eru nógv ung fólk til fundirnar. Kanska hevði tað verið við til at fingið fólk at komið í kirkju.
Tað kann gott vera, at tað virkar eitt sindur forpoppað, men kirkjan eigur at vera har, fólkið er, sigur Uni Næs. Og tá fólkið ikki kemur í kirkjuna, má kirkjan fara til fólkið. Og kirkjan má duga at kenna, hvat rørist í fólki, og hvat teimum dámar at hoyra.
Hann heldur, at um kirkjuráðini fingu størri møguleikar, var ein teirra at sett eitt fólk at tikið sær av sangi og tónleiki í kirkjuni burturav.
Tað hevði avgjørt verið ein máti at fingið guðstænastuna eitt sindur fjølbroyttari.
Men hugsa vit um at fara at broyta sjálva liturgiina, skulu vit vera eitt sindur meira varin, sigur Uni Næs. Tí tað skal ikki verða soleiðis, leggur hann dent á, at vit bara fara at broyta fyri broytingina skuld.
Tað er heilt avgjørt nógv gott at fáa í kirkjuni, og tað eiga vit at varðveita. Men tað ber til at fáa annað gott afturat.
Endamálið við øllum hesum er at gera sjálva hámessuna, sunnudagsguðstænastuna, til eitt gott upplivilsi, sum fólk fáa nakað burtur úr, sigur Uni Næs.
Vit eru øll kirkjan
Mangan verður ført fram, at kirkjan ger alt ov lítið fyri fólk uttan fyri vanligu sunnudagsguðstænastuna.
Hetta er ikki so, sigur Uni Næs. Kirkjan ger eitt rættiliga stórt arbeiði, sum fólk kanska bara ikki gáa um.
Uni Næs sigur, at hann roknar alt tað arbeiðið, sum kirkjuligir felagsskapir gera millum fólk, sum kirkjuligt arbeiði.
Tað fer eitt rættiliga stórt ungdómsarbeiði fram í nógvum missiónshúsum í landinum.
Fyri ikki at tala um allan sangin. Til dømis er hvørt ár sangskeið, sum Heimamissiónin skipar fyri. Hetta er tiltak, har hundraðtals fólk eru uppi í.
Uni Næs, sóknarprestur í Vestmanna, sigur, at tá missiónsfeløgini nevna seg Kirkjuliga Heimasmissión ella Kirkjuligt Missiónsfelag, roknar hann við, og leggur stóran dent á, at júst orðið kirkjuligt ber boð um, at hetta er arbeiði, kirkjan tekur undir við og styðjar.
Og hesi fólkini, sum hoyra til missiónsfeløgini, eru eisini partar av kirkjuliðnum. Kirkjuliðið eru vit øll, sum doypt eru, sigur Uni Næs.