- Á støðni er einki lív onkuntíð alduslettir Kyrt er í nátt Millum bátar ið standa á lunni er einans myrkrið eftir ið manar fram tað ið deytt er hægri og hátt - og havið er blátt Og tað er hitt sama myrkrið [...] óvanligar. Hann er eitt lot, hann er eitt spegl av øllum, sum er uttan um hann, og kanska er tað júst hetta, hann vil sum yrkjari: gávumildur at endurgeva alt tað skiftandi og marglitta, sum er eyðkent fyri [...] og sat eina viku út í eitt og týddi einar 25-30 yrkingar. Týðing er enduryrking - At týða er fyri ein stóran part at enduryrkja, og tað er tað, eg geri. Taki eg eitt nú eina yrking hjá Shakespeare og lesi
fýrverk? - Eg plagi at keypa eitt sindur saman við børnunum. Tey eru fimm í tali, og nú er tað bara Magnus, sum er 10 ár, sum hevur hug at keypa fýrverk saman við pápa sínum. Hini systkini eru 16, 17, 23 [...] — og so var. Hann er farin í Harrans hendur, men tað var av elli. Sanna, vermóðir mín, hevur eisini altíð verið heima hjá okkum gamlaárskvøld, men nú eru hennara spor tung, so tað er ikki meira, enn hon [...] Niðarugøtu, har røða verður hildin og bál tendrað, og her verður eisini sungið. Eftir hetta fara flestu familjurnar heim at halda nýggjár. Tá tað nýggja árið er skotið inn, verður heilsað upp á grannar, og tað
munur er á fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum. - Løgtingsvalið hevur nógv meira at siga fyri meg. Løgtingið er okkara hægsti myndugleiki, og tað er her í Føroyum, avgerðirnar verða tiknar. So har er stórur [...] við fólkatingsvalið. - Eg plagi at sita framman fyri sjónvarpið og fylgja við. Eg haldi altíð, at tað er spennandi at lurta eftir valúrslitinum. ##med2## Tvey onnur, sum akkurát eru komin út gjøgnum bakdyrnar [...] hvørja ferð, síðan hon var heilt lítil, og júst hetta heldur Sólrun Hentze hava stóran týdning. - Tað er av alstórum týdningi hjá okkum vaksnu at taka børnini við okkum á val. Tey gera ikki tað, vit siga
nevndur Gimpe, er formaður og eina landsnevnd, har Lassi Klein nú er formaður og Ása Olsen næstformaður. Næstformaður í starvsnevndini er Jan Joensen, sonur Asbjørn Joensen, sála. Landsnevndin er hægsti myndugleiki [...] hvar Føroyar sum fullveldi er havnað í ætlaða yvirtøkupolitikkinum, sum nú er á tapetinum, sigur hann: - Fullveldið er ein avgerð, sum Føroya fólk kemur at taka tann dag, tíðin er búgvin til tess. Tað, sum [...] fólk at skilja, at Sjálvstýrisflokkurin, sum er tann hóvligi flokkurin í miðjuni, er besta boð í føroyskum politikki. Okkara leiklutur í framtíðar politikki er eins týdningarmikil, og hann hevur verið farnu
Hann er drigin at sjálvvissuni og tí at vera sjálvbjargin uttan at skula hugsa um at taka atlit til trupulleikar hjá øðrum umborð. Men tað er ikki bara-bara at sigla einsamallur á opna havinum. Her ræður [...] sum tað skal, so er eingin at hjálpa tær, sigur Erik. ##med3## - Eg vil vísa hvussu sjólívið er Norski ævintýrarin greiðir frá um mottoið hjá sær " No Bullshit, just sailing!": - Tað er eitt lítið prik [...] økjum sum Karibien, har alt er so vakurt og perfekt. Men soleiðis er tað jú ikki á opna havinum. Eg vil vísa ta sonnu síðuna av lívinum á sjónum og hvussu tað veruliga er at sigla á opnum havi samanborið
munur ikki eigur at verða gjørdur á kvinnu og manni. Tá ið tað er sagt, haldi eg, at tað er ógvuliga spell, at hon er neyðug, men tað er hon vist soleingi landsins myndugleikar ikki arbeiða út frá henni [...] bera útreiðslurnar av ferjuleguni í Vestmanna. Eitt kjak, ið er frammi av og á og sum vísir, hvussu trupult tað er at reka eina kommunu, ið er so hart spent. Vit vinna og henda illsliga mánadagin seinnapartin [...] hóra undan, sigur Gunn Joensen. - Tað er sjón fyri søgn - eisini her í kommununi - , at kvinnur bera seg undan, tá ið tað snýr seg um at koma í nevndir og ráð. Kanska er tað tí, at allir fundir liggja aftaná
- Síggi eg rætt? Er tað ikki ein einsamøll kvinna, sum stendur har millum øll hasi mannfólkini og bøtir trol? Jú, mangur sjómaður og mangur áskoðari mundi helst ivast í tí, sum viðkomandi var vitni til [...] oman á virkið í hesum ørindum. Eydnan var við henni, tí fáar dagar seinni fekk hon arbeiðsboð. Tað er sjálvandi ikki av lættastu arbeiðum at bøta trol. Dagny varð tí í fyrsta umfari sett at arbeiða við [...] trolunum. Tja, kanska var hetta eitt arbeiði sum meiri var til eitt konufólk, sigur hon við einum brosi. Her arbeiddi hon í trý ár, áðrenn hon fór í skúla og læru innan hárfríðkanaryrkið. - Og nú gangi eg á
Floghavn er í løtuni farin undir at gjøgnumganga og eftirkanna tilboðini, so farast kann undir samráðingar um ein arbeiðstøkusáttmála. Eftir ætlan skal arbeiðið byrja, so skjótt sáttmálin er komin uppá [...] spentir. Og tað vóru trý onnur byggifeløg eisini, tá tilboðini vórðu latin upp seinnapartin í gjár. Her varð altso staðfest, at J&K Petersen hevði lægstu tilboðini uppá leingingina av flogvøllinum. - Vit [...] føroysk feløg kunnu saktans vera við í kappingini um størri arbeiðir, bæði í Føroyum og uttanlanda! Enn er ikki greitt, nær arbeiðið byrjar. Men tey hjá J&K Petersen Contractors eru í øllum førum til reiðar
tá tað var eitthvørt, ið tey ikki ynsktu at svara. Rosie Kunneke, ið er leiðari fyri átakinum á landi, og sum ákæruvaldið metir er umboðið hjá Sea Shepherd í Føroyum, valdi tó ein øðrvísi leist. Í staðin [...] Tað er ikki eitt krav, at fólk, ið eru ákærd í Føroya rætti, skulu svara teimum spurningum, ið verða settir í rættinum, og sostatt kann ein ákærdur nokta av svara einum spurningi. Hetta var ein rættur [...] danskari løgreglu, og verða roynd í einum donskum rætti. Eg viðurkenni ikki, at grindalógin hevur gildið her, og svari tí ikki nøkrum spurningi, segði Kunneke at enda. Rosie Kunneke helt eisini sítt orð, og svaraði
í Dali í Kollafirði. Nýggi stovnurin er ein samanlegging av fyrrverandi Búnaðarstovuni og Royndarstøðini. Stjóri á Búnaðarstovuni hevur verið Ari Johanneson, sum er farin í annað starv, og stjóri á Roy [...] stovninum fríggjadagin, og her nýttu eini 160 fólk høvi at hitta nýggja stjóran og hansara starvsfólk. Við móttøkuna var ymiskt gott at eta, og har var eisini okkurt leskandi, sum vanligt er til slíkar móttøkur [...] landbúnað síðan 1984. Hann er best kendur sum formaður í Bóndafelagnum gjøgnum mong ár, eins og hann hevur verið festari í Koltri seinastu 15 árini. Bjørn Patursson sigur, at hann er sera væl nøgdur við móttøkuna