- Síggi eg rætt? Er tað ikki ein einsamøll kvinna, sum stendur har millum øll hasi mannfólkini og bøtir trol?
Jú, mangur sjómaður og mangur áskoðari mundi helst ivast í tí, sum viðkomandi var vitni til á Sjómannadegnum í Klaksvík farna vikuskifti.
Har, - mitt ímillum væl vaksnar og royndar trolmenn, stóð 31 ára gamla Dagny og kappaðist á jøvnum føti við hinar. Og hon stóð seg avbera væl, eisini.
Í hesi kappingini luttóku 13 aðrir mans. Og mín sann um tað ikki eydnaðist Dagny at liggja væl omanfyri niðast og omanfyri royndan skipara.
- Eg skal tó viðganga, at eg arbeiddi eina viku á Vónini áðrenn Sjómannadagin, - líkasum fyri at trena meg uppaftur áðrenn kappingina, greiðir hon brosandi frá.
Bara menn
Tað kom ikki av ongum at Dagny Kristiansen ynskti - ella tordi - at bjóða teim tungu dreingjunum av í trolbøting.
Hon var í roynd og veru ikki stórt meiri enn 17 ára gomul, og júst liðug við 10. flokk í Fuglafjarðar skúla, tá hon fekk arbeiði á trolvirkinum Vónin í heimbygdini.
- Eg var eitt sindur skúlatroytt tá, og royndi at finna mær okkurt arbeiði. Tá segði mamma við meg, at eg kundi royna at finna eitt arbeiði á trolvirkinum, greiðir Dagny frá.
- Eg hevði tó ikki serliga góðan hug til tað, - tí eg meini, har vóru jú bara menn. Og teir høvdu heldur ongatíð havt nakra kvinnu í arbeiði áður.
Dagny varð tó undangongukvinna, um ein kann siga tað so. Síðani tá hava fleiri kvinnur arbeitt sum trolbøtarar á virkinum í Fuglafirði.
Konufólkaarbeiði
Dagny gjørdi soleiðis sum móðir hennara hevur skotið upp.
Hon fór oman á virkið í hesum ørindum. Eydnan var við henni, tí fáar dagar seinni fekk hon arbeiðsboð.
Tað er sjálvandi ikki av lættastu arbeiðum at bøta trol. Dagny varð tí í fyrsta umfari sett at arbeiða við teimum heldur lættari nótunum - teimum, ið verða nýttar í alingini.
- Hetta var eitt sindur meiri putlut, enn at arbeiða við teimum tungu trolunum. Tja, kanska var hetta eitt arbeiði sum meiri var til eitt konufólk, sigur hon við einum brosi.
Her arbeiddi hon í trý ár, áðrenn hon fór í skúla og læru innan hárfríðkanaryrkið.
- Og nú gangi eg á handilsskúlanum í Havn.
Sjóverk
At Dagny byrjaði á Vónini sum bert 17 ára gomul, vakti sum vera man ans og undran millum vinfólk hennara.
Tey funnu so líðandi út av at hon arbeiddi á Vónini. Men virksemið á Vónini er jú víttfevnd, so tað vóru ikki øll sum gittu, júst hvat arbeiði hennara var.
- Ja, tað vóru fleiri sum spurdi meg, hvar eg arbeiddi. Tá eg so segði, at eg arbeiddi á Vónini, spurdu tey meg beinanvegin, hvussu tað var at arbeiða á skrivstovuni.
- Tá eg so segði teimum, at eg ikki arbeiddi her, men arbeiddi við bøta trol og nótir, tá hugdu tey við. Tað svarið høvdu tey líkasum ikki væntað.
Pápi hennara, Petur Henry var skipari á einum rækjubáti. Og tað gekk ikki øðrvísi enn so, enn at Dagny slapp við honum ein túr til skips.
- Eg var bert henda eina túrin, sigur Dagny, sum viðgongur at hon ikki er serliga sterk á sjónum.
- Nei, tá dámar mær munandi betur á landi.
Nr. 8
Á Sjómannadegnum 2011 var skipað fyri eini kapping í trolbøting.
Íalt vóru 14 menn og kvinnur tilmeldaðar, og varð úrslitið hetta:
Marner Sivertsen 2.55.87
Karl Jakob Ósa Eliasen 2.57.46
Haldur Johansen 3.10.51
Kári Vitalis 3.19.14
Jørmund Lambá 3.34.33
Erlendur Simonsen 3.48.68
Rógvi Joensen 3.49.00
Dagny Kristiansen 4.00.64
Leon Sólheyg 4.08.98
Jóhannes Jacobsen 4.13.57
Jóhan Petersen 4.28.16
Hilmar Eliasen 4.37.30
Eli Lassen 4.44.59
Bjarni Petersen 5.12.51










