- Eg væntaði mær slett ikki stjórastarvið

Tað var ikki, fyrr enn fólk fóru at heita á Bjørn Patursson um at søkja starvið sum búnaðarstjóri, at hann setti seg niður at skriva sína umsókn. - Fólk vístu mær á, at millum reglurnar í lýsingini stóð, at royndir innan landbúnað eisini kundu viga upp ímóti einari akademiskari útbúgving, sigur Bjørn Patursson, nýggjur búnaðarstjóri í Føroyum

Landbúnaður

 

Hin 1. februar í ár tók Bjørn Patursson við sum nýggjur stjóri á samanlagda stovninum Frammi í Dali í Kollafirði. Nýggi stovnurin er ein samanlegging av fyrrverandi Búnaðarstovuni og Royndarstøðini.

Stjóri á Búnaðarstovuni hevur verið Ari Johanneson, sum er farin í annað starv, og stjóri á Royndarstøðini heilt síðan 1985 hevur verið Peder T. Haahr. Peder verður knýttur at stovninum, til hann í summar fer frá vegna aldur.

Í sambandi við stjóraskifti á Búnaðarstovuni, varð skipað fyri móttøku á stovninum fríggjadagin, og her nýttu eini 160 fólk høvi at hitta nýggja stjóran og hansara starvsfólk.

Við móttøkuna var ymiskt gott at eta, og har var eisini okkurt leskandi, sum vanligt er til slíkar móttøkur.

Heilsanir vórðu bornar fram og millum tey, sum søgdu nøkur orð, vóru eitt nú fráfarni stjórin, Ari Jóhanneson og nýggi stjórin, Bjørn Patursson.

 

Ovfarin stjóri

Nýggi búnaðarstjórin hevur á ymiskan hátt starvast innan føroyskan landbúnað síðan 1984. Hann er best kendur sum formaður í Bóndafelagnum gjøgnum mong ár, eins og hann hevur verið festari í Koltri seinastu 15 árini.

Bjørn Patursson sigur, at hann er sera væl nøgdur við móttøkuna, og at hann var ovfarin av, at so mong nýttu høvi til at støkka inn á gólvið.

- Eg eri sera spentur upp á hesa uppgávu, sum eg slett ikki væntaði fór at fella mær í lut.

Nýggi búnaðarstjórin sigur, at hann als ikki hevði væntað at fingið stjórastarvið á Búnaðarstovuni, tí hann hevur onga akademiska útbúgving.

- Eg søkti heldur ikki starvið fyrr enn í síðstu løtu. Tað var ikki, fyrr enn fólk fóru at heita á meg um at søkja, at eg setti meg niður at skriva mína umsókn. Fólk vístu mær á, at millum reglurnar í lýsingini kundi lesast, at royndir innan landbúnað eisini kundu viga upp ímóti einari akademiskari útbúgving.

Spurdur, hvønn skúla hann annars hevur at vísa á, sum kann hava havt sín týdning fyri starvssetanina, sigur Bjørn, at hann hevur handilsskúlaprógv, umframt at hann hevur prógv í eitt nú grannskoðan á merkonomstøði.

 

Fleiri samrøður

Starvið sum búnaðarstjóri er eitt alment starv, sum liggur undir aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum, Rógva Reinert við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard sum ovasta myndugleika.

- Eg væntaði heilt vist, at onkur við akademikaraútbúgving fór at fáa nýggja stjórastarvið, men tá samanum kom, fall starvið mær í lut, og tað eri eg sera fegin um og kenni sum stórt álit, sigur Bjørn, sum vísir á, at hann trúði ikki, at hann fór at fáa hetta starv, fyrr enn hann fekk tað váttað, sum hann tekur til.

Sum skilst, vóru fleiri umsøkjarar til starvið sum búnaðarstjóri, men Bjørn veit ikki hvussu nógv søktu, og hann veit heldur ikki hvør søkti.

Fiskimálaráðið setti ein professionellan starvssetanarbólk við eitt nú umboðum fyri Búnaðarstovuna og Royndarstøðina, sum tók sær av tilgongdini.

- Eg havi skilt, at tríggir umsøkjarar vóru til samrøður við bólkin, sum at enda peikaði á ein persón, sum tey mæltu landsstýrismanninum til at seta í starvið.

Bjørn Patursson endurtekur, at hann bæði er ovfarin og erri av, at stjórastarvið á Búnaðarstovuni fall sær í lut.

- Eg fari undir hesa uppgávu við góðum treysti, sigur nýggi búnaðarstjórin í samrøðu eftir móttøkuna fyri honum og hansara starvsfólkum á stovninum seinasta fríggjadag.

 

Nýggir festarar

Stjórin á Búnaðarstovuni kann ikki hava annað starv, og av hesi orsøk segði Bjørn formanssessin í Bóndafelagnum frá sær í desember 2008. Somuleiðis fór hann frá sum festari í Koltri 31. januar 2009.

Nýggju festarahjúnini í Koltri eru dóttir Bjørn og Lykku, Malan Patursson og maður hennara, Petur á Dul Patursson.