- Eg visti at vit fingu arbeiðið

"Vit hava drúgvar royndir innan nógv økir. Tí hava vit ta vitan ið krevst". Soleiðis lýsir byggifyritøkan J&K Petersen Contractors sjálv virksemið sítt. Henda lýsingin skal enn einaferð standa sína roynd, nú fyritøkan fekk arbeiðið at leingja flogvøllin í Vágum. - Vit eru klár at fara til verka - í morgin, um tað so skal vera, sigur stjórin, Steinolvur Petersen

Vágar: - Ja, eg visti at vit fingu arbeiði. Vit hava nevniliga styrkina til at gera eitt slíkt stórarbeiði, slær stjórin í J&K Petersen Contractors fast.

Teir vóru sjálvandi ógvuliga spentir. Og tað vóru trý onnur byggifeløg eisini, tá tilboðini vórðu latin upp seinnapartin í gjár.

Her varð altso staðfest, at J&K Petersen hevði lægstu tilboðini uppá leingingina av flogvøllinum.

- Vit eru sera fegin um, at vit høvdu lægstu tilboðini, bæði til leingjan upp til 1600 og til 1799 metrar. Fyri okkum hevur tað stóran týdning at hava størri arbeiðir, soleiðis at felagið kann hava støðug arbeiðsviðurskifti, vísir Steinolvur á. Og hann leggur aftrat:

- Vit hava enn einaferð víst, at føroysk feløg kunnu saktans vera við í kappingini um størri arbeiðir, bæði í Føroyum og uttanlanda!

Enn er ikki greitt, nær arbeiðið byrjar. Men tey hjá J&K Petersen Contractors eru í øllum førum til reiðar at fara til verka.



Telefonir kima

Tað var ikki meiri enn komið fram, at teir høvdu fingið arbeiðið, fyrrenn telefonirnar á skrivstovuni byrjaðu at ringja.

- Telefonin hevur kimað í allan dag, bæði frá konkurrentum, politikkarum og øðrum, sum fegnast saman við okkum, greiðir Steinolvur frá.

At teir nú fáa hetta arbeiðið, hevur havt eina aðra og avgjørt positiva avleiðing fyri fyritøkuna. Tey kunnu nú í fyrsta lagi varðveita fólkið og tær royndirnar sum longu eru í fyritøkuni.

Í øðrum lagi verða tey noydd til at seta fleiri fólk í arbeiði, í mun til onnur, sum heldur hinvegin hava sagt fólkum upp.

Fyritøkan hevur eina rættiliga stóra orku, bæði tá talan er um arbeiðsmegi og um tær mongu maskinurnar frá 0,8 tonsum og upp í 70 tons.

- Ja, eg vit halda so avgjørt, at tað hevur sín týdning at hava eitt gott og trygt arbeiðpláss fyri føroyingar og við føroyskari adressu, leggur hann áherðslu á.



Stuttar samráðingar

Vága Floghavn er í løtuni farin undir at gjøgnumganga og eftirkanna tilboðini, so farast kann undir samráðingar um ein arbeiðstøkusáttmála.

Eftir ætlan skal arbeiðið byrja, so skjótt sáttmálin er komin uppá pláss. Sjálvur væntar Steinolvur Petersen ikki, at samráðingarnar millum partarnar báðar verða so drúgvar.

- Vit høvdu lægsta tilboðið, og kunnu byrja beinanvegin, sigur hann.

Tey eru í løtuni við at fyrireika seg, bæði praktiskt og mentalt at fara í gongd, og síggja fram til dagin, tá fyrsti spakin - ella fyrsta stóra maskinan - byrjar arbeiðið, sum er vert hundraðtals milliónir.

Umframt arbeiðið um flogvøllin vann J&K Petersen Contractors somuleiðis jørðarbeiðið til nýggja røktarheimið í Vestmanna. Og annars hava teir arbeiði bæði í Havn, Skálafjørðinum og fyrireika seg í løtuni til Eiði 2 suður-ætlanina.









80 mió bíligari enn mett





Tað verður eftir øllum at døma byggifyritøkan J & K Petersen sum skal standa fyri arbeiðinum at leingja flogvøllin.





Vágar: Tilboðini uppá leingingina vórðu latin upp seinnapartin í gjár, og komu tilboð frá fýra fyritøkum.

Hesar fyritøkur vóru fyritøkan Íslendskir aðalverktakarar hf (IAV); E. Pihl & Søn Føroyar; MT Højgaard Føroyar p/f / P/F ArtiCon Joint Venture og J & K Petersen.

Av hesum bjóðaði fyritøkan J & K Petersen sær at gera ein 1799 metrar langan flogvøll fyri 131,7 mió ella ein 1600 metrar flogvøll fyri 117,3 mió krónur.





Kanna tilboðini

Metingin av arbeiðstøkuni var, at tað fór at kosta 208 mió kr. fyri at gera ein 1799 metrar vøll og 158 mió kr. fyri ein 1600 metrar vøll.

Tað vil so aftur siga, at tilboðið J&K Petersen Contractors var umleið 80 mió kr. bíligari enn mett.

Vága Floghavn fer komandi tíðina saman við ráðgevunum at gjøgnumganga og eftirkanna tilboðini, so farast kann undir samráðingar um arbeiðstøkusáttmála.

- Eftir ætlan skal arbeiðið byrja, so skjótt sáttmálin er komin uppá pláss, slær stjórin í Vága floghavn, Dávur Reinert Hansen fast.

Tilboðini geva grundarlag fyri at endurskoða samlaðu kostnaðarmetingina fyri leinging av vøllinum, sum í oktober 2009 var 286 mió kr. fyri 1799 m vøllin og 223 mió kr. fyri 1600 m vøllin.







FAKTA



Fimm bjóðaðu

Hesar undangóðkendu fyritøkurnar bjóðaðu uppá flogvøllin:

 

Arbeiðstakari                                   1799 m vøllur        1600 m vøllur

- AF Gruppen Norge AS                         Einki boð                 Einki boð

- Íslendskir aðalverktakarar hf (IAV)    164.580.060           127.939.278

- E. Pihl & Søn Føroyar                         158.673.723           129.468.200

- MT Højgaard Føroyar p/f +

               P/F ArtiCon Joint Venture      155.876.266           136.046.761

- J&K Petersen Contractors p/f               131.759.180           117.330.769