fuglfirðingar hava. TAÐ er longu ov seint segði ein av veter-anunum á Havsbrún, tá Sosialurin tosaði við hann herfyri. Eftir at hava arbeitt á virkinum í 30 ár var hann skelkaður av tí viðferð, sum landsins [...] bara leggja trýst á verandi botnfiskastovnar. Sildin er komin aftur og hevur longu svomið framvið strendur okkara í fleiri ár - uttan at vit hava havt møguleika at fáa hana til høldar á besta hátt. Fugl [...] Vit hava brúkt nógv pláss í blaðnum og á hesum stað uppá ætlaða tilfeingisdepilin í Fuglafirði. Hetta tí at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er
um álitið á danska forsætisráðharran. At Nyrup gjørdi av at avlýsa vitjanina á sinni er so eitt. Men var hann ein maður, so hevði hann síðani tað havt tikið stig til at koma til Føroyar fyri á tann hátt [...] handfara føroyingar á ein meira sømiligan hátt enn leiðslan í javnaðarflokkinum. Ein føroyskur javnaðarmaður á danatingi vil so eisini vera ein garantur fyri, at trýst verður lagdur á floksfelagarnar har [...] TAÐ vilja altíð vera ymsar metingar um, hvørvítt eitt fólkatingsval hevur nakra ávirkan á støðuna her í Føroyum ella á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. VIT teljast millum teirra, sum eru stak ónøgd
framtíð so ella so. LANDSSTÝRISMAÐURIN í skúlamálum, sum vit vita ber orð fyri at vera sera treiskur maður, heldur uppá sítt. Her minna hann og starvsfelagi hansara, løgmaður ikki sørt um hvør annan, so tað [...] til sín starvsfelag. Tað hevði sømt tykkum betur at víst næmingunum loyalitet. Her hvílir stór ábyrgd á sambandsmonnunum í Tinganesi. Fáa teir ikki loyst hetta málið, tá eiga hinir landsstýrismenninir at
føroyingar og danir! Men betri seint enn ongantíðog tí taka vit tygum upp á orðið, tá dentur nú verður lagdur á dialogin. VIT hava á hesum stað boðið tygum vælkomnum og tað standa vit við. Vit halda eisini [...] Nettup tørvurin á dialogi og tær mongu skýmaskotsavgerðirnar í donskum ráðharrastovum í 90-árunum hava brotið niður tað álit og virðing, sum tygum Poul Nyrup Rasmussen nú leggja so stóran dent á. Nyrup! Tygum [...] hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur og aftur hava roynt at koma á tal við bæði forsætisráðharran og danska politiska valdið annars - uttan úrslit - ber nú bráddliga alt
valtala, har sambandsflokkurin varð hevjaður til skíggja, og traðkað varð niður á onnur. Løgmaður átti at skammast. Hesin sami maður, sum annars við stoltleika tosar um breiðar semjur og um at kenna felags ábyrgd [...] vánaliga og ábyrgdarleyst allir aðrir hava stýrt - og hvussu fantastiskur sambandsflokkurin við løgmanni á odda hevur verið. Meðan alt gekk tann skeiva vegin ella stóð í stað, áðrenn sambandið tók við í 94, [...] mentum fiskastovnum - nakað, sum hvørki sambandsflokkur ella sambandsløgmaður hava havt serliga ávirkan á! ANDIN við nýggju stýrisskipanarlógini er at kunna samstarva meira - at kunnu fáa úrslit tvørtur um
avrik hansara. ÁRNI Olafson er helst okkara mest royndi maður á hesum øki, og tí undrast bæði politikarar og almenningurin. Summi eru ikki sørt ørg inn á hendingina, og minsta kravið er at fáa eina grundgeving [...] grundgeving frá løgmanni, hví Árni Olafson er skiftur út! VERÐUR tað næsta, at okkara mest royndi maður í uttanríkistænastuni eisini verður koyrdur frá í nevndini, sum samráðist við bretar um undirgrundarmarkið [...] Ikki fyrrenn tá hevði hann stundir at upplýsa almenningin um grundgevingina. MEN í kjalarvørrinum á málinum um fast samband um Vestmannasund tekur politisk ósemja seg upp í samgonguni. Umboðini fyri Vágar
Føroyum eru kvinnurnar høgt mettar. Menninir hava litið teimum alt upp í hendi, meðan teir búleikaðust á sjónum, og tí er ein javnstøðulóg ikki neyðug í Føroyum, er hennara niðurstøða. Her er javnstøðulógin [...] okkum. Víst er tað so, at politikararnir verða »kroystir« at seta kvinnur í nevnd ella ráð, har onkur maður frammanundan »átti« sessin. Men at hetta er ónátúrligt, tað eru vit ikki samd við Rúnu Sivertsen í
einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku pressuni at fáa hendur á. Sjálvandi er ein løgmaður nógv upptikin maður men hetta má ikki forða demokratiinum at virka. Og er tað so, at løgmaður, sum [...] Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hann at svara hesum spurningum. VIT skulu tí gera eina roynd á hesum stað at seta løgmanni hesar spurningar: Hvussu ber tað til, at einki hendur í spurninginum um [...] undirskotsruta. Talan er um at gera eina íløgu í framtíðina eins og gjørt varð við ferðamannaflutninginum á sinni. SPURNINGUR okkara til løgmann er: fer tú at fyritaka tær nakað, soleiðis at henda ruta ikki dettur
higartil hevur víst seg at hava eina føling við, hvat fyrigongur og bylgist í Føroyum, er okkara maður. Júst Knud Heinesen kann vera føroyski trumfurin í hesi torføru kabalu. Hann er settur at umsita ein [...] donskum politikarum, embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er nettup ein persónur, sum við tí røttu vitanini og innlitinum [...] vísa angur í orðum og verki. VIT teljast millum teirra, sum bera ótta fyri, at alt hetta skal detta á gólvið. Vit kenna okkum ikki trygg við Nyrup og hansara fólk, nú tónin frá tíðini beint eftir banka
Jú nú dittar sami maður, sum segði seg frá sum samráðingarleiðara, tá óstóð, at proklamera seg av nýggjum sum samráðingarleiðara. Eftir at hava koyrt alt í ein ellibita fer hesin maður nú út og proklamerar [...] stakk alt Føroya fólk í bakið. Eitt tað mest týðandi málið í Føroya søgu varð av løgmanni koyrt út á eitt síðuspor, og har hevur tað verið liggjandi síðani løgmaður skrivaði út nýval. Var hetta við bráddum