brúkast á størri dýpi, á óslættari botni og í verri líkindum enn bummtrolið og fiskaði nógvar ferðir betur. At byrja við vóru lemmarnir festir beinleiðis í sjálvt netið, í sjálvar vengrirnar á trolinum [...] teir umborð á seksmannaførini summarmánaðirnar. Hóast árini vóru ójøvn til fisk, so kom ein maður vanliga upp á einar 1500 vælvaksnar toskar ein várróður. Tá fyrstu trolararnir komu og løgdu seg á innastu [...] hvat fór fram á fiskivinnuøkinum í grannalondunum. Og fyri so vítt var heldur onki nýtt í tí. Hvat tað var fyri fiskireiðskapur, sum hetlendingar við góðum úrslitum høvdu brúkt fyri eygunum á útróðrarmonnum
ikki lætt at seta eykamenn inn. Jákup á Borg og Jens Kristian Hansen vóru ikki nóg væl fyri at vera við, Bjarni Prior var leikbannaður, og so var tað steinur oman á byrðu, at sentrali verjukendi miðvallarin [...] ikki var heilt raskur (hann var mest sum komin úr seingini og á vøllin). Jan Joensen var eyðsýndur í vinstru, og Rógvi Jacobsen hevði gott tak á Tomislav Sivic. Størsta hóttanin hjá KÍ lá í álopinum. Arnold [...] borðunum. Nógv tað mesta álopsspælið kom fram í vinstra borði, har Heðin á Lakjuni við sínum velduga skjótleika helt Carl Høgnesen aftarlaga á vøllinum. Heðin kom ofta til baklinjuna, og fyri B36 mundu innleggini
bóltin framvið Bjarna á stongina og í netið. Stór frøi á sandoyingum, sum høvdu verið glaðir fyri javnleik, tá dysturin byrjaði, men sum nú vóru frammanfyri. Ikki so langt aftan á hetta fekk VB gyltan møguleika [...] Tað leikaði ofta hart á framman fyri málinum hjá B71, men tað eydnaðist ikki VB at vinna á sandoyingum, og tískil eru teir framvegis bert eitt stig oman fyri niðurflytingarstrikuna. Teir í B71 vóru sera [...] sínum egnu. Einki mál kom í fyrra hálvleiki. Eli Hentze hevði góðan møguleika at leggja B71 á odda, men Bjarni Johansen bjargaði væl. Annars var tað VB, sum hevði yvirvág, men illa gekst. Seinni hálvleikur
málverjar á skaðalistanum. Tummas Richardt var fyrstur á, tá langskot hevði tikið stólpan, og so var 4-2. Jón í Soylu lobbaði snilt til 4-3, og sandoyingar høvdu møguleikan at javna, men teir á heimaliðnum [...] at hann hevur gott máltev. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá hann setti hol á, men tað var heilt týðuligt fyri allar á vøllinum (uttan dómaran og linjuverjan!), at hann var rangstaddur, tá hann kom [...] ein. Tí er tað ikki sørt merkisvert, at toftamenn ikki megnaðu at vera á odda, tá tað var hálvleikt. B68 lá aftarlaga, og HB kom á odda, tá átjan minuttir vóru farnir. B68 verjan hugdi at, meðan unglin
kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Sjómansheimið »Ørkin« Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 14. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Sunnudagsskúli [...] tlf. (0)43623737-1502. Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja [...] »v/Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 93,5 MHZ hvønn leygardag kl. 11.00 og verður endursend kl. 16.00. Nærvarpið LUMI radio í Aalborg Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin,
dró uppá tvørs á KÍ hálvuni, hann sendi bóltin til miðvallaran í vinstru, Poul Suna Dam, sum smekkaði flatt dygst inn við nærra stólpanum. Eftir steðgin gekk orkan skjótari undan hjá teimum á heimaliðnum [...] staðfesti sigurin. Petur Sjúrðarberg, sum var skiftur inn í álopið, fór sjálvur í vinstru, og tá Gunnar á Steig, sum aftur var góður í málinum, kendi seg noyddan at leypa út, setti álopsmaðurin bóltin framvið [...] 2. deild. KÍ-LÍF 1-3 (1-1) Talið á leirvíkingum, sum vóru í Klaksvík seinnapartin leygardagin, boðar frá, at áhugin fyri fótbólti er stórur, og at leirvíkingar trúgva uppá, at í ár fer tað at bera til
dystinum undan summarsteðginum. Tað sást eisini á summum leikarum til tíðir í seinna hálvleiki, at summarfrítíðin stendur fyri durum, tí nógv av tí, sum fór fram á vøllinum var reint fusk. Serliga vóru tað [...] leikararnir sjálvandi nú teir fóru á vøllin sunnudagin. John og Jákup vóru við Undan dystinum var eitt sindur av iva um fýra av stuðulsleikarunum hjá B36. John Petersen, Jákup á Borg, Djóni N. Joensen og Jens [...] trýsta B36 á teirra egnu hálvu, og tað hevði verið skeivt at sagt annað enn at teir vóru trýstir. Tað var eisini um reppið, at teir fingu triðja málið, runavíkingarnir. B36 verjan royndi at spæla upp á rangstøðuna
fríggjakvøldið. Dómarin, sum var settur at døma, hevði fingið forfall, og so tók Niklas á Líðarenda uppgávuna á seg. Men hann kundi ikki fara suður fyrrenn fríggjakvøldið. Sambært skránni skuldi Smyril [...] minuttir vóru farnir. René Thomsen var síðstur á bóltinum, eftir at ein langur bóltur var komin úr vinstru. Sumbingar høvdu ein stóran møguleika í 2. hálvleiki. Bjarni Johansen í VB málinum hálvbjargaði framúr [...] væl langskotsroynd frá Mortani úr Hørg, og bjargingin var ikki minni góð, tá sumbingar vóru fyrstir á returinum. Serliga í 2. hálvleiki høvdu gestirnir bóltin nógv. Men tað gekk illa hjá teimum at spæla
skal drukna í skriviuppgávum og arbeiða langt út á kvøldið, hava vit valt at avmarka okkum, so nær sum vit nú kunnu, til tey, ið búgva í prestagjaldinum ella á annan hátt hoyra til her. Skrivstovan skal eisini [...] helvt av august eru fleiri brúðarvígslur hvønn einasta leygardag, onkuntíð fríggjadag við, í kirkjunum á teim størru plássunum í landinum. Eisini Havnar Kirkja - ella Dómkirkjan, sum summum dámar at lýsa við [...] vígslunum. Skulu vígslurnar verða ordiligar, er tað eitt stríð, men tó eitt hugnaligt "stríð", sigur Bjarni Bæk. - At tey flestu velja at giftast um summarið, hongur saman við, at nógv teirra búgva uttanlands
bilsin, tá ið hann seinasta fríggjadag í Keypmannahavn steig umboð á Maersk Air flogfarið DM 197 til Venezia. Lars Sørensen var ferðandi nummar 10.000 á hesi rutuni, og hjástødd við skrankin stóðu Inger Ollendorff [...] Venezia og Athen úr Keypmannahavn, hevur felagið hátíðarhildið, at fleiri enn 10.000 hava verið við á hvørjari rutu sær. Í Athen tóku umboðini hjá Maersk Air í Athen, Ellis Sandukas og John Plantanias ímóti [...] flúgva í mars hava fingið betri undirtøku enn væntað. Ole Dietz, stjóri í Maersk Air, kunngjørdi longu á tíðindafundinum í sambandi við, at roknskapurin fyri farna ár varð lagdur fram fyri tíðindafólk, at