Ferðafólk nummar 10.000

Ruturnar hjá Maersk Air úr Keypmannahavn til Venezia og Athen hava fingið betri undirtøku enn væntað

Minni enn tríggjar mánaðir eftir, at danska flogfelagið Maersk Air fór undir at flúgva til Venezia og Athen úr Keypmannahavn, hevur felagið hátíðarhildið, at fleiri enn 10.000 hava verið við á hvørjari rutu sær.

Í Athen tóku umboðini hjá Maersk Air í Athen, Ellis Sandukas og John Plantanias ímóti ferðafólki nummar 10.000, Andreas Andreou, ið ferðaðist við DM 192 úr Athen til Keypmannahavnar. Andreou fekk eina heilsan frá felagnum og eina fløsku av champagnu.

Lars Sørensen gjørdist bilsin, tá ið hann seinasta fríggjadag í Keypmannahavn steig umboð á Maersk Air flogfarið DM 197 til Venezia. Lars Sørensen var ferðandi nummar 10.000 á hesi rutuni, og hjástødd við skrankin stóðu Inger Ollendorff, stationsstjóri, og Per Levring, sølustjóri, sum vegna Maersk Air heilsaðu ferðafólki nummar 10.000 við einum blómutyssi og eini fløsku av champagnu.

Nýggju ruturnar sum Maersk Air fór undir at flúgva í mars hava fingið betri undirtøku enn væntað. Ole Dietz, stjóri í Maersk Air, kunngjørdi longu á tíðindafundinum í sambandi við, at roknskapurin fyri farna ár varð lagdur fram fyri tíðindafólk, at felagið umhugsar at flúgva enn fleiri túrar til hesi ferðamálini.