2. deild. KÍ-LÍF 1-3 (1-1)
Talið á leirvíkingum, sum vóru í Klaksvík seinnapartin leygardagin, boðar frá, at áhugin fyri fótbólti er stórur, og at leirvíkingar trúgva uppá, at í ár fer tað at bera til at røkka bestu deildini.
Og støðutalvan sigur, at tað er stórur møguleiki fyri, at tað dreymalandið kann gerast veruleiki.
Síðsa forðingin undan summarsteðginum vóru klaksvíkingar. KÍ hevði nógvar góðar bóltspælarar á liðnum ? Høgni Kastalag og Aksel Johannesen vóru fremstir, og aftanfyri teir var Eyðun Klakkstein. LÍF var omaná mest sum alla tíðina, og teir høvdu onkrar stórar møguleikar, áðrenn nakað mál kom ? eitt nú rakti Erik Lervig í tvørtræið ? men tað var KÍ, sum kom á odda, tá fyrra umfarið var meiri enn hálvrunnið. Poul Juul Vilhelmsen, sum ivaleyst hevði verið góður styrkur í Fuglafirði sunnudagin, um hann hevði verið í fullgóðari venjing, royndi seg úr spískum, og bólturin fór millum Hallur Hansen og nærra stólpan.
LÍF javnaði undan steðginum. Kristian Eliasn dró uppá tvørs á KÍ hálvuni, hann sendi bóltin til miðvallaran í vinstru, Poul Suna Dam, sum smekkaði flatt dygst inn við nærra stólpanum.
Eftir steðgin gekk orkan skjótari undan hjá teimum á heimaliðnum, og tá eitt gott korter var farið, kom LÍF fyri fyrstu ferð á odda. Tomek snittaði við høvdinum eitt innlegg úr høgru longri inn undir málið, og Mirek smekkaði til við vinstra beini.
Sum tað leið móti endanum fluttu klaksvíkingar alt meiri fólk fram, og teir høvdu onkran møguleika at javna, men tað eydnaðist ikki, og í staðin var tað LÍF, sum staðfesti sigurin. Petur Sjúrðarberg, sum var skiftur inn í álopið, fór sjálvur í vinstru, og tá Gunnar á Steig, sum aftur var góður í málinum, kendi seg noyddan at leypa út, setti álopsmaðurin bóltin framvið honum.
Leirvíkingar hava stuttan summarsteðg. Hóskvøldið fara teir at venja, og í vikuskiftinum skulu teir spæla á varmakeldu.










