um sorgina. Tað er ikki ein spurningur um at vera serfrøðingur, men at vera eitt menniskja. Tað krevur bara, at tú leggur oyrað til og lurtar eftir, hvat barnið í veruleikanum sigur, hvat í grundini liggur [...] búgva. Tá angraði eg, at eg ikki hevði sagt teimum frá nógv fyrr, hvat fór at henda. Foreldur tigandi Ein góð hjálp hjá børnum í sorg er, um foreldur greiða starvsfólkunum á stovnunum frá, um tey fara frá [...] eisini syrgja yvir, at onkur næstringur er sjúkur ella av at tað skal flyta úr barnsdómsheiminum. - Tíbetur er tað ikki so vanligt, at børn missa eitt foreldur. Hinvegin er tað vorðið rættiliga vanligt, at foreldur
mest hevur verið hugt eftir hvat norðmenn og bretar hava gjørt er eingin ivi um at tað kann koma Føroyum og føroyskari oljuvinnu til góða, eisini at hyggja eftir hvussu farið er fram longur burturi. Tað hevur [...] verða sett í hásæti tá talan er um oljuvinnu. Ansið eftir pengunum Síðan hevur tað nógv at siga, at tað eru góð viðurskiftið millum oljufeløg og samfelagið, at tað verður ein »win to win«, tað vil siga har [...] seinni at viðgera nakrar av hesum spurningum nærri). Ein øðrvísi verð í Barrow Men hvussu ávirka oljupengarnir tey innføddu í Alaska. Hetta er ein av spurningunum, sum føroyska ferðalagið hevur fingið
kámast, er tað nógv verri at gjøgnumskoða alt. Í Føroyum sært tú alt. Hetta er eitt privilegium hjá teimum sum búgva her. Men tað er samstundis eisini ein avmarking. Tú ert skyldur við øll. Veist hvat øll [...] bar er inn í títt egna høvd at finna svar til ein forvitnan blaðmann. Rithøvundin hevur prátað í tveir tímar. Audiensurin er um at vera av. Hann hevur talað, tú hevur lurtað.Jette, kona Gunnar, er komin [...] eitt samfelag, sum í máli, søgu og mentan er ein eind heilt av sær sjálvum, tí at tað liggur fyri seg, langt burturi frá øðrum. Ein bygd í stødd, men samstundis ein fullur heimur við allari skipan og útgerð
tó at Kvívíksskor er sera brøtt og leyst er eisini, tí lundin hevur grivið holur allastaðni. Sumstaðni er Kvívíksskor ber hella. Illgongt er tó ikki í Kvívíksskor, veður sagt. Tað er tað sama báðar vegir [...] eisini. Onkur sigur, at ær og lamb er farin hesa brøttu leið niður, bøkk av bøkki, og lambið hevur so yvirlivað, meðan einki verður sagt um, hvat er vorðið av ærini. Hetta er helst sanna frágreiðingin! Onkur [...] vórðu tvær línur brúktar, ein til menninar og ein til lesning, tí eingin visti, hvussu tað fór at síggja út har niðri - men nær teir góvust at sleppa seyð í Kvívíksskor, er ilt at siga. Onkur hevur nevnt
Tí er støðan nú, eftir juniavtalan er fingin í lag, ein dupultur lætti. Fyri tað fyrsta tí vit nú kunnu tosa um framtíðina, men eisini tí at vit kunnu leggja fortíðina aftur um bak. Fortíðin er afturlatið [...] at týða fyri virðing millum líka stillað lond, at peningur er orsøk til samstarvið? Peningur er partur av samstarvinum, og tað er eisini ein partur av danska solidaritetinum mótvegis Føroyum. Kortini [...] Er góða juniavtalan ein roynd at fáa Føroyar taka ábyrgd fyri sínum fíggjarpolitikki? Nei, avgjørt ikki. Tað hevur bert verið ein dagskrá frá danskari síðu, viðvíkjandi juniavtaluni. Tað er tann
í Gundadali. Hetta er tankavekjandi, tí tað býr ein triðingur av fólkinum í Suðurstreymi, og tí skuldi roknast við, at ein triðingur av fótbóltstalentunum vórðu klækt har. Tað er eisini tankavekjandi [...] Spenningurin í toppinum í fremstu fótbóltskappingini er burtur, nú tað resta trý umfør. HB er so at siga FM vinnari. Ein sigur í Klaksvík komandi sunnudag staðfestir veruleikan av hesum, men vinna teir [...] í yngru deildunum hava víst góð fótbóltsevnir og hava vunnið nógv FM heiti. Sunnudagin spældi ein, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling í høvuðsstaðarfeløgunum, við ÍF, ein við B68, og í útgangsstøðuni
persónar eru í ferð við at nema sær. Ein av hesum útbúgvingum er ursmiðjur. Bert ein føroyingur er í løtuni í ferð við at nema sær útbúgving sum ursmiðjur, og tað er 21 ára gamli Jóhann Krog úr Havn, sum [...] students-, HF- ella HH-prógv. Soleiðis er tó ikki við útbúgvingini sum ursmiður. Tað er nóg mikið við einum 10. floks prógvi, men tað er altíð ein fyrimunur, um ein til dømis hevur eitt FHS prógv at stiðja [...] september. Útbúgvingin tekur 4 ár At læra til ursmið er ein drúgv útbúgving. Sum flestu aðrar útbúgvingar innan handverk, so er lærutíðin fýra ár. Ein stórur partur av lærutíðini gongur fyri seg á skúlabonki
a. um hvat hjúnarbandið inniber. Eg veit væl, at nógv halda brúdleyp í kirkju vera sum ein sjónleik, har brúðarparið eru høvuðsleikarar, meðan presturin er statistur í hesum leikinum. Tað er ikki mín [...] tulka ætlaninar hjá fólki, men prestsins uppgáva er á ein trúverdigan hátt at geva teimum Guds orð og signing við á leiðini frameftir. Sum lívið er háttað, er eingin ivi í, at tey fáa brúk fyri hesum. Guðs [...] Sonja Klein, og nevnir eina aðra uppgávu hjá presti, sum er sera hugalig. Tað at fáa eitt barn er størsta upplivingin í lívinum. Og tað er ein sera stór gleði fyri meg at verða tikin við inn í hesa u
rudda so væl og virðiliga fyri loysingini, at tað nú bert er ein spurningur um tíð til Føroyar gerst ein »suverenur« statur. Sambandsflokkurin er samstundis beindur út í politiska myrkri har hann í dag livir [...] ikki hevur fingið fylgjur er heilt einastandandi og ótrúligt. Man spyr seg sjálvan um hetta er støðið og tað sum flokkurin stendur og fer at standa fyri í framtíðini. Líkt er í øllum førum til, at steinrunna [...] um »at fremja tær broytingar, sum tæna fólkinum best« var ikki bara vorðin ein troyttandi innantóm »floskul« men eisini ein total politisk fiasko! - Við Edmundi Joensen á odda var einasta trygga verja
negldir fastir úti á Reyni í Havn. Hon er ein av virknastu høvundum okkara, og av tí, sum gjøgnum árini er runnið gjøgnum penn, skrivimaskinu ella telduna, er nógv komið á prent: stuttsøgur, yrkingar [...] til endans. Tað er tryggleiki teimum nýtist, men fyri tað er tað ikki neyðugt at onki keðiligt hendir. Eg haldi, eg skrivi til børn upp á tann mátan, sum mær dámdi at lesa sum barn. Ein góð søga Broytta [...] hugburðinum, ið er galdandi í barnabókmentum í dag. Rakel heldur, at barnabøkur, sum fyrst og fremst hava politisk og hugmyndafrøðilig mál og mið er drepandi lesnaður hjá børnum. - Er tað nakað sum er keðiligt