Argjum, men í seinna hálvleiki vísti NSÍ enn einaferð, at tað býr øgiliga nógv orka í liðnum. Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál og styrkti sína støðu á máltindum, og NSÍ vann 5-1. Í Sarpugerði sá tað leingi [...] Tað gekk soleiðis, sum tað út frá støðutalvuni kundi roknast við, tá ið tríggir dystir í Betri deildini vóru á skránni seinnapartin. HB hevur mangan vunnið stórt ímóti ÍF, og soleiðis var tað eisini ídag [...] leingi út til, at EB/Streymur fór at endurtaka javnleikin á sama vølli fyrr í summar. Tað var tætt og javnt, og EB/Streymur hevði tvær ferðir bóltin á stólpanum aftanfyri Víkingamálverjan. So skoraði Gunnar
longu avgjørt, at steypavinnararnir í Víkingi skulu vinna bronsukrónurnar í landskappingini. Fyrr í ár hava Víkingur og ÍF spælt tvær ferðir javnt. Í dag var eingin slingur í valsinum hjá steypavinnarunum. [...] yvirvágini í 2. hálvleiki. Veteranurin Andrew av Fløtum var leysur í brotsteiginum, tá ið hann setti bóltin í málið. 60) 1-0 HB pressar, og Santos hevur havt bóltin á tvørtrænum fyri aðru ferð í dag. René [...] Bólturin tók í ein bláan og snýtti Meinhardt Joensen í KÍ málinum. 10) 0-0 Umstøðurnar eru ikki góðar at spæla við Løkin. Tað eru grovir ælingar, og tað er torført at fáa samanspæl í lag í nógva vindum
tey fremstu aftur í Sarpugerði í Gøtu. Sølvi Vatnhamar er toppskjútti í bestu deildini. Í kvøld skoraði hann tvey mál, og nú hevur hann í 14 dystum skorað 15 mál. Fyrra málið hjá Sølva í kvøld var eitt av [...] nógv av. Hann vann bóltin av NSÍ í uppspælinum, og úr 40 metrum lyfti hann bóltin omanfyri eitt sindur uttarlaga Karstin Hansen, sum í kvøld vardi NSÍ málið. Tað var í 18. minutti, at Sølvi skoraði til [...] við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Bárður J. Hansen við horna hevði lagt innfyri. Í kvøld var Ari Olsen millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Hann var tríggjar ferðir í góðum støðum at skora, og
1-0 á meistarunum í NSÍ. Atli Gregersen skoraði málið í 63. minutti. Seinnapartin í gjár ? meðan 1. deild spældi ? øtlaði hann veðrið, og í gjárkvøldið og í nátt hevur verið illveður. Í morgun er lotið framvegis [...] umfar í Formula deildini verður seinnapartin í dag. Tá eru fýra dystir á skránni. Tann fimti varð spældur fríggjakvøldið, tá ið Víkingur í fínum líkindum og við stórari mannfjøld kring vøllin í Sarpugerði [...] vestri og útsynningi, men tað er einki at tosa um, tá ið sammett verður við, hvussu tað var í gjárkvøldið og í nátt. Seinnapartin verður roknað við hampuligum líkindum. Sambært DMI forsøgnini fer vindurin
Í kvøld verður farið undir ólavsøkumfarið í fremstu fótbóltsdeildini. NSÍ er á veg av Skálafjørðinum og suður á Argir. Tað var lítið at fegnast um hjá argjamonnum eftir 3-0 tapi í Sarpugerði. Eftir stórtap [...] skava stigini saman, sum skulu til fyri at vinna upp um strikuna. Vit vóru ikki nóg væl skipaðir í Sarpugerði. Ímóti NSÍ verður mótstøðan ikki minni, og nú er takið hjá okkum at fáa liðið at rigga. Tað vóru [...] síni bestu síðu, at vit ikki lata so bílig mál fara ígjøgnum, og at vit taka av í hinum endanum, staðfestir Trygvi Mortensen. Í NSÍ leguni eru teir lættir um, at tað eyndaðist at vinna øll stigini ímóti B68:
verið nakað at reypa av. Sjey stig í seks dystum er ikki úrtøka, sum teir í sigursvanda felagnum eru nøgdir við. Fyri viku síðani var avrikið gott í Sarpugerði, og teir í HB vóru ikki nøgdir við 2-2. Hjá [...] havt gott tak á havnarmonnunum. Fyrr í ár vant ÍF burturúr HB í Gundadali, har úrslitið var 4-1 til ÍF, og tað var bæði merkisvert og minniligt, tá ið ÍF í síðsta umfari í fjør við 7-1 heimasigri so rudduliga [...] at síggja aftur í reyðu ÍF troyggjuni. Miðvallarálitismaðurin Høgni Madsen noyddist av vøllinum longu í 10. minutti, tá ið ÍF fyri viku síðani tapti 1-0 í Klaksvík. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, og
vitjan av grannunum í NSÍ, sum fóru til hús við 6-2 tapi eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Tá ið NSÍ í øðrum umfari var í Sarpugerði, fóru gestirnir til hús við 3-2 sigri. Liðið hjá Víkingi í dag var bara mannað [...] øgiligt lív í fótbóltinum í Eysturkommunu, og úrslitini siga, at tað gongur ógvuliga væl. Í bestu deildini hjá mannfólkunum er Víkingur topplið, og mánakvøldið fara menninir at spæla grannauppgerð í Fuglafirði [...] umboðað higartil í ár og eisini í fjør, tá ið hann var fastur maður á liðnum, sum vann næstbestu deildina. Higartil í ár hevur hann átta ferðir verið á besta liðnum hjá Skála – sjey ferðir í landskappingini
og KÍ kvinnunum. Í gjárkvøldið hevði KÍ vitjan av HB, og har var eingin ivi. KÍ vann 9-0 eftir 5-0 í hálvleikinum. Tvær skoraðu trý mál í part. Onnur var veteranurin og toppskjúttin í mong ár, Rannvá B [...] kvinnurnar staðfestuí gjárkvøldið við 9-0 sigri á HB, at tær aftur í ár verða sera gott boð upp á FM heitið. Tað gongur sum eftir ánni í ítróttinum í Klaksvík. Úrslitini beda á, at menninir tykjast vera komnir [...] Oyggjauppgerðin í Sarpugerði var sera undirhaldandi. Skála var tvær ferðir á odda. Tá ið Víkingur lítla løtu undan leikloki skoraði til 3-2, bendi alt á, at øll stigini fóru at vera eftir í Gøtu, tí lítla
Í dag var TB aftur í Sarpugerði. Aftur í dag var úrslitið 1-0 til heimaliðið, og heldur ikki í dag var munurin serliga eyðsýndur millum liðini. Sølvi Vatnhamar var einasti málskjúttin. Nú hevur hann skorað [...] Í fyrsta umfari var TB á útivølli ímóti Víkingi. Ta ferðina endaði tað 1-0 til heimaliðið. Finnur Justinussen skoraði málið í 94. minutti, og tá varð hildið, at munurin var ikki so stórur á liðunum. Í [...] hjá Víkingi í samrøðu við Árna Gregersen í FM1. Dánjal Godtfred hjá TB iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku. Orsøkina heldur hann vera eyðsýnda. Hon er, at tað er ov lítið tyngd í álopspartinum
Fótbóltsfepurin er so høgur í Klaksvík, sum hann ikki hevur verið í seytjan ár. Í 1999 eydnaðist tað KÍ at vinna greipuna – FM og steypakappingina. Fyri einum mánað síðani eydnaðist tað fyri fyrstu ferð [...] gongdina fyrr í summar, tá ið fleiri lyklaspælarar orsaka av skaðum ikki vóru við, hevur B36 aftur mest sum fulla skrúvu, og tað er kapping um plássini. -Vit trívast væl, tá ið avbjóðingin er stór, og í løtuni [...] er KÍ í Klaksvík, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Gestur B. Dam er tøkur aftur eftir leikbann, meðan tað er ivasamt, um Alex Mellemgaard verður førur fyri at spæla. Hann hevur trupulleikar í lærkrikanum