Tað sær ljósari út

4. umfar í Formula deildini verður seinnapartin í dag. Tá eru fýra dystir á skránni. Tann fimti varð spældur fríggjakvøldið, tá ið Víkingur í fínum líkindum og við stórari mannfjøld kring vøllin í Sarpugerði vann 1-0 á meistarunum í NSÍ. Atli Gregersen skoraði málið í 63. minutti.

Seinnapartin í gjár ? meðan 1. deild spældi ? øtlaði hann veðrið, og í gjárkvøldið og í nátt hevur verið illveður. Í morgun er lotið framvegis frískt av vestri og útsynningi, men tað er einki at tosa um, tá ið sammett verður við, hvussu tað var í gjárkvøldið og í nátt. Seinnapartin verður roknað við hampuligum líkindum.

Sambært DMI forsøgnini fer vindurin at minka, sum tað líður út á dagin. Tað verður fyri tað mesta turt, men kanska okkurt ælið. Hitin liggur millum 5 og 9 stig.

 

4. umfar í dag klokkan 15:

ÍF-KÍ: Ransin Djurhuus

B36-EB/Streymur: Petur Reinert

B71-Skála: Rúni Gaardbo

B68-HB: Jens Petur Brattalíð

Víkingur-NSÍ 2-0 (fríggjakvøldið)

 

Støðan eftir trý umfør (Víkingur og NSÍ hava spælt fýra dystir)

HB 9 stig

EB/Streymur, B36 og NSÍ 7 stig

ÍF og Víkingur 6 stig

Skála 3 stig

B71 1 stig

KÍ og B68 0 stig