Tað er Varmakeldustevnu í Fuglafirði í vikuskiftinum, og harvið er landskappingardysturin millum ÍF og HB steypadystur.
HB hevur 22 stig, og ÍF hevur 21 stig á ávikavíst fjórða og fimta plássi. Víkingur er á triðja plássi við 26 stigum. Tí er setningurin hjá bæði HB og ÍF í dag at vinna og harvið at styrkja um fyritreytirnar næsta ár at vera við í europeisku kappingunum, sum hvørki av liðunum er partur av í ár.
Tølini siga, at fuglfirðingar tær seinastu ferðirnar hava havt gott tak á havnarmonnunum. Fyrr í ár vant ÍF burturúr HB í Gundadali, har úrslitið var 4-1 til ÍF, og tað var bæði merkisvert og minniligt, tá ið ÍF í síðsta umfari í fjør við 7-1 heimasigri so rudduliga staðfesti, at HB kappingarárið var total katastrofa.
Eftir stórtapið á heimavølli ímóti ÍF hevur gongdin hjá HB ikki verið nakað at reypa av. Sjey stig í seks dystum er ikki úrtøka, sum teir í sigursvanda felagnum eru nøgdir við.
Fyri viku síðani var avrikið gott í Sarpugerði, og teir í HB vóru ikki nøgdir við 2-2.
Hjá ÍF hevur úrtøkan heldur ikki verið nakað at reypa av síðani góða avrikið í Gundadali. Átta stig í seks dystum og heimavøllurin hevur ikki verið serligur skansi.
Undan uppgerðini ímóti HB er ÍF skaðaplágað. Danski álopsspælarin Simon Skibsted, sum í trettan dystum hevur skorað fýra mál og harvið er næstbesti ÍF málskjúttin, er illa skaddur. Hann er farin aftur til Danmarkar, og tað verður ikki roknað við, at hann verður at síggja aftur í reyðu ÍF troyggjuni.
Miðvallarálitismaðurin Høgni Madsen noyddist av vøllinum longu í 10. minutti, tá ið ÍF fyri viku síðani tapti 1-0 í Klaksvík. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, og tað verður mett lítið sannlíkt, at hann verður tøkur ídag.
Ofta vísir tað seg tó, at spælarar, sum hava verið illa fyri, kortini eru tøkir, tá ið tað ræður um. Eitt gott dømi um ein, sum ofta hevur verið skaðaplágaður, men kortini er á vøllinum, tá ið tað ræður um, er Bartal Eliasen. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, men kortini vóna teir í Fuglafirði, at hann verður førur fyri at spæla ímóti HB.
Nenad Saric hevur verið plágaður av skaða. Hann var á beinkinum alla tíðina ímóti KÍ, og hann er tøkur at spæla ímóti HB.
Tað hevur ljóðað, at HB skal styrkja um liðið, nú flytingarvindeygað aftur er opið, men enn er eingin fráboðan komin úr Gundadali. Rógvi Poulsen, sum plagdi at vera ein av eyðsýndu miðvallarunum, hevur vant við HB.
Tølini siga, at tað serliga er í verjupartinum, at tað haltar. Nítjan mál eru farin ígjøgnum, og tað eru fleiri enn hjá øllum hinum seks, sum higartil ikki hava verið tyngd av hóttanini av niðurflyting. Sambært góðum keldum í Gundadali sigst, at verjuálitið hjá FC Suðuroy, Heini Vatnsdal, er gott boð upp á nýggjan HB miðverja, men hesi tíðindi eru ikki váttað.
ÍF-HB: Alex Troleis. Í dag klokkan 15.00.