Tað stendur nógv á Trygva

Fyrsti dysturin í átjanda umfari verður í kvøld á Argjum, har NSÍ verður gestur

Í kvøld verður farið undir ólavsøkumfarið í fremstu fótbóltsdeildini. NSÍ er á veg av Skálafjørðinum og suður á Argir.

 

Tað var lítið at fegnast um hjá argjamonnum eftir 3-0 tapi í Sarpugerði. Eftir stórtap ímóti nummar trý er nummar tvey mótstøðuliðið í kvøld:

-Tíbetur er munurin fram til áttanda plássið ikki størri nú, enn hann var undan vikuskiftinum. Men tað hjálpir einki upp á støðuna, um vit ikki sjálvir megna at skava stigini saman, sum skulu til fyri at vinna upp um strikuna. Vit vóru ikki nóg væl skipaðir í Sarpugerði. Ímóti NSÍ verður mótstøðan ikki minni, og nú er takið hjá okkum at fáa liðið at rigga. Tað vóru ov nógvir, sum ikki spældu upp til sítt besta sunnudagin. Um vit skulu hava stig, so er tað neyðugt, at allir vísa seg frá síni bestu síðu, at vit ikki lata so bílig mál fara ígjøgnum, og at vit taka av í hinum endanum, staðfestir Trygvi Mortensen.

 

Í NSÍ leguni eru teir lættir um, at tað eyndaðist at vinna øll stigini ímóti B68:

-Grannauppgerðin var undirstriking av, at vit ikki skulu taka nakað fyri givið, og vit rokna við torførari avbjóðing á Argjum, sigur Klæmint A. Olsen, sum í fyrstu seytjan umførunum hevur skorað seytjan mál.

Meðan allir hjá NSÍ, uttan langtíðarskaddur Haraldur R. Højgaard og Andras Frederiksberg, eru tøkir, so spælir AB uttan Gunnar Haraldsen og Karstin Højgaard, sum eru skaddir, og íslendingin Andri F. Björnsson, sum er so skaðaplágaður, at hann er givin á Argjum. Aron Clementsen er fluttur úr AB og aftur í B71.

Símun Samuelsen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður sunnudagin.

AB-NSÍ: Ransin N. Djurhuus í kvøld klokkan 18.30.