uttan at hava fingið sína søk avgreidda. Tað restaði bara lítil løta av fyrra umfarinum, tá spælandi venjarin, Tomislav Sivic, fyri aðru ferð í ár upplivdi at verða eyðmýktur við reyða kortinum ímóti sínum [...] fyritreytirnar annars ikki eru tær bestu. Tað er so ofta áður komið til sjóndar, og soleiðis var tað hjá B36, sum minuttin aftaná útvísingina legði seg framum. John Petersen smekkaði fyrst á samankomingina [...] eingi mál, og tá minuttirnir, sum vóru eftir at spæla, kundu teljast á aðrari hondini, kendist tað hjá B36 fólkunum kring vøllin, at tað kundi ikki kiksa. Hugsjónirnar um at hava FM heitið norður aftur
rásini hjá Prebeni Elkjær, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá Toda, sum hevur skorað so at siga hvørja ferð, hann hevur verið við eftir summarsteðgin, og hvussu tað fer at ganga hjá OB, sum [...] spælir í 1. deild, og nógv tey flestu av teimum 3.089 áskoðarunum vóru viðhaldsfólk hjá FCK. Og viðhaldsfólkini hjá stórfelagnum, sum hevur havt so nógv viðrák síðani summarfrítíðina, bitu leingi negl [...] tosið av álvara um, at OB venjarin, Roald Poulsen, sum kom til felagið í summar, hongur í einum klønum tráði. Tey eru fleiri, sum rokna við, at um OB tapir í kvøld, so fær venjarin sekkin. Vildu ikki útseta
í aðru viku. Spurningurin er, um núverandi starvsfelagin og fyrrverandi liðfelagin hjá honum í Barcelona, venjarin hjá Spania, sum eitur Javier Clemente, fer at spara onkrar av sínum bestu monnum. Tá Spania [...] 20 stig, Slovakia 16, Kekkia 13, Føroyar 6 og Malta hevur einki stig fingið. Málúrtøkan hjá Spania er +18 og hjá Jugoslavia er hon +14. Men Jugoslavia, sum 10. septembur bara megnaði 1-1 á útivølli ímóti [...] endaspælinum komandi summar. Spania spældi mikukvøldið á útivølli ímóti Slovakia, og komandi mótstøðuliðið hjá Føroyum vann 2-1. Trettan túsund áskoðarar sóu Kiko Narvaez úr Atletico Madrid leggja Spania framum
vágamenn og sandingar fór við vindinum í Miðvági fyrradagin, men frammanundan hildu bæði venjarin hjá FS Vágum og B71, at hesin dysturin var tann avgerandi í stríðnum um at yvirliva í 1. deild. Liðið, sum [...] umfari tykist uppgávan hjá B71 vónleys. Ómøgulig uppgáva Sleppur B71 sær undan niðurflyting í seinasta umfari, tá teir taka dystin upp við besta liðið í kappingini, B36, fáa vit mest óvæntaða úrslitið í kappingini [...] vildi føra við sær, at B71 fór niður. Tað endaði við málleysum javnleiki, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað passaði vágamonnum nógv, nógv betri. Teir eru eitt stig undan B71, og í seinasta umfari
Ein langur bóltur varð sendur fram á vøllin, aftasti maður hjá ÍF feildømdi bóltin, fekk bara høvdið á, og so streyk spælandi venjarin hjá VB, Milan Milanovic, avstað við bóltinum og skoraði til 1-0. [...] hava teir ikki vunnið á heimavølli. Í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin fingu teir javnleik móti B71. Í seinasta heimadystinum, sum var móti KÍ, tapti ÍF stórt, men hesaferð høvdu teir í grundini sjálvir [...] , og móti endanum av dystinum skoraði Hjalmar Jacobsen eftir hornasparksstøðu. Trýstu verjupartin Hjá ÍF var Egil aftur nær við, hann stútaði tvær ferðir úr fríari støðu upp um, og einu ferðina var hann
er álvari í hóttanini hjá FCK at taka fótbóltsleiðsluna í Danmark frá felagnum í vestara útjaðaranum av danska høvuðsstaðnum. Eitt er, at tað hevur gingið út av lagi vánaliga hjá Brøndby síðani summarsteðgin [...] summarsteðgin, og at tað hevur gingið stak væl hjá FCK. Men kanska er tað meiri týdningarmikið, at undirtøkan hjá FCK er vaksandi millum áskoðarar og vinnulívsfólk. Kanska eru tey fleiri, sum halda við Brøndby [...] selja, tá tilboð fara at koma uppá góðu spælararnar hjá teimum, og tað er hetta síðsta, sum kann hugsast at fara at hava ávirkan á fótbóltsframtíðina hjá Toda Jónsson, sum í summar gjørdi trý ára langan sáttmála
at hjálpa B71 í týdningarmikla dystinum, men hóast hann royndi at koma til landið bæði fríggjadagin og leygardagin, eydnaðist tað ikki, og B71 mátti spæla uttan verjumannin. Tað eydnaðist hjá Rúna í Soylu [...] 1. deild menn: FS Vágar-B71 0-0 (0-0) B71 gjørdist taparin av botndystinum og botnstríðnum, hóast liðið fekk javnleik í stóra dystinum móti FS Vágum. Fyri sandingar var hetta heilt einfalt ikki nóg mikið [...] naskar royndir. B71 var allatíðina við í javna dystinum, men tað var ikki fyrrenn í seinna hálvleiki, at teir tvær ferðir vóru nær við at skora. Besta kjansin hevði spælandi venjarin, Eli Hentze, tá hann
spæla móti Spania um eina góða viku. Hann ger sum hann plagar, heldur seg til sínar menn. Í gjár læt venjarin frætta frá sær, og hann hevur úttikið fylgjandi 18 spælarar: Jens Martin Knudsen, Jákup Mikkelsen [...] hevur kortini tikið hann út. Við ÚF segði Jan Allan í gjár, at hann skal byrja inni í næsta dystinum hjá Esbjerg, sum er móti Hvidovre. Landsliðið fer avstað mikudagin kl. 17.30, og dysturin móti Spania verður
gera við tað, og tað er einki nýtt, at lærkrikin plágar. Í veruleikanum hevur tað ikki verið møguligt hjá mær at spæla við fullari ferð síðani summarsteðgin. Eg havi valt at liggja meiri mitt fyri og ikki [...] ikki annað enn staðfesta, at tað hevur eydnast væl, tí meiri ella minni skaddur hevur tað eydnast hjá honum so rudduliga at vinna gullskógvin. Men tað ber ikki til at fara niður til Spania at spæla í [...] til Spania. Hann spældi ikki við GÍ leygardagin, tí hann hevði ein lítlan vøddaskaða, men hann var hjá fysioterapeuti í gjár, og tað varð ikki mett, at hann fór at havva truplleikar at spæla í Spania. Nýggju
Karlsson, svenski venjarin hjá FCK, er harmur um, at Todi Jónsson ikki er tøkur, og leiðslan í felagnum ger nógv fyri at álopsspælarin skal koma fyri seg aftur: Eg havi fingið viðgerð hjá einum fysioterapeuti [...] havt trupulleikar við lærkrikanum. Hann eitur Per Rørvig, og hann hevur áður verið lækni hjá gamla felagnum hjá mær í Lyngby, greiðir Todi frá. Tað verður sagt um Per Rørvig, at hann hevur hjálpt ítró [...] til dystirnar hjá FCK og eisini til at fara við landsliðnum niður til Spania. Missir tveir møguleikar í Spania Tá spanska landsliðið vitjaði á Svangaskarði í fjør, skoraði Todi Jónsson hjá Zubizaretta við