Kanska er tað líka mikið fyri Føroyar og føroyingar, men tað kann eisini vera, at tað fer at merkjast. Hvussu tað verður við hesum og ikki fæst at vita um tvær vikur, men nú er tað ein sannroynd, at spaniumonnum resta bara eitt stig, so hava teir tryggjað sær rættin at taka lut í HM endaspælinum komandi summar.
Spania spældi mikukvøldið á útivølli ímóti Slovakia, og komandi mótstøðuliðið hjá Føroyum vann 2-1. Trettan túsund áskoðarar sóu Kiko Narvaez úr Atletico Madrid leggja Spania framum, tá seinna umfarið var tveir minuttir gamalt. Jozef Majoros javnaði, tá tað restaði eitt korter, men í næsta minuttinum skoraði Guillermo Amor úr Barcelona, og so var liðugt.
Malta hevur verið aftanfyri Føroyar alla tíðina, og tað eru teir framvegis. Men mikukvøldið vóru maltesarar so tætt við at fáa stig, sum teir ikki hava verið áður í hesi kappingini. Kekkia var á vitjan, og teir vunnu 1-0. Málið skoraði Radek Bejbl, tá 32 minuttir vóru farnir. Eina tíð sá út til, at Føroyar høvdu møguleika at enda omanfyri Kekkia, tá kappingin varð liðug, men nú hava kekkar tikið sær rættiliga um reiggj, og um teir vinna, tá Slovakia kemur at vitja um tvær vikur, so enda teir kappingina omanfyri Slovakia. Bæði liðini hava málmunin pluss sjey, og Kekkia røkkur uppá sama stigatal sum Slovakia, um teir vinna seinna innanhýsis grannadystin.
Nú hava øll seks liðini í bólkinum ein dyst eftir at spæla. Allir tríggir dystirnir verða spældir leygardagin 11. oktobur. Tá fær Malta vitjan av Jugoslavia, Kekkia skal spæla ímóti Slovakia, og føroyingar skulu niður til Spania.
Støðan í bólkinum er, at Spania hevur 23 stig, Jugoslavia hevur 20 stig, Slovakia 16, Kekkia 13, Føroyar 6 og Malta hevur einki stig fingið.
Málúrtøkan hjá Spania er +18 og hjá Jugoslavia er hon +14. Men Jugoslavia, sum 10. septembur bara megnaði 1-1 á útivølli ímóti Slovakia, kann ikki røkka framum Spania í stigum, og tað vil siga, at Spania verður bólkavinnari og tryggjar sær harvið rættin at taka lut í HM endaspælinum, sum verður í Fraklandi í juni og juli komandi ár, um teir fáa eitt stig ímóti Føroyum.
Møguleikar fyri sponskum sparingum
Allan Simonsen fer í komandi viku at gera av, hvørjir spælarar skulu við niður til Spania mikukvøldið í aðru viku.
Spurningurin er, um núverandi starvsfelagin og fyrrverandi liðfelagin hjá honum í Barcelona, venjarin hjá Spania, sum eitur Javier Clemente, fer at spara onkrar av sínum bestu monnum.
Tá Spania vann 6-2 á Svangaskarði 4. septembur í fjør, vóru tíggju av teimum átjan spælarunum, sum vóru við í ferðalagnum, úr Barcelona og úr Real Madrid. Hesi feløgini eru bæði við í europeisku meistarakappingini, og tað vil siga, at spælararnir hava sera nógv at hugsa um. Tí er tað ikki heilt lítið sannlíkt, at tey bæði feløgini fara at heita á venjaran um, at onkrir av teimum, sum kanska dragast við smáskaðar, sleppa at avspáka, tá Føroyar kemur at vitja.
Men um hetta fer at vera nøkur hjálp hjá føroyingunum, tá teir fara at berjast fyri lívinum, er ein heilt annar spurningur. Ofta vísir tað seg, at spælarar, sum eru í útjaðaranum av hópinum, leggja uppaftur størri orku í, tá teir endiliga fáa møguleikan á landsliðnum at vísa, hvør dugur er í teimum. Nú skulu allir spaniumenn sannføra venjaran um, at teir eru nóg góðir at hava við til Fraklands komandi summar, og tað kann hava við sær, at ferðin hjá føroyingunum niður á Iberisku hálvoynna verður heit bæði so og so!









