tekning, í tí teoretiska partinum, men nú er hesin parturin minkaður til at telja uml. helvtina av próvtøkuni. Ístaðin verða størri krøv sett til ta fakligu og almennu vitanina hjá lærlingunum. Samstundis var [...] karakterur givin eftir 13-skalanum, og tað er nakað, sum flestu okkara hava eina støðu til. Bronsuheiðursmerki Krøvini til sveinaroyndina eru eisini broytt. Lærlingarnir fáa í dag eitt ávíst tímatal at avgreiða [...] hálvatak yvir einari hurð, og til tað fekk hann 40 tímar. At tað var nóg mikið, er ongin ivi um. Tí, tá skoðanarmeistarin hevði mett um avrikið, fekk hann eitt 11-tal, sum er fyri eitt sera væl úr hondum greitt
Mjølnir gjørdi tað sum skuldi til fyri at tryggja sær meistaraheitið 1998. Taptu teir dystin móti ÍFa sunnudagin, so skuldu teir vinna dystin móti Fleyr 22. mars, og so hevði staðið á gomlum nøglum í Klaksvík [...] men tá liðini spæla sínamillum dystirnar, so verður bart til síðsta blóðsdropa. Men nú kunnu teir sova róliga norðuri í Klaksvík. Orsøkin til at Mjølnir gjørdist meistari í ár,, er fyrr nevnd á hesum [...] hesum síðum, men vit vilja fegnir nevna hana enn einaferð ? til teirra heiður. Mjølnir hevur verið so nógv tað mest støðuga liðið í meistaradeildini hjá monnum í ár. Teir hava eina stak góða blanding av ungum
so bar tað ikki til. ? Tað stóð einki til á Skála um tað mundi fyrireikingarnar til hetta skipið byrjaðu, og tí var ikki ráðiligt, at fara undir nakað har. Og í Havnini bar teimum ikki til at gera hetta [...] klárur at fara til fiskiskap. Skipið er bygt í Valdivia í Kili. Haðani fór hann hann til Kopervik í Noregi, har spølini vórðu sett í skipið. At tað er forkunnugt, at nýtt skip kemur til lands sást á fjøldini [...] 22 ár. Hann er niðurslitin, og trongdi harðliga til at verað skiftur út. ? Tí fóru vit í holt við at kanna møguleikarnar fyri at byggja nýtt skip. Og fyri einum ári síðani skrivaði reiðaríið undir byggisáttmála
afturvendandi kapping, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Klaksvík á hvørjum vári. Tað skal ikki dyljast, at henda grein verður skrivað til heiðurs fyri Svimjifelagið ÆGIR, sum eftir miðvíst arbeiði vann [...] stuðul til framhaldandi arbeiði. Vit eiga at minnast til, at Klaksvíkin er ein fiskivinnubýur, har tað eigur at vera heilt náttúrligt við einum svimjifelag fyri at brynja okkara komandi ættarlið til sjólívið [...] vann kappingina. Tað var við spenningi, at sæð varð fram til hesa kapping, tí aloftast fæst løn fyri arbeiðið, og tað kann tíbetur sigast í hesum førinum. Leiðslan í ÆGIR er ikki av tí slagnum, sum ger nógvan
litið Í tíðarbilinum frá 21. januar til 8. apríl, er sjóverjan ikki komin fram á óregluligan fiskiskap. Teir hava kannað føroyska sjóøki fyri ólógliga veiði og fyri ólógligar oljukanningar, men har hevur [...] flytast av Tvøroyrar Sjúkrahúsið til Landssjúkrahúsið tí hon átti ov tíðliga. Túrarnir í marts vóru báðir til Fugloyar. 13. marts varð ein maður flogin úr Hattarvík til Landssjúkrahúsið í Havn og 31. marts [...] kunnugt, so hvarv Sjóborgin av Strondum hósdagin 2. apríl. Tað er Færøernes Kommando sum hevur ábyrgdina fyri eini tílíkari leiting, og leitingin varð sett í verk klokkan 18.25, verður sagt í tíðindaskrivinum
baki Lill, Johs. C. Michelsen, støðugt fastir fúsir til morgundrekka kl. 9.30. Henda morgunin var sjálvur Egil Restorff komin at sýna teimum heiður, og meðan teir har sita, trínur sjálvur borgarstjórin [...] Danielsen var dagligi leiðarin á Kondittarínum, til ta døkku vikuna, tá Restorff av fíggjarligum mótráki lat aftur í 1994; síðani hevur Elinborg Zachariasen staðið fyri dagliga rakstrinum - og tað við góðum handalag [...] kvm. Tá Andrass í 1912 varð Eysturoyar sýslumaður, fluttu tey til Fuglafjarðar. Í 1915 keypti Frants Restorff, bakarameistari húsini fyri kr. 5.000, og í 1925 lat kondittaríið upp - og har hevur tað verið
syngja í felag og einsæris. Árið fyri - 1967 - hevði stevnan verið á Havnini. Á veitsluni eftir sangin hetta árið segði Ólavur Hátún við Herluf: Næsta ár koma vit til Fuglafjarðar at hava stevnu. Og so [...] tá ið Smiril legði frá bryggju. Tá sungu allir sangararnir: Vit bera heiðurs kvøðu, sum Napoleon Djurhuus týddi. Heiðursljóð til tónleikin. Her var tign og rómur. Sangurin setti seg í minni, og er hann [...] Hóskvøldið kl. 19.30 verður kórstevnan sett av Hallbjørg Hansen, borgmeistara. Kl. 20.00 fer Garðar Cortes til verka at venja felagskórið. Vant verður allan fríggjadagin. Konsert verður í kirkjuni fríggjakvøldið
syngja í felag og einsæris. Árið fyri - 1967 - hevði stevnan verið á Havnini. Á veitsluni eftir sangin hetta árið segði Ólavur Hátún við Herluf: Næsta ár koma vit til Fuglafjarðar at hava stevnu. Og so [...] tá ið Smiril legði frá bryggju. Tá sungu allir sangararnir: Vit bera heiðurs kvøðu, sum Napoleon Djurhuus týddi. Heiðursljóð til tónleikin. Her var tign og rómur. Sangurin setti seg í minni, og er hann [...] Fyri tríati árum síðani - sunnudagin 4. apríl 1968, stevndi Smiril inn á Fuglafjørð við fróum sangarum úr Klaksvík og Havnini. Við vóru Útvarpskórið, leiðari Ólavur Hátún, Studentakórið, leiðari Eyðun
var Tutl í París til eina jazz- og klassiska messu, og fyri stuttum var Tutl fyrstu ferð umboðað á eini heimsumfatandi sølustevnu í Cannes, har risar sum t.d. Sony og Warner eisini eru til staðar. Umframt [...] ikki fyri at vera negativur, men her eru vit upp ímóti eini mekanismu, har tað eina hálvdagsstarvið í Tutli ikki er nóg mikið, sigur Kristian. Men innan alternativan rokk og aðrar genrur ber til at finna [...] hevur áður selt meira uttanlanda enn tað ger nú. Til tað sigur Kristian, at skal ein selja og fáa nakað burtur úr, so er eisini neyðugt at fara út og spæla fyri fólki. Eitt nú vóru »Spælimenninir«, ein av
kappingina fyri at royna bátin, teir skuldu rógva. Ein »gig« er í stuttum ein gamal loðsbátur, langur og smalur við seks árum. Árarnar verða ikki tiknar inn til bringuna, men heldur fram við síðuni fyri at fáa [...] uturin hjá vestmenningum, Sonja Skúvadal, gjørdi sum vant sítt til, at menninir skuldu vera sum best fyri, nú seinasti róðurin stóð fyri framman. Nógv varð tosað um, hvat ið kundi lærast av undanfarnu [...] longri tak. Ein líknandi bátur, Brendan, hevur verið nýttur til venjingar heima í Føroyum, men er hann í styttra lagi. Báturin ikki egnaður til kappróður Nýggi báturin, teir fingu, kallaðist »Czar«, men