Tað var vaktarskiftið í føroyska sjóeftirlitinum á føðingardegi Margrethu drotningar.
Vædderen, sum hevur røkt eftirlitið síðan 25. februar, var 16. apríl avloystur av Beskytteren. Skiparin harumborð eitur Lars Skotte og hann er kommandørkapteynur.
Fiskiveiðieftirlitið
Í tíðarbilinum frá 21. januar til 8. apríl, er sjóverjan ikki komin fram á óregluligan fiskiskap.
Teir hava kannað føroyska sjóøki fyri ólógliga veiði og fyri ólógligar oljukanningar, men har hevur ikki verið nakað at finnast at. Alt er fari rætt fram.
Tað er ymiskt hvussu nógv útlendsk skip eru í føroyskum sjógvi.
Henda fyrsta ársfjóðringin hevur talið verði ímillum 1 og 28 um dagin.
Tann 8. apríl vóru 25 útlendsk skip í føroyska økinum. Fýra teirra vóru norsk, meðan hini 21 vóru russar.
Leitaðu eftir Sjóborgini
Sum øllum kunnugt, so hvarv Sjóborgin av Strondum hósdagin 2. apríl.
Tað er Færøernes Kommando sum hevur ábyrgdina fyri eini tílíkari leiting, og leitingin varð sett í verk klokkan 18.25, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Men hóast luttøku av nógvum føroyskum skipum, Vædderen, Nim, Tjaldrinum, tveimum tyrlum og Gulfstream flogfarinum hjá sjóverjuni, var leitingin úrslitaleys.
Almenna leitingin eftir Sjóborgini steðgaði uml. klokkan 20 fríggjadagin 3. apríl.
Sjúkraflutningur
Tyrlan hjá sjóverjuni hevur í tíðarskeiðnum verið tríggjar sjúkratúrar, ein í februar og tveir í marts.
15. februar skuldi ein kvinna flytast av Tvøroyrar Sjúkrahúsið til Landssjúkrahúsið tí hon átti ov tíðliga.
Túrarnir í marts vóru báðir til Fugloyar. 13. marts varð ein maður flogin úr Hattarvík til Landssjúkrahúsið í Havn og 31. marts varð ein maður flogin av Kirkju til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Kommandørkapteynurin vorðin riddari
Annars hevur Margretha drotning avgjørt, at Carsten Schmidt, kommandørkapteynur á Thetis, skal verða riddari av Dannebrog.
Henda heiður hevur hann fingið loyvið at bera frá 29. januar í ár, sigur Færøernes Kommando at enda í tíðindaskrivinum.