30 ára fagnaðarkórstevna á bygd

Í ár eru liðin 30 ár síðani, at hin fyrsta kórstevnan varð hildin uttan fyri Havnina. Henda kórstevna var í Fuglafirði 4. apríl. Hetta vikuskifti verður fagnaðarkórstevna í Fuglafirði

Fyri tríati árum síðani - sunnudagin 4. apríl 1968, stevndi Smiril inn á Fuglafjørð við fróum sangarum úr Klaksvík og Havnini. Við vóru Útvarpskórið, leiðari Ólavur Hátún, Studentakórið, leiðari Eyðun Sørensen, Kristiliga sangkórið, leiðari Eilif Samuelsen og Klaksvíkar sangkór, leiðari Alex Sólstein. Her var rómur og fagnaður. Fuglafjarðar sangkór við Herluf Berthelsen á odda stóð ytst á brúgvarendanum og tók ímoti. Farið varð beinleiðis heim í skúlan at venja. Kórini skuldu syngja í felag og einsæris. Árið fyri - 1967 - hevði stevnan verið á Havnini. Á veitsluni eftir sangin hetta árið segði Ólavur Hátún við Herluf: Næsta ár koma vit til Fuglafjarðar at hava stevnu. Og so var. Nú eru liðin tríati ár, síðan henda stevnan var.

Gestakórleiðari í ár er Garðar Cortes oprasangari úr Reykjavík. Hann er góður sangari og góður kórleiðari.

Hóskvøldið kl. 19.30 verður kórstevnan sett av Hallbjørg Hansen, borgmeistara. Kl. 20.00 fer Garðar Cortes til verka at venja felagskórið.

Vant verður allan fríggjadagin. Konsert verður í kirkjuni fríggjakvøldið kl. 19.30. Somuleiðis verður vant allan leygardagin og verður konsert í kirkjuni henda dagin kl. 17.00. Tá fer tað stóra felagskórið at syngja. Millum annað verður Hear my Prayer av Mendelson sungið við Berghild Poulsen sum solisti.

21. apríl 1968 var ein góður dagur. Konsert var seinrapartin í fimleikarhøllini og borðhald var í dansistovuni um kvøldið. Við hetta borðhald bjóðaði Eilif Arge, ursmiður til kórstevnu í Klaksvík næsta ár (1969). Hetta var eisini ein góð kórstevna. 1970 var kórstevnan í Havnini. Hon var 17. mai. Tá sang Fuglafjarðar sangkór: Når fjordene blåner? onkur norðmaður var við á konsertini, og hesin var ikki sørt rørdur, tá ið Når fjordene blåner varð sungin. Hetta var byrjanin og hava kórini ment seg síðani tá.

Eftir borðhaldið 4. apríl 1968 fór øll fjøldin norður á keiina, tá ið Smiril legði frá bryggju. Tá sungu allir sangararnir: Vit bera heiðurs kvøðu, sum Napoleon Djurhuus týddi. Heiðursljóð til tónleikin. Her var tign og rómur. Sangurin setti seg í minni, og er hann mangan sungin síðani.

Eitt gestakór kemur úr Íslandi. Tað er Vørðukórið úr Árnesar sýslu við Margrét Bóasdóttir sum kórleiðara.