hevur verið við til at skriva bókina, sigur við Reuters, at tað er ikki altíð so heppið, at menn tosa minni enn kvinnur. Eitt nú hevur tað víst seg, at í Týsklandi velja nógvar kvinnur at skiljast, tí menninir [...] høga fjallinum, og hann segði seg vera skelkaðan av at síggja, hvat er í ferð við at henda. Hann segði seg ikki ivast í, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum ger, at ísurin á Zugspitze tiðnar, tí sambært [...] stjórnin gjørt av at samsýna teimum fyri tað. Hamid Awaluddin, løgmálaráðharri, sigur við BBC, at stjórnin hevur gjørt av at skarva helmingin av fongsulstíðini hjá umleið 300 fangum, aftur fyri at teir hjálptu
Kvikar sjúkrasystrar tita framvið, smárennandi millum stovurnar. - Vit royna at lata sum um, at alt er sum tað eigur at vera, sigur ein sjúkrasystir, sum kvikliga beinir okkum inn á eina stovu. Fjølmiðlarnir [...] stevnu, hava tó verið so beinasamar at brúka døgverðasteðgin til at greiða okkum frá persónligu avleiðingunum, tað hevur fyri tær allar 18, at tær hava kent seg noyddar at siga seg úr starvi. - Hjartað brennur [...] frí, hugsa vit um arbeiðið. Tað er ómetaliga strævið at vera til arbeiðis, tá ið ein er illa upplagdur. - Tað sum pínir mest, er, at eg ikki orki at taka mær av mínum børnum, tá ið eg komi heim úr arbeiði
Giovanna sigur, at tað kann gott vera einsligt í bygdini til tíðir, men tey hava altíð summarið at síggja fram til, tá fólkið kemur aftur. Hon greiðir frá, at maður hennara er deyður, og at sonurin býr saman [...] Nakað kaldligt tykist tað tó at vera, tí meginparturin av húsunum standa tóm. Tað er reint og nossligt allastaðni, og ikki nógv fólk at síggja. Tá ferðaleiðarin greiðir frá, at tað búgva einans 35 fólk í [...] okkara ferðaleiðara, men hesin umsetur ikki longur, tí hann helst hevur úr at gera við at lurta eftir henni. Hon hevur onki ímóti at vera avmyndað, og tað letur ongin okkara sær siga fleiri ferðir. Hetta er
lag, sigur, at tað hevur gingið hampuliga væl at fáa fólk til útisjónleikin. - Eg haldi ikki, at annað kann sigast, enn at tað er gott, tá tað hevur eydnast okkum at fáa 25 til 30 fólk at venja sjónleik [...] leggur aftur at, at veðrið í 1991 og 1993, tá útisjónleikir vóru á skránni seinast, var strálandi báðu ferð, so hann vónar, at tað fer at vera gott aftur í ár. Og ikki kann annað sigast enn, at tey, ið á [...] Dam sigur, at tað vísti seg at vera sera torført at fáa fólk til útisjónleikin. Hetta sást serliga aftur í tekningarlistunum. Fleiri av teim smærri feløgunum hava teknað seg til, men av tí at tey hava verið
býunum. Men munurin er ikki so stórur. Tíverri kunna nøkur hava lyndi at halda, at tey “alene vide”, men skjótt koma hesi eftir, at onnur duga eisini. Danir eru dugnafólk í mongum lutum, kreativ, hava [...] og prísir, sum eru at gjalda. Danskur matur er góður, og mangan er dygdin í topp. Altíð ertó onkur, sum loypur split í dansin. Í hvussu er, er úrvalið so rúgvumikið, at tað skal vera undarligt, um ikki [...] regnið heima. Tað er sum hesin ráin fer gjøgnum heilt. Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya? Upprunaliga var ætlanin at vera tvey ár niðri. Nú havi eg verið tjúgu ár í hesum umfari. Áður havi eg
Dansifelag sýndu fram føroyskan dans í lítla hylinum. Ringurin var stórur, og tað má sigast at vera tekin um, at Klaksvíkar Dansifelag er eitt felag í menning. Tvær norskar kvinnur rundaðu av við eini framførslu [...] bjóðaði leskidrykkir. Tiltakið úti í Grøv endaði við, at øll slógu ring og dansaðu føroyskan dans sum øðrum veitslum er líkt. Tað mundu vera væl oman fyri 1.000 fólk til hetta tiltakið úti í Grøv, so lagt [...] skránni, men tað heilt stóra tiltakið við tónleiki má sigast at hava verið tað, sum var úti í Grøv fríggjakvøldið. Tað byrjaði um tíggjutíðina við, at Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg. Síðani komu teir
ongan iva vera um, at Føroya Pedagogfelag alla tíðina bæði hevur lagt dent á, at limirnir skuldu hava løn sambært sáttmálanum, og eisini týðuliga gjørt vart við, at felagið stóð við sín rætt. Noydd at arbeiða [...] trý søgdu, at tey kendu seg noydd at arbeiða yvir, tí annars hingu arbeiðsætlanirnar ikki saman. Eitt starvsfólk segði, at øll á arbeiðsplássinum høvdu arbeitt yvir, og at leiðarin hevði sagt, at tey ikki [...] yvirtíð fyri tað. Tey fingu at vita, at tey bara fingu yvirtíðarløn, um tað varð teimum álagt at arbeiða yvir. Eitt annað starvsfólk greiddi frá, at tey arbeiddu í vaktum, og at starvsfólkini sjálv løgdu
Finn Rasmussen sigur, at gongdin hevur verið sum hann stúrdi fyri. Og tað, hann stúrdi fyri, var, at tað fór at vera eitt ógvuliga møtimikið tiltak at fáa fólk at eta laks aftur eftir at kanningin varð gjørd [...] aðrastaðni í Suðurevropa, er, at nú tykist sum um at ein pikkalítil glotti er fyri framman og at sølan av laksi er kvinkað eitt lítið sindur upp eftir aftur, og at gongd er við at koma í aftur. Men framvegis [...] sølan av alilaksi helt púra uppat nógva staðni. Tá vónaðu útflytarar, at hetta var bara eitt upplop og at óttin fyri at eta alilaks fór at hæsa av. Síðani hava teir fylgt spentir við marknaðinum í teimum ymsu
alivinnan í Evropa fer at brúka hetta sum eitt gylt høvi til aftur at seta fót fyri føroysku alivinnuna og fer at royna at fáa myndugleikarnar at steðga innflutningi av føroyskum laksi, kanska ikki í allar [...] hann sigur eisini, at hetta málið kann eisini brúkast til at styrkja álitið á føroyskan útflutning. ? Vit kunnu brúka hetta høvi til at vísa umheiminum, at vit hava áhaldandi eftirlit og at okkara eftirlit [...] kann gera sítt til, at keyparar aftra seg við at keypa føroyskan alifisk. Hann heldur tí, at føroyskir myndugleikar eru ov skjótir at almannakunngera slík mál. Hann er ikki fyri at dylja slík mál. Men
og vísir seg at vera væl egnað til endamálið. Har er nógv áhugavert at síggja, eisini har var fólk, ið greiddu frá tí, ið inni var. Við havnarlagið í Leirvík var so reint og ruddiligt, at tað kundi eingin [...] Hugsa sær til, at tá hesi húsini vóru bygd, vóru tey næststørstu hús í Føroyum, einans Amtmannsborgin var størri. Inni har fingu vit nógv at síggja og vita, blíðskapurin var góður, oman á fingu vit kaffi [...] bygd, tað er hon eisini. Tá man sær alt tað slættlendi, ið har er, er væl hugsandi, at menn, ið hava havt hug til at velta upp úr nýggjum, hava búsett seg har. Lendið hevur verið dragandi á so mangan hátt