Útland

Fangar fáa samsýning

Flóðaldan annan jóladag í fjør gav fleiri hundrað indonesiskum fangum høvi at rýma úr fongslunum, men tað vóru kortini minni enn so allir, ið tóku av tí sjáldsama tilboðnum.
Fleiri hundrað fangar valdu heldur at hjálpa bjargingarliðunum, og nú hevur indonesiska stjórnin gjørt av at samsýna teimum fyri tað. Hamid Awaluddin, løgmálaráðharri, sigur við BBC, at stjórnin hevur gjørt av at skarva helmingin av fongsulstíðini hjá umleið 300 fangum, aftur fyri at teir hjálptu bjargingarliðunum. Indonesisku myndugleikarnir plaga at linna revsingar hjá fangum í sambandi við tjóðardagin, sum er 17. august, men tá er vanliga bara talan um at skarva nakrar mánaðir av revsingini.
Landsparturin Aceh fór sera illa av jarðskjálvtanum og flóðalduni annan jóladag, sum kravdu umleið 130.000 mannalív har. Fleiri fongsul fóru illa, og nógvir fangar druknaðu, tí teir sluppu ikki úr teimum stongdu klivunum, sigur BBC.

Kvinnur tosa meiri enn menn

Menn hava leingi vitað, at tað er so, og kvinnurnar vita tað kanska eisini, men nú er tað so staðfest, at kvinnur tosa nógv meiri enn menn.
Ein kanning í Týsklandi vísir, at kvinnur siga umleið 24.000 orð um dagin ella tvær ferðir meiri enn menninir. Hinvegin kemur kanningin til ta niðurstøðu, at menn siga ofta annað enn tað, sum teir veruliga meina, og tí hevur forlagið Lagenscheidt givið út eina bók, sum skal hjálpa teimum báðum kynunum at skilja hvørt annað. Bókin er ætlað kvinnunum. Bókin til menninar kom út í fjør.
Susanne Froehlisch, sum hevur verið við til at skriva bókina, sigur við Reuters, at tað er ikki altíð so heppið, at menn tosa minni enn kvinnur. Eitt nú hevur tað víst seg, at í Týsklandi velja nógvar kvinnur at skiljast, tí menninir siga ov lítið.

Ísurin tiðnar

Í Týsklandi bera myndugleikarnir ótta fyri, at um tjúgu ár verður eingin ísur eftir á landsins hægsta fjalli, Zugspitze.
Nú um dagarnar var umhvørvismálaráðharrin í Bayern, Werner Schnappauf, uppi á á tí 2962 metrar høga fjallinum, og hann segði seg vera skelkaðan av at síggja, hvat er í ferð við at henda. Hann segði seg ikki ivast í, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum ger, at ísurin á Zugspitze tiðnar, tí sambært kanningum er meðalhitin í Alpunum hækkaður næstan tvey stig seinastu 70 árini. Werner Schnappauf segði, at gongdin fer at fáa óhepnar avleiðingar fyri tey nógvu vetrarítróttarstøðini har suðuri í Týsklandi, tí frostdagarnir fækka skjótt, segði hann.
Týskir vísindamenn hava roknað út, at ein heitan summardag renna umleið 35 milliónir litrar av vatni oman av Zugspitze. Tað svarar til ta dagligu vatnnýtsluna í einum býi við knappliga 300.000 íbúgvum, siga teir.

Avdúkingar um Hitler

Ein sending, sum kemur í týska sjónvarpið ZDF næsta týsdag, avdúkar ymisk viðurskifti hjá nazileiðaranum Adolfi Hitler og hansara næstu.
Undir rannsóknum eru tveir søgufrøðingar komnir fram á eina dagbók hjá Paulu Hitler, sum var systir Adolf. Har sæst, at pápi teirra var sera harðligur, og at hann javnan bukaði bæði børnini, sjálvt um mamman royndi at verja tey sum best. Men Adolf var lítið mætari, tí hann gjørdi seg ofta inn á ta sjey ár yngru systrina. Millum annað sló hann hana fleiri ferðir í andlitið.
Søgufrøðingarnir Timothy Ryback og Florian Beierl siga, at uppvøksturin hjá Adolfi Hitler hevði stóra ávirkan á hann, og at í veruleikanum bleiv ágangurin hjá ríki hansara grundlagdur longu tá. Teir vísa á, at sambært einum skjali, sum teir hava funnið, gav Hitler boð um, at ein av hansara egnu skyldkonum í gasskamarið, tí hon leið av tunglyndi. Eftir uppfatanini hjá Hitleri var hon ikki egnað at liva, siga søgufrøðingarnir við bretska blaðið The Guardian.