Útikonsert í Grøv

Fríggjakvøldið var ein útikonsert úti í Grøv í Klaksvík. Nógv fólk løgdu sær leiðina út í Grøv, har tónleikur, dansur og hugnin vóru í hásætinum

Klaksvík:
Tónleikurin fekk so sanniliga eisini sítt pláss á Nordvesten mentanarstevnuni. Nógvar konsertir vóru á skránni, men tað heilt stóra tiltakið við tónleiki má sigast at hava verið tað, sum var úti í Grøv fríggjakvøldið.
Tað byrjaði um tíggjutíðina við, at Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg. Síðani komu teir vældámdu Dixi á pallin. Og teir høvdu eina góða framførslu og settu lív í. Manskórið Fóstbræðir hevði somuleiðis eina framførslu, men hendan hoyrdist ikki so væl allastaðni. Økið úti í Grøv er stórt, og pallurin var í tí størra av teimum gomlu hyljunum, so tað var trupult at hoyra teir heilt niðan, har tey ovastu stóðu. Men tey, sum stóðu niðri við hyljarnar hoyrdu væl. Hinvegin var ongin trupulleiki, serliga tá Dixi var á pallinum. Teir hoyrdust langan veg við teirra lætta og vælsvingandi tónum.
Í millum løgini hjá Fóstbræðir fór dirigenturin hjá teimum brádliga at leita eftir telefonini, men so peikaði formaðurin í kórinum á Dáva Winther, sum hevur verið samskipari av stevnuni fyri Klaksvík. Dávur er gamal kenningur hjá kórinum, og teir heittu á hann um at syngja við í kórinum. Og hann sang so tvey løg saman við honum. Og hann fegnaðist um hendan heiðurin.
Síðani fór Folldal Janitsjarkorps á pallin. Og Klaksvíkar Dansifelag sýndu fram føroyskan dans í lítla hylinum. Ringurin var stórur, og tað má sigast at vera tekin um, at Klaksvíkar Dansifelag er eitt felag í menning.
Tvær norskar kvinnur rundaðu av við eini framførslu, har tær spældu upp á violin og sungu.
Meðan allar hesar framførslurnar fóru fram á pallinum, glímaðust íslendskir víkingar longri uppi og seldu prýðislutir. Føroya Bjór bjóðaði leskidrykkir.
Tiltakið úti í Grøv endaði við, at øll slógu ring og dansaðu føroyskan dans sum øðrum veitslum er líkt.
Tað mundu vera væl oman fyri 1.000 fólk til hetta tiltakið úti í Grøv, so lagt varð upp til tað heilt stóra náttarlívið, tá fólk fóru heim í býin um hálvgum tvey tíðina. Men so var ikki. Stórdansur var í KÍ høllini, men har kom ikki tað stóra av fólki. Og yvirhøvur vóru ikki nógv fólk at síggja í býnum um náttina.
Alt í alt er Dávur Winther sera vælnøgdur við Nordvesten 2003, sum heldur fram í Íslandi um tvey ár.
? Alt klappaði væl í ár. Veðrið hevur verið avbera gott allar dagarnar, og tiltøkini hava verið vælvitjað og væleydnað, sigur ein troyttur Dávur í stuttari viðmerking til stevnuna.