Útkoyrdar og útbrendar

- Hjartað brennur avgjørt fyri B6 og sjúkrasystrayrkinum, men nú er ovboðið. Tað tekur fleiri dagar at koma uppundan aftur eftir eina arbeiðsviku, og ikki bara vit, men eisini familjur okkara líða undir stóru arbeiðsbyrðuni. Hetta kunnu vit hvørki bjóða okkum sjálvum ella teimum, siga Ingun Gaardbo, Katrin Højgaard Høgnesen og Anna Justesen, sjúkrasystrar, sum allar hava sagt seg úr starvi

 

LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

 

Úr vindeyganum á skrivstovuni á B6 á Landssjúkrahúsinum síggja vit stóra leiðslubygningin oman fyri vegin reisa seg sum eitt fjall í stóra landslagnum av bygningum. Barakkin, har tey gomlu halda til, sýnist sum dukkuhús afturímóti. Uttanfyri er veðrið gott, turt og lýtt. Sjáldsamt miðskeiðis í jólamánaðinum. Innanveggja er luftin kaldari. Alt sær tó vanligt út. Kvikar sjúkrasystrar tita framvið, smárennandi millum stovurnar.

 

- Vit royna at lata sum um, at alt er sum tað eigur at vera, sigur ein sjúkrasystir, sum kvikliga beinir okkum inn á eina stovu. Fjølmiðlarnir eru ikki vælkomnir í arbeiðstíð, eru boð komin frá leiðsluni um. Tríggjar sjúkrasystrar, sum vit hava sett stevnu, hava tó verið so beinasamar at brúka døgverðasteðgin til at greiða okkum frá persónligu avleiðingunum, tað hevur fyri tær allar 18, at tær hava kent seg noyddar at siga seg úr starvi.

 

- Hjartað brennur avgjørt fyri B6 og sjúkrasystrayrkinum, men nú er ovboðið. Vit eru útkoyrdar og útbrendar, sigar tær allar við ein munn, Ingun Gaardbo, álitiskvinna á B6, Katrin Højgaard Høgnesen og Anna Justesen. Ingun og Katrin hava arbeitt á B6 síðani ávikavist 1987 og 1988, og Anna seinastu sjey árini.

 

 

 

Persónlig avgerð

 

Hjá hvørji einstakari sjúkrasystir, sum hevur sagt seg úr starvi, hevur tað verið ein persónlig avgerð at siga seg úr starvi.

 

- Skal eg arbeiða 20 ár afturat sum sjúkrasystir, kann eg ikki halda fram undir hesum arbeiðstrýstinum og arbeiðsbyrðuni. Tað tekur fleiri dagar at koma upp undan aftur eftir eina arbeiðsviku. Familjan líður eisini av somu grund. Mín familja tekur fult undir við míni avgerð, hóast vit avgjørt ikki klára okkum bert við eini inntøku, sigur Katrin Højgaard Høgnesen, sum hevur umhugsað sína avgerð um at siga upp væl og leingi.

 

Ingun Gaardbo var tann fyrsta av teimum átjan, sum segði upp.

 

- Eg kann ikki bjóða mær sjálvari ella mínari familju hetta lívið. Og av tí, at so nógv er at gera alla tíðina, verður einki gjørt so væl sum vit kundu hugsað okkum tað. Eisini, tá ið vit hava frí, hugsa vit um arbeiðið. Tað er ómetaliga strævið at vera til arbeiðis, tá ið ein er illa upplagdur.

 

- Tað sum pínir mest, er, at eg ikki orki at taka mær av mínum børnum, tá ið eg komi heim úr arbeiði. Útlitini fyri einum bata vóru og eru ring, so tað einasta eg kundi gera, var at siga upp. Eg hugsi ikki so nógv um, hvussu støðan hjá okkum verður eftir 1. jan. við eini inntøku minni. Sjálv havi eg einki ímóti at gera okkurt heilt annað, sigur hon.

 

Sum sjúkrasystir hevur Anna Justesen arbeitt á øðrum deildum eisini, men einki kann samanberast við arbeiðstrýstið á B6, sigur hon.

 

- Uttan at taka nakað frá nøkrum, er hetta nógv tann strævnasta deildin eg havi verið á. Sjúkrasystralesandi, sum koma á deildina í starvsvenjing, siga við ein munn, at her skulu tey ikki arbeiða, greiðir Anna frá.

 

At siga farvæl til eina inntøku, hevur givið vøkunætur hjá fleiri.

 

- Maður mín er útróðrarmaður og tann inntøkan kann vera svikalig. Tað merkist hjá okkum øllum, at ein inntøka verður minni, men vit hava ongan annan møguleika um leiðslan ikki setur fleiri fólk, sigur Anna Justesen.

 

 

 

Illgrunasamt

 

Ingun, Katrin, Anna og hinar sjúkrasystrarnar á B6 kenna seg ikki sørt eygleiddar í hesum døgum. Fólk úr leiðsluni halda neyvt eyguni við, hvat verður gjørt og hvussu, kannað pappír og annað.

 

- Tað tykist, sum tey leita eftir onkrum trupulleika her á deildini. Vit hava ongar samstarvstrupulleikar á deildini, heldur tvørturímóti. Øll frá gongsgentu til lækna arbeiða ógvuliga væl saman, og tað hevur gjørt, at nógvar hava hildið út so leingi, siga tær allar.

 

Arbeiðið á B6 er øðrvísi enn á øðrum deildin. Her koma sjúklingar akutt inn, her liggja nógv við kroniskum sjúkum, so sum maga-tarmsjúkum, her koma fólk, sum hava fingið heilabløðing, her liggja eldri óhjálpin fólk, og eisini parkenson-sjúklingar, sum tørva hjálp til alt.

 

- At hava við so ymiskar sjúklingar at gera, krevur eina stóra og breiða vitan. Men tá ið arbeiðið hjá okkum er so strævið, eisini kropsliga, hava vit aldri orku til at menna okkum fakliga, sigur Anna Justesen.

 

- Uppgávurnar hjá okkum eru nógv broyttar og øktar alt meðan sama tal av fólki arbeiðir her, sigur Katrin Højgaard Høgnesen.

 

Sjúkradagatalið hjá sjúkrasystrunum er eitt gott barometur fyri, hvussu heilsustøðan hjá teimum er. Í 1997 var talið 387, sum varð mett at vera eitt høgt tal. Talið í fjør var 545.

 

Síðani tvístøðan tók seg upp millum sjúkrasystrarnar og leiðlsuna, er arbeiðstrýstið á B6 minkað nakað, og munandi seinastu dagarnar. Teir krevjandi og akuttu sjúklingarnir eru sendir á hina medisinsku deildina, B7.

 

- Hetta virkar fyri okkum rættiliga løgið og illgrunasamt. Trupulleikarnir verða bara fluttir á henda hátt, sigur Katrin Højgaard Høgnesen.

 

 

 

Vónbrot

 

Tað var tíðliga í vár, at sjúkrasystrarnar gjørdu bart og sendu leiðsluni bræv, har tær vístu á ótolandi arbeiðsviðurskifti teirra og at deildini tørvaði fleiri sjúkrasystrar. Beinanvegin fingu tær at vita, at deildin fekk ikki fleiri sjúkrasystrar og fleiri tól vórðu heldur ikki keypt. Seinastu árini eru fleiri sjúkrasystrar farnar úr starvi av somu orsøk sum hesar átjan, og nógvar hava í longri tíð tosað um at siga upp.

 

- Ótolandi støðan hevur vart alt ov leingi. Tá ið vit sendu brævið til leiðsluna, høvdu vit satt at siga væntað at verðið tiknar í álvara. Eingin okkara hevði roknað við, at vit ikki fóru at fáa undirtøku fyri okkara sjónarmiðum. At sjúkrarøktarleiðarin, sum vit fóru í verkfall fyri at fáa í starv, ikki skilir okkara støðu, er ógvuliga skuffandi. Hon arbeiðir avgjørt ikki við okkum. Vit kenna tað sum um hon og leiðslan stingur okkum í ryggin. Hon kundi roynt at arbeitt her eina tíð, so hevði hon skilt, hvussu strævið tað er, sigur Ingun Gaardbo.

 

- Fyri mær virkar tað sum um vit tosa um hvør sítt. Leiðslan vil vera við, at vit hava samstarvstrupulleikar, meðan vit siga, at arbeiðsbyrðan er ov stór, sigur Katrin Højgaard Høgnesen.

 

 

 

Stuðul fløvar

 

Fakfeløg og starvsbólkar hava lýst sjúkrasystrunum sín fulla stuðul í stríðnum at fáa nøktandi arbeiðskor.

 

- Tað fløvar veruliga, at starvsbólkar her á sjúkrahúsinum stuðla okkum. Eisini sjúklingarnir sjálvir skilja okkum, sigur Anna Justesen.

 

- Fólk á gøtuni skilja okkum betur enn leiðslan, sigur Ingun Gaardbo.

 

Anna Justesen og Katrin Højgaard Høgnesen hava kannað møguleikarnar fyri arbeiði uttanlands.

 

- Noreg er ein møguleiki, og tað kundi verið, at eg fór til Noregs at arbeiða eina tíð um tað verður neyðugt uttan familjuna, sigur Katrin Højgaard Høgnesen.