men sum tey ikki hava ráð til. Viðhvørt hava vit varhugan av, at tey ikki eru so ovurhondsfegin, tá tey so endiliga høvdu fingið síni ynski uppfylt. Tey smáu byrja við jólakalendara, ikki bert einum, nei [...] árin á tað, sum børnini hoyra og síggja. Eg eri persónliga vónsvikin av, at miðlarnir í ár eru við til at avkristna jólini. Hví eg haldi tað? Tað er alt, alt ov nógv nissuprát og einki um Jesusbarnið, krubbu [...] vættrar og so er ein væltalandi jólarotta komin (ístaðinfyri krubbuna?). Álvaratos! Latið børnini ikki missa Jesusbarnið, krubbuna ella einglarnar. Eingil bar gleðiboð: Tykkum er í dag ein frelsari føddur
skulu nýggju upptøkureglurnar ikki setast í verk fyrr enn ein telduskipan er tillagað og klár at taka í brúk. Av tí sama er tíð til at útseta viðgerðina av upptøkureglunum til omanfyri nevndu kærur eru avgreiddar [...] Rasmussen, nevndarlimur í Foreldrafelagnum í áheitan til býráðið. Hóast Foreldrafelagið hevur havt nýggju upptøkureglurnar til ummælis metir felagið ikki, at arbeiðsbólkurin, ið hevur tilevnað nýggju reglunum [...] ið vit bóru fram, er tikið til eftirtektar, sigur Marita Rasmussen í viðmerking til áheitanina. Foreldrafelagið sendi longu 6. november í fjør eitt uppskot um upptøkureglur til formannin í sosialu nevnd
motorurin helt ikki til stríðið, og teir fingu stórar trupulleikar av honum fyrsta summarið. Endin var, at teir noyddust at skifta hann út. "Sannheitin var, at man var ov fátækur og hevði ikki ráð at keypa tann [...] avreiddu eisini til Nordafar. Teir vóru heldur longri úti enn maskinbátarnir - upp í einar fimm-seks dagar. Summir nýttu høvið til at landa í Føroyingahavnini sunnudag, tí tá fiskaðu teir ikki kortini. De [...] um, sum komu í Føroyum í sekstiárunum. Fløkini vórðu seld til Bretlands og USA, og frystiskip sigldu í beinleiðis rutu úr Føroyingahavnini til amerikanskar havnir við fiskinum. Føroyskir útróðrarmenn lótu
niðan í dansistovuna til ein borðtennis-dyst ella í skúlan til nøkur "aerobik"- stev. Kanska tí, at hevur tú ikki heilsuna í lagi her úti, so er tú á reyvuni og hevur alla grund til kroniskan ampa. Men [...] fara til Klaksvíkar ella Havnar í neyðsynjarørindum til lækna/serlækna/tannlækna við onkrum av okkara 7 børnum, mær sjálvari, manninum ella hundinum. Tað undrar, at útoyggjastuðulin ikki røkkur til hesi [...] tá floglíkindi ikki eru, er Másin neyðugur. Men alt letur seg gera, tá ein hevur gott fólk rundan um seg. Tað ber til at ringja til manningina, sum hevur frí og spyrja, um tað ber til at sigla ein eykatúr
fingið kunstnarar til Føroya, sum annars ikki vóru komnir: musikarar, sjónleikarar høvundar, myndlistafólk og onnur. Tað er eisini karmur um eitt ríkt føroyskt mentunarlív, sum ikki kundi verið húsið fyriuttan [...] eru fjar og ikki nær. Vandaleys viðurskifti. "Hetta er bara ein kaffiklubbur" hevur hann lyndi at siga. Vit hava hitt Dan Reinert Petersen á máli: Er Norðurlandaráðið eitt "vandaleyst ráð", sum Jógvan [...] hava ávirkan á gongdina. Um Norðurlandaráðið er eitt ?vandaleyst ráð?, kann ein og hvør meta um. Fólk eru høvisk, og klandursmál hava ikki verið viðgjørd í mínari tíð. Tú ert lærari, hevur eisini roynt teg
ímóti. At fáa Norðurlond til Føroya og Føroyar til Norðanlond varð góð stevna. At vit hava fisk, hval o.s.fv. vilja nógv gera hetta til nakað gott, mergjað, men tað er tað ikki bara, tí tá vit seta okkara [...] hetta leiða til órætt og mun á fólkum. Eisini at angloamerikanska árinið, ið globaliseringin av mentan og granskning kann elva til domenetap, men ein altjóðagerðing elvir eisini hin vegin til øktan áhuga [...] við vitan og tí tilfeingi, sum vællærd fólk eru, globalir í dag, meðan tey, sum ikki kunnu fylgja við, enda sum áskoðari til sítt egna lív. Globala elitan livir í einum púra ymiskum sosialum "rúmi", meðan
an fiskin við góðari góðsku til lands, at verða virkaður til mat?na, so gevur hetta nógv arbeiðið á virkjunum á landi, minkar um arbeiðs?loysið og gevur øktar inn?tøk?u?r til land og kommunur og økir um [...] nøgd av føði til botn??fiska?sløgini undir føroyum, og tá t.d. makrelurin etur bæði føð??ina og toska- og hýsuyngul, so verður tilgongdin av toski, hýsu og upsa so gott sum eingin - ikki orsakað av veiðutrýsti [...] sjóvarfiski í føroyskum sjó?øki, verð?ur tilgongdin til botn?fiska??stovnarnar sera av?mark?að?ur. Betra veiðumøguleikar hjá heimaflotanum Eg rokni ikki við, at botn?fiska?stovnarnir undir Føroyum koma at
parkini. Men tað er ikki einasta orsøkin til, at Tom L. Niel-sen er sannførdur um, at Esbjerg er júst tað rætta um-hvørvið til ein olju-granskingardepil. Hann vísir á, at við teim-um ikki færri enn 160 olju- [...] nýskapan hevur sett av til orku-gransk-ing næstu tvey árini. – Útsøgnirnar hjá gransk-ingarráðaharranum, Helge Sander, boða í øllum førum frá góðum, sigur Tom L. Nielsen, og sipar til, at ráð-harrin fyri stuttum [...] aðalmálum, at ein oljugranskingardepil fær sæti í Esbjerg. – Fara vit ikki undir slíka gransking sum skjótast, fer oljubýurin Esbjerg ikki at standa seg í altjóða kapp-ingini um at útvega nýggja oljutøkni
at liva fyri. Felagið kann, um tað hevur ráð til tess, lata spælaranum meira í løn, men tað er ikki eitt krav. Í allar flestu førum hava feløgini ikki ráð til at hava útlendingarnar sum fulltíðar yrkisspælarar [...] sleppa at nýta sínar førleikar til fulnar, tann partin av arbeiðsvikuni, tey eru á arbeiðsmarknaðinum. Og at forvinna tað, tey nú einaferð hava møguleika til. At noyða tey til einans at forvinna 2000 kr um [...] Tjóðveldi ------ Útlendsk ítróttarfólk fáa sersømdir at koma til Føroya. Men afturfyri skulu tey haldast í ein láglønarbólki, og sleppa sostatt ikki at virka á sama hátt sum tú og eg. Hetta er beinleiðis órímiligt
bíliga arbeiðsmegi til landið. Tað gagnar ongum og er til skaða fyri limirnar hjá Arbeiðsmannafeløgunum. Serskipan fyri ítrótt er neyðug Av tí at ítróttarfeløg ikki hava ráð at gjalda løn til leikarar verður [...] treytir. Annar av teimum sigur, at fær konan ikki arbeiðsloyvi so kemur hann ikki aftur og hin veit ikki. Sostatt flyta allir uttan ein av landinum. Hetta verður til óbótaligan skaða. Primitiv nationalisma [...] føroyingar til arbeiðis eiga tey at tosa við arbeiðsgevararnar um. Kann verða at teir hava eina frágreiðing. Um teir ikki hava tað, hevur viðkomandi arbeiðsgevari ein trupulleika. Tað ber ikki til at tosa