Útlendsk ítróttarfólk á B-liðið

Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
------

Útlendsk ítróttarfólk fáa sersømdir at koma til Føroya. Men afturfyri skulu tey haldast í ein láglønarbólki, og sleppa sostatt ikki at virka á sama hátt sum tú og eg. Hetta er beinleiðis órímiligt og ger, at útlendsku ítróttarfólkini verða dømd at vera á einum B-liði í føroyska samfelagnum, uttan somu møguleikar sum aðrir borgarar.

Eitt útlendskt ítróttarfólk sleppur í mesta lagið at forvinna sær 8616 kr um mánaðin, afturat lønini, tey fáa frá felagnum, tey spæla fyri. Kravið til felagið er einans, at tað betalir spælaranum 9335 kr um mánaðin. Tað merkir, at ein útlendskur spælari í mongum førum einans hevur 17 951 kr um mánaðin at liva fyri. Felagið kann, um tað hevur ráð til tess, lata spælaranum meira í løn, men tað er ikki eitt krav.

Í allar flestu førum hava feløgini ikki ráð til at hava útlendingarnar sum fulltíðar yrkisspælarar, ella geva teimum eina løn, sum er til at liva fyri. Tí noyðast hesi fólkini arbeiða við síðuna av. Her sigur avtalan so, at tey kunnu arbeiða 19,2 tímar um vikuna við síðuna av. Sjálvandi eiga tey at sleppa at nýta sínar førleikar til fulnar, tann partin av arbeiðsvikuni, tey eru á arbeiðsmarknaðinum. Og at forvinna tað, tey nú einaferð hava møguleika til. At noyða tey til einans at forvinna 2000 kr um vikuna, ella 8616 um mánaðin, er at diskriminera ein ávísan samfelagsbólk.

Tað kann ikki vera rætt, at vit bjóða hesum útlendingum heilt aðrar treytir fyri at virka og liva í Føroyum, enn vit bjóða øllum øðrum borgarum. Vilja vit hava útlendingar at seta búgv í Føroyum í eitt tíðarskeið – og tað vilja vit jú fegin – so mugu vit sjálvandi geva teimum somu møguleikar at mennast fakliga, og at arbeiða og forvinna sær pening eins og aðrir borgarar í landinum.

Hetta er bert eitt av mongum dømum um fullkomna høpisloysi í, at okkara útlendingalóggáva verður stýrd úr danska integratiónsmálaráðnum.
Eftir ætlan skuldi útlendingaøkið verið yvirtikið í fjør. Men valdi hendan samgongan at útskjóta eisini hetta týdningarmikla mál til “parkeringsárið” 2011.