Útlit fyri oljugransking í Esbjerg

Góð útlit eru fyri, at peningur verður settur av til ein olju-granskingardepil í Esbjerg, nú danska stjórnin er farin undir seinasta samráðingarumfar um orkupolitikkin komandi árini

GRANSKING

 

– Esbjerg livir í allar mátar upp til heitið ”Oljubýur” – uttan tá tað ræður um gransking í oljuvinnuni.

Tað staðfestir stjórin á vinnudeildini í Esbjerg Kommunu, Tom L. Nielsen, sum tí hevur sett sær sum eitt av sínum aðalmálum, at ein oljugranskingardepil fær sæti í Esbjerg.

– Fara vit ikki undir slíka gransking sum skjótast, fer oljubýurin Esbjerg ikki at standa seg í altjóða kapp-ingini um at útvega nýggja oljutøkni í framtíðini, legg-ur Tom L. Nielsen álvar-samur afturat.

Longu fyri tveimum árum síðani var hann við til at skriva eitt upplegg til granskingarráðið um, hvussu ein oljugransk-ingar-depil í Esbjerg kann skipast. Og allar góðar vónir eru nú um, at ein slíkur depil fær lut í teimum 4,7 milli-ard-unum, ið Ráðið fyri Tøkni og nýskapan hevur sett av til orku-gransk-ing næstu tvey árini.

– Útsøgnirnar hjá gransk-ingarráðaharranum, Helge Sander, boða í øllum førum frá góðum, sigur Tom L. Nielsen, og sipar til, at ráð-harrin fyri stuttum hevur nevnt Esbjerg sum eitt upp-lagt øki at skipa ein gransk-ingardepil innan olju- og gass.

Nýliga hevur Helge Sand--er aftur vissa um, at polit-iski áhugin fyri at styrkja granskingina í Es--bjerg, sum lið i orku-poli-tikkinum, er serliga stórur.

Rætta umhvørvið

Tom N. Nielsen hevur tískil góðar vónir – ikki minst tí tey longu nú eru klár at hýsa einum oljugransking-ar-depli í Esbjerg, um so skuldi verið. Í býnum er longu ein stór granskingar- og menningarpark, sum hevur tætt samstarv við Aalborg Universitet og Syddansk Universitet, sum eisini hava deildir í parkini.

Men tað er ikki einasta orsøkin til, at Tom L. Niel-sen er sannførdur um, at Esbjerg er júst tað rætta um-hvørvið til ein olju-granskingardepil.

Hann vísir á, at við teim-um ikki færri enn 160 olju- og frálandafyritøkunum, sum húsast í Esbjerg, ber illa til at fáa betri karmar um eitt samstarv millum tað ástøðiliga og tað prakt-iska.

– Nógv sløg av gransking krevja, at tey lesandi gera verkætlanir í tøttum sam-starvi við viðkomandi vinnu---grein, eins og tað er upplagt at brúka gestalær-ararar úr vinnulívinum. Royndir vísa, at hetta slagið av samstarvi og samskifti hevur eina røð av fyri-munum, tá tað ræður um gransking innan vinnulívið, sigur Tom L. Nielsen.

Sjálvur sær hann fyri sær ein depil við eini 15 starvs-fólkum og eini fíggjarætlan á umleið 20 milliónir árliga. Í fyrsta umfari.

– Sjálvt um olja og gass enn hevur eina framtíð, røkka okkara ætlanir innan orkugransking longur. Vind- og alduorka fara utt-an iva at hava ein týðandi leiklut komandi árini, og tí eiga vit longu nú at vísa, at Danmark eisini her kann ganga á odda innan nýggju tøknina, sum hesar orku-keldur fara at krevja, sigur Tom L. Nielsen, stjóri á vinnudeildini í Esbjerg kommunu.