Útlendsk ítróttarfólk

     

Eivind Jacobsen, Form. HSF
??????????????????????

Seinastu vikuna hevur nógv verið tosað um útlendsk ítróttarfólk í Føroyum. Nógvar ymiskar upplýsingar er komnar fram. Fyri at lýsa málið betri verða hesar reglur settar á prent.
Nú í nógv ár hava ítróttarfeløg styrkt seg við útlendskum leikaraum. Hetta byrjaði fyri minst 25 árum síðan. T.d.leikti David Jones við ÍF í 1979. Fram til 2001 hevði eingin nakað ímóti hesum. Fram til 2001 høvdu ítróttarfólk í praksis frítt at koma til Føroyar. Einasta treytin var játtan frá arbeiðsgevara um arbeiði fyri eina løn, sum var á hædd við eina arbeiðsmannaløn. Hóast hesar sera liberalu reglur var eingin innrás av útlendingum.
Í 2001 kendi Bjarni Djurholm seg noyddan at broyta mannagongdina viðvíkjandi arbeiðsloyvi til útlendingar. Arbeiðsloysi var sera lágt og nógvir útlendingar vóru í Føroyum. Meini eisini at okkurt úttalilsi frá løgregluni var um allar útlendingarnar, sum vóru í landinum.
Eingin visti tá við vissu, hvussu nógvir útlendingar vóru í landinum og var tað sjálvandi ein trupulleiki. Men nú skjótt 3 ár seinni er einki broytt. Eingin veit við vissu hvussu nógvir útlendingar eru í Føroyum. Hetta hóast allar umsøknir skulu umvegis Vinnumálastýri. Hetta er sera undarligt. Við øllum teldum vit hava í dag, átti hetta ikki at verið ein trupulleiki. Tað er púra burtur við at landsumsitingin ikki hevur tamarhald á hesum. Tað er sera bíligt og púra burtur við at skylda upp á danskarar.
Broytta skipanin í Vinnumálastýrinum gjørdi, at áðrenn Vinnumálastýri gav sítt viðmæli til eina umsøkn um arbeiðsloyvi var kravt av arbeiðsgevaranum, at hann hevði spurt hjá ALS um føroysk arbeiðsmegi var tøk. Kundi arbeiðsgevarin prógva at hann hevði spurt hjá ALS og at eingin føroysk arbeiðsmegi er tøk, so viðmælir Vinnumálastýri vanliga umsøknini. Í praksis fylgir Udlændingestyrelsen altíð avgerðini hjá Vinnumálastýrinum. Arbeiðs-loyvi er galdandi fyri 1 ár. Fyri at endurnýggja arbeiðsloyvi skal søkjast av nýggjum. Mannagongdin er tann sama, um talan er um umsøkjara, sum søkjur fyrstu ferð, ella um ein umsøkjari longu hevur arbeitt í eitt ella fleiri ár í Føroyum. Hesar treytir tryggja, at útlendsk arbeiðsmegi ongan møguleika hevur at taka arbeiði frá føroyingum. Nú arbeiðið í landinum minkar fer Vinnumálastýrið at frámæla at arbeiðsloyvi verða givin útlendingum. Vansin við hesum er at ítróttarfeløg missa møguleikan, sum tey annars hava havt í meira enn 25 ár, at brúka útlendskar leikarar.

Hvat tjena ítróttarfólk í Føroyum
Útlendingar, sum íðka ítrótt í Føroyum, tjena ikki nógvar pengar. Teir fáa eina samsýning sum kanska svarar til 2-4.000 um mánan. Onkur fær meira og onkur fær minni. Tað er avgerðandi neyðugt at hesi fólk hava eitt arbeiðið við síðuna av. Ítróttarfeløgini megna ikki at gjalda 10.000 pr. mána til leikarar. Tað ber til at finna útlendsk ítróttarfólk, sum vilja koma her og eru nøgd við minni løn enn hetta. Men ein treyt fyri arbeiðsloyvi er, at lønin er á hædd við eina arbeiðsmannaløn. Hendan treytin er rímulig, tí annars kann tað henda at vit fáa bíliga arbeiðsmegi til landið. Tað gagnar ongum og er til skaða fyri limirnar hjá Arbeiðsmannafeløgunum.

Serskipan fyri ítrótt er neyðug
Av tí at ítróttarfeløg ikki hava ráð at gjalda løn til leikarar verður úrslitið, um eingin serskipan verður gjørd, at eingi útlendingar leika hondbólt í Føroyum. Tað eru so vítt eg veit bert tveir útlendskir venjarar í leika hondbólt, sum lúka hesar treytir. Annar av teimum sigur, at fær konan ikki arbeiðsloyvi so kemur hann ikki aftur og hin veit ikki. Sostatt flyta allir uttan ein av landinum. Hetta verður til óbótaligan skaða.

Primitiv nationalisma
Høgni Hoydal gjørdi saman við Bertel Haarder eina skipan sum, um hon var sett í verk, hevði hjálp ítróttarfeløgunum sera nógv. Men Jógvan við Keldu hevur sagt, at tað kemur ikki upp á tal at seta hesa skipan í verk. Hví hendan skipan ikki kann setast í verk er trupult at skilja.
Væl veit eg, at tað finnast fólk, sum ynskja allar útlendingar av landinum. Somu fólk síggja muslimar allastaðni. Men her haldi eg at tey síggja trøll á ljósum degi. Meti heilt avgjørt at tað bert er ein lítil minniluti sum stuðlar slíkari primitivari nationalismu. Tí átti ikki at verið neyðugt hjá Jógvan við Keldu at lurta mest eftir teimum og minst eftir ÍSF.
Talan er ikki um flóttafólk, sum vit ongantíð sleppa av aftur við. Vit tosa um fólk sum skulu hava arbeiðsloyvi. Tey kunnu sendast av landinum nær tað skal verða. Tí er eingin trupulleiki.

Nógv tosa uttan at vita
Tað hava verið nógv úttalilsir at hoyrt. M.a. frá FA og HA. T.d. er nevnt at hækka áramálið soleiðis at tað skal taka 7 ár heldur enn 5 ár at fáa ríkisborgarararætt. Tey áttu at vita at tað langt síðan er broytt og at treytin í dag er 7 ár. Hetta boðar ikki frá sakligum orðaskifti. Eisini er trupult at skilja at limir hjá FA og HA verða bólkaðir eftir um teir eru føroyingar ella útlendingar. Eg trúði at allir limir vóru líka. Men tá formenn kunnu útala seg um, at summir limir taka arbeiði frá øðrum limum er tað helst munur á monnum. Útlendingar koma sambært galdandi reglum bert um arbeiðsgevarar hava tørv á teimum. Tí áttu teir at havt somu rættindi sum øll onnur, meðan teir eru her. Meti at hetta minnur mest um rasismu.
Tað at arbeiðsgevarar taka útlendingar fram um føroyingar til arbeiðis eiga tey at tosa við arbeiðsgevararnar um. Kann verða at teir hava eina frágreiðing. Um teir ikki hava tað, hevur viðkomandi arbeiðsgevari ein trupulleika. Tað ber ikki til at tosa alment um trupulleikar uttan at leggja prógv á borið. Tað átti eisini at verið ein skylda at siga frá á rætta stað.
Heldur enn at koma við rasistiskum úttalilsum áttu FA og HA at arbeitt fyri sínum limum. Hetta tykir mær sum at hoyra línumenn tosa um troling á landleiðini fyri 10 árum síðan. Tað byggir einki land. Ímeðan vit sita hendur í favn og tosa og skylda upp á tey sum ikki skilja okkara mál og tí ikki kunnu svara fyri seg, fóru seinasta ár uml. 1000 arbeiðspláss óvirka av landinum. Men tað kostar sjálvandi atkvøður at tosa Ingeborg og Hans ímóti og tí kann ikki roknast við at nakar politikari torur at tala at.
Jógvan við Keldu sigur seg vilja herða reglurnar. Men Jógvan við Keldu hevur als einki gjørt. Somu reglur, sum settar vóru í gildi í 2001 eru í gildi í dag. Tí hevur Jógvan við Keldu ikki gjørt nakað sum helst. Og tað sum hann ætlar at gera er at linka verandi reglur. Hetta hóast at tann sum ætlandi skal fáa fyrimun av hesum, altso ÍSF, ikki tekur undir við hesum.
Bert spell at fjølmiðlarnir ikki eru meira vaks í hesum máli. Tað hevði forðað fyri at landsstýrismenn o.o. kunnu sleingja við pástandum, sum tæna egnum áhugamálum, hóast hald ikki er í teimum. Tað hevði eisini gjørt at ein saklig avgerð varð tikin. Líka mikið hvat tann avgerðin so hevði verið.

P.S. ÍSF og HSF kunnu sum ítróttarfelagsskapir ikki blanda politik upp í málið og noyðast at verða so sakligir sum til ber og kunnu tí ikki upplýsa á jøvnum fóti.