ársins spælari, við fínum frísparki økti til 2-0, og tá ið eitt korter restaði, var hann aftur upp á spæl og setti bóltin í málið og økti um leiðsluna til 3-0. Og so var tað í síðsta minutti, at Árni Frederiksberg [...] høgru, og so stýrdi Páll A. Klettskarð bóltin í málið. Páll er toppskjútti yvir allar í Klaksvík, og hetta var mál nummar 140 hjá honum. Hetta var longu í sætta minutti, og hóast KÍ hevði yvirvág, og hóast [...] fyri úr høgru, og KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen stýrdi bóltin síðsta lítla teinin inn um málstrikuna. Serliga stórur var fagnaðurin í KÍ leguni, tá ið tað restaðu 17 minuttir, og Jóannes Bjartalíð
sum vóru vónbrotnar av úrslitinum av løgtingsvalinum tann 20. januar. Og tí hava hesar fundast og tosað um at gera ein kvinnulista í eina tíð. Og mánakvøldið var so aftur ein fundur, har fitt av kvinnum [...] Annika Sølvará var ein av luttakarunum á fundinum, og hon sigur, at flestu kvinnurnar tóku undir við hesum. ? Huglagið var so avgjørt positivt á fundinum, og flest allar vóru við upp á at gera ein kvinnulista [...] hetta við einum kvinnulista til býráðsvalið vera eitt frálíkt hugskot, og leggur hon afturat, at um kvinnulistin verður veruleiki, og hann ger stóra nyttu, so er vónin, at tað fer at smitta av til løgtingsval
Svangaskarði, og hann man vera ein tann einsamallasti, sum nakrantíð hevur verið har. Tað er Berti Vogts, sum tað snýr seg um. Vesturtýskur HM og EM vinnari sum spælari, EM vinnari sum venjari og hjálparvenjari [...] dag. Teir spældu bara fótbólt í 45 minuttir, og tað vóru teir síðstu 45 minuttirnir. Í 1. hálvleiki gjørdu teir einki, púrt einki. Teir vóru aftanfyri 2?0, og munurin kundi havt verið uppaftur størri. Hví [...] um, og tað var ræðuligt. Í steðginum segði eg við teir, at tað framvegis var nóg nógv tíð til at venda gongdini og at vinna dystin. Í 2. hálvleiki høvdu vit nógv meiri spæl enn mótstøðumenninir, og vit
plássi, og toftamenn vístu góðan hugburð og stríddust fyri at vinna úrtøku. Men tá ið tikið verður samanum, so høvdu víkingarnir betri tak á bóltinum. Teir vunnu seg í nógvar góðar støður, og teir spældu [...] hann hevur verið skaddur, og tí Olaf Bárðarson og Poul Kallsberg havi staðið frammanfyri Jákup í kappingini um framrættaðu plássini í borðunum. Nú er Poul Kallsberg skaddur, og Jákup Johansen tók av álvara [...] Tað var á Svangaskarði í kvøld. Víkingur vann 2-1, og síðsta skotið av øllum var tað, tá ið Hjalti Strømsten úr 27 metrum og mitt fyri málinum smekkaði bóltin upp í málhornið til vinstru fyri seg sjálvan
mynda landsins stýri, gera tað við meirilutans vælsignilsi. A fekk 24,5%, B 20,3% og H 5,4%. Hetta gevur 50,2% av atkvøðunum, og tað er ein meiriluti. Hetta er ein veruleiki, sum eingin eigur at seta sp [...] sannføring – sett ein kross. Hetta er ein dýrabarur rættur, og vit kunnu fegnast um, at nógv okkara – úti við 90 av 100 – hava tikið við hesum høvi og soleiðis hava fagnað fólkaræðinum. Tað er eingin ivi um [...] spurnartekin við. Fyri 117 árum síðani yrkti Jóannes bóndi sangin, sum byrjar “Tað frættist nú og fregnast um land og um bý/ at konufólkaøldin hon rennur so ný...”. Hetta var í sambandi við, at konufólk fingu
rættinum, so fer tað at steðga meira enn 20 oljuframleiðsluloyvum og kann eisini koma at steðga framtíðar útbjóðingum. Føroyska oljufelagið Faroe Petroleum, Statoil, DONG og OMV, sum øll eru sera virkin á føroyska [...] viðkvom, har hvalur og delfinar hoyra til og sum eru vard sambært lógini. Stjórnin kann ikki vera vís í, í kjalarvørrinum á BP vanlukkuni, at boring í hesum økjum ikki kann skaða umhvørvið, og kann tí heldur [...] at steðga oljuboring júst í hesum økinum, og tað var í 1999. Stjórin í Greenpeace, John Sauven sigur: -Tað letur til, at stjórnin letur út oljuloyvi til høgru og vinstru sum um eingin vanlukka hevði verið
Knudsen liðformansbindið, og so sat Dammurin í umklæðingarrúminum og iðraði seg, samstundis sum hann hoyrdi brølini frá teimum kring vøllin. Metti skeivt Tey, sum umaftur og umaftur hava hugt at upptøkuni [...] ferðir í hesi HM undankappingini, og nú er sannlíkt, at hann verður útihýstur í hvussu so er tvær tær næstu ferðirnar. Fyrra ferðin er ímóti Kekkia í Prag 20. august, og seinna ferðin er ímóti Kekkia á [...] bólturin helst ikki var á veg í málið, og so var tað ikki rætt at vísa reyða kortið. So hevði verið nóg mikið við brotssparkinum, Jan Dam hevði hildið fram á vøllinum, og tað hevði havt heilt aðrar fyritreytir
Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen og Olav Enomoto hava møtt upp til samfullar 39 tingfundir, síðani tingmanningin 3. februar 2004 á fyrsta sinni savnaðist eftir valið 20. januar, og sostatt hava hesir fýra verið [...] sum støðan er við Heðin og Olav. - Nýggir kustar feigað væl, og hatta er eitt afturvendandi mynstur, sigur Vilhelm flennandi, sum tó sjálvur ikki helmar hóast høga aldurin og mongu árini í tinginum. [...] á tingi síðani 1988, og javnaðarmaðurin sigur, at hann altíð hevur raðfest uppmøtingina høgt, tá tingið savnast. - Sambært tingskipanini hava allir tinglimir skyldu at møta upp, og hetta skuldi verið tikið
skeivu sendingarnar nógvar, og fleiri ferðir var um reppið, at heilt stórir møguleikar til Liverpool spurdust burturúr. Tann heilt stóri og kanska avgerandi møguleikin kom tó ikki, og liðini høvdu so smátt sett [...] aktuell. Milan helt høvdið púrasta kalt seinastu løtuna, og so var leyst og liðugt. Sjeynda steypið í meistarakappingini var komið til høldar, og við hesum helt Milan fast um heitið sum næst mest vinnandi [...] málið var mál nummar 500 hjá Milan í europiskum høpi, so broytti hetta talvuna á leikvøllinum til 2-0, og við bara knøppum 10 minuttum eftir visti Milan tá, at steypið við stóru oyrunum nú aftur var teirra
gamli Nikolai er sera keddur og skuffaður av avgerðini um, at hann og systkin hansara missa heitið sum prinsar og prinsessur. Tað sigur hann við Ekstra Blaðið. – Øll familjan og eg eru sjálvandi ógvuliga [...] Nikolai prins snýr avgerðin seg eisini um systkin hansara Felix prinsur, sum er 20 ár, og Heindrik prinsur, sum er 13 ár og Athenu prinsessur, sum er 10 ár. Tey bæði eldru eigur Joakim við Alexandru greivindu [...] ógvuliga hørm um tað. Vit eru, sum foreldur míni hava sagt, í sjokk av avgerðini og um, hvussu skjótt tað í veruleikanum hevur gingið. – Eg skilji als ikki, hví tað skal vera so, sigur hann. Fyrr í dag fekk Ekstra