Felagsskapurin hevur stevnt ongum minni enn bretsku stjórnini og vil hava hana at steðga boring til havs í kjalarvørrinum á óhappinum í Meksikanska flógvanum.
Endamálið hjá sakførarunum hjá Greenpeace er at fáa Hægstarætt (Royal Courts of Justice) at stegða stjórnini at lata loyvini í nýggjasta útbjóðingarumfarinum at bora á djúpum vatni, til orsøkirnar til óhappið í Meksikoflógvanum eru kannaðar til botns. Hetta skrivar Shetland News, sum veit at siga, at ein hoyring um málið verður í næstum. Um átakið hjá Greenpeace fær viðhald í rættinum, so fer tað at steðga meira enn 20 oljuframleiðsluloyvum og kann eisini koma at steðga framtíðar útbjóðingum. Føroyska oljufelagið Faroe Petroleum, Statoil, DONG og OMV, sum øll eru sera virkin á føroyska landgrunninum, eru millum feløgini, sum hava fingið tillutað leitiloyvi í seinastu útbjóðingini vestan fyri Hetland.
Sakførararnir hjá Greenpeace vísa á, at leitiloyvini liggja tætt upp at økjum, sum eru umhvørvisliga viðkvom, har hvalur og delfinar hoyra til og sum eru vard sambært lógini.
Stjórnin kann ikki vera vís í, í kjalarvørrinum á BP vanlukkuni, at boring í hesum økjum ikki kann skaða umhvørvið, og kann tí heldur ikki lata loyvini fyrr enn ein umfatandi umhvørviskanning er gjørd, sum lógin eisini krevur sigur Greenpeace.
Felagsskapurin sigur, at stríðið í Hægstarætti fer heilt vist at fáa klokkurnar at ringja í oljuídnaðinum. Greenpeace hevur áður megnað at steðga oljuboring júst í hesum økinum, og tað var í 1999.
Stjórin í Greenpeace, John Sauven sigur: -Tað letur til, at stjórnin letur út oljuloyvi til høgru og vinstru sum um eingin vanlukka hevði verið í Meksikoflógvanum yvirhøvur. Og tað má hon gevast við. Oljuvinnan borar í meira váða- og vandafullum økjum í bretskum sjógvi, har oljudálking kann gerast ein vanlukka fyri djóralívið. Tað er tí, at vit nú fara við stjórinini til Hægstarætt. Eitt óhapp vestan fyri Hetland fer at gera tað nógv torførari at rudda upp orsakað av oftani ringa veðrinum í økinum og tað verður eisini nógv torførari at sleppa av við oljuna í kalda sjógvinum, sum tí fer at hava nógv álvarsligari avleiðingar fyri djóralívið enn í Meksikanska flógvanum. Vit hava spurt stjóran í Faroe Petroleum, Graham Stewart, hvørjar avleiðingar ein møgulig avgerð í Hægstarætti at steðga framtíðar boringum fer at fáa fyri felagið. –Eg havi onga viðmerking til hetta í løtuni er stutta svarið.










