Nikolai skilir ikki avgerðina hjá ommu at taka prinsaheitið

Eins og foreldrini er 23 ára gamli Nikolai prinsur »í sjokk« av, at Margreta drotning tekur prinsaheitið frá honum.

 

23 ára gamli Nikolai er sera keddur og skuffaður av avgerðini um, at hann og systkin hansara missa heitið sum prinsar og prinsessur.

Tað sigur hann við Ekstra Blaðið.

– Øll familjan og eg eru sjálvandi ógvuliga hørm um tað. Vit eru, sum foreldur míni hava sagt, í sjokk av avgerðini og um, hvussu skjótt tað í veruleikanum hevur gingið.

– Eg skilji als ikki, hví tað skal vera so, sigur hann.

Fyrr í dag fekk Ekstra Blaðið fatur á pápa Nikolai, Joakim prinsi, í París.

Tá segði hann, at tað ongantíð er stuttligt at »at tað verður gjørt børnunum fortreð. Tey skilja hetta als ikki«, segði hann.

Joakim prinsur tykist rørdur í samrøðuni, og tá hann verður spurdur, hvussu hetta ávirkar viðurskiftini við mammuna, Margretu drotning, svarar hann eftir drúgvan steðg:

»Det tror jeg ikke, at jeg behøver at uddybe«.

Upp á spurningin um, hvørt Nikolai prinsur er eins rørdur av støðuni sum pápain, svarar tann 23 ára gamli prinsurin:

– Ja. Tað eru vit øll. Eg havi ikki sæð brotið, men eg havi lisið og hoyrt um tað, so ja.

Hvat ósmejan fer at merkja fyri viðurskifti hansara við ommuna er »lidt i samme dur, som da min far blev spurgt«, sigur hann við Ekstra Bladet.

Umframt Nikolai prins snýr avgerðin seg eisini um systkin hansara Felix prinsur, sum er 20 ár, og Heindrik prinsur, sum er 13 ár og Athenu prinsessur, sum er 10 ár.

Tey bæði eldru eigur Joakim við Alexandru greivindu – tey yngru eigur hann við Mariu prinsessu.

Nikolai prinsur sigur við Ekstra Blaðið, at tað ikki er longri enn ein vika síðani, at hann varð kunnaður um, at prinsaheitið fellur burtur á nýggjárinum.

Tað rakar enn harðari nú, tá tað er alment frammi, sigur hann.

Kongshúsið almannakunngjørdi tíðindini um, at tey fýra børnini hjá Joakim frá á nýggjárinum ikki longur kunnu kalla seg prinsar og prinsessur.

Samskiftisstjórin í kongshúsinum, Lene Balleby, upplýsti sama dag fyri BT, at Joakim prinsur hevur kent til avgerðina um at taka heitini frá teimum síðani fyrst í mai mánaði.

Men fyrr í dag segði Joakim prinsur við BT, at kongshúsið hevur framskundað avgerðina.

– Tann 5. mai varð ein ætlan løgd fram fyri meg. At allur hesin tankin um at børnini hjá mær skuldu missa sín samleikan skuldi verða, tá tey hvør sær fylla 25 ár. Athena fyllir 11 í januar. Og so fekk eg fimm daga ávaring, tá avgerðin varð framskundað, segði hann.

/ritzau/