Inzaghi basti Liverpool

Inzaghi skoraði bæði málini, tá Milan í gjárkvøldið fekk hevnd fyri finalutapið í Istanbul í fyrraárið

Fótbóltur

 

Í sínum 86. europiska dysti sendi lítli Filippo Inzaghi leðurkúluna í netið fyri ávikavist 50.og 51. ferð. Kanska var fyrra málið av hepnara slagnum, tá hann avrættaði fríspark frá Andrea Pirlo. Men fá av málinum hava vakt eins stóra gleði, sum tey bæði, ið hann fekk í Athen í gjárkvøldið.

Umframt at seinna málið var mál nummar 500 hjá Milan í europiskum høpi, so broytti hetta talvuna á leikvøllinum til 2-0, og við bara knøppum 10 minuttum eftir visti Milan tá, at steypið við stóru oyrunum nú aftur var teirra.

 

Talan var ikki um eina av teimum finalunum, sum verða prentaðar í tilvitskuna við minnum um dramatikk ella gott spæl. Heldur var talan um ein heldur linligan dyst, har Milan fyrstu longu løtuna hevði sera ilt við at koma í tær snúningar, sum liðið áður hevur víst.

Fyrra umfarið vóru skeivu sendingarnar nógvar, og fleiri ferðir var um reppið, at heilt stórir møguleikar til Liverpool spurdust burturúr. Tann heilt stóri og kanska avgerandi møguleikin kom tó ikki, og liðini høvdu so smátt sett seg til sættis við einum málleysum fyrra hálvleiki, tá Liverpool fekk sum vátan vøtt.

Pirlo skeyt fríspark úr góðari støðu, men Reyna tóktist hava fult tamarhald á støðuni. Inzaghi var tó runnin við fram í skotið, og tá bólturin bar við hann, var Reyna púrasta seldur.

Málið gav Milan neyðuga sjálvsálitið til seinna hálvleik, har teir fyri tað nógva vóru betra liðið. Liverpool hevði tó ein risa-møguleika, tá Gerrard stríddi seg inn um verjuna, men uttan neyðugu javnvágina gjørdist talan um eitt bleytt skot, sum Dida bjargaði.

Og so kundi Inzaghi ístaðin avgera, tá Kaka skotfintaði Liverpool-verjuna, áðrenn hann stakk inn um til púra leysan Inzaghi.

 

Eingin endurtøka

Vónin hjá Liverpool um enn eitt ótrúligt come-back fekk lív seinastu minuttirnar. Kuyt stútaði bóltin í netið stutt fyri leiklok, og so hevði Liverpool ein minutt umframt teir tríggjar, sum dómarin legði afturat.

Tankarnir leitaðu kanska aftur til Istanbul, har teir reyð bert nýttu sjey minuttir til trý mál, men ein endurtøka í so máta gjørdist ongan tíð aktuell. Milan helt høvdið púrasta kalt seinastu løtuna, og so var leyst og liðugt. Sjeynda steypið í meistarakappingini var komið til høldar, og við hesum helt Milan fast um heitið sum næst mest vinnandi felag í kappingini.