Fýra tingmenn forsømdu einki

- Sambært tingskipanini hava allir tinglimir skyldu at møta upp, og hetta skuldi verið tikið í størri álvara, heldur Vilhelm Johannesen, sum saman við trimum øðrum tingmonnum ikki hevur forsømt ein einasta tingfund síðani valið

Eftir eina gjøgnumgongd í gerðabókini hjá Føroya Løgtingi vórðu fýra nøvn, sum skaraðu framúr, tá uppmøtingin í tinginum varð kannað. Heðin Zachariasen, Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen og Olav Enomoto hava møtt upp til samfullar 39 tingfundir, síðani tingmanningin 3. februar 2004 á fyrsta sinni savnaðist eftir valið 20. januar, og sostatt hava hesir fýra verið raskastir at møta upp við 0% í fráveru.

Ov vánalig uppmøting
Vilhelm Johannesen er royndasti tingmaðurin av hesum fýra. Hann hevur sitið á tingi síðani 1988, og javnaðarmaðurin sigur, at hann altíð hevur raðfest uppmøtingina høgt, tá tingið savnast.
- Sambært tingskipanini hava allir tinglimir skyldu at møta upp, og hetta skuldi verið tikið í størri álvara, heldur Vilhelm Johannesen fyri. Hann sigur, at onnur viðurskifti sjálvsagt kunnu elva til, at ikki ber til møta upp hvørjaferð, men tá er skyldan at boða frá.
- Tað kunnu vera so nógvar orsøkir til, at tingmenn verða darvaðir, men sum heild kundi uppmøtingin eftir mínum tykki verið nógv betri, heldur Vilhelm Johannesen. Hann metir tað ikki vera neyðugt við greiðari uppmøtingarreglum fyri tingfólk, tí tingskipanin slær fast, at ein og hvør tingmaður hevur skyldu at møta upp.
- Sostatt tykist mær sum ov lítil virðing er fyri ásetingunum um uppmøting, sigur royndi tingmaðurin úr Javnaðarflokkinum.

Betri umstøður
Vilhelm Johannesen minnist ikki, um hann áður hevur megnað at møta upp til allar tingfundir í eini tingsetu, hóast talan hesaferð ikki er um eina heila tingsetu. Men Vilhelm hevur ongantíð fyrr havt so góðar umstøður at møta upp í tinginum, av tí at hann í 2002 gavst á posthúsinum í Klaksvík.
- Sæð í ljósinum av, at eg bert havi tingarbeiðið at hugsa um, havi eg betri møguleikar enn aðrir, og hetta kann sjálvsagt vera ein orsøk til úrslitið, heldur Vilhelm fyri. Hann er royndasti tingmaðurin av teimum fýra, sum ikki hava mist nakran tingfund síðani 3. februar, og hann ætlar at halda fram.
Sum áður nevnt eru hinir tríggir tingmenninir uttan fráveru Olav Enomoto úr Sambandsflokkinum og Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, meðan Heðin Zacariasen úr Fólkaflokkinum hevur avrikað tað sama. Sambært Vilhelm Johannesen er ikki óvanligt, at ungir tingmenn møta væl upp fyrstu tíðina, sum støðan er við Heðin og Olav.
- Nýggir kustar feigað væl, og hatta er eitt afturvendandi mynstur, sigur Vilhelm flennandi, sum tó sjálvur ikki helmar hóast høga aldurin og mongu árini í tinginum.