Berti átti ongan góðan

Skotsku tíðindafólkini vóru sera ágangandi við týska venjaran hjá Skotlandi, sum ásannaði at hansara menn høvdu verið hepnir og framvegis segði seg vóna, at hansara lið hevði møguleika at sleppa við í EM endaspælið

FØROYAR-SKOTLAND

Hann man vera ein tann kendasti, sum nakrantíð hevur verið á Svangaskarði, og hann man vera ein tann einsamallasti, sum nakrantíð hevur verið har.
Tað er Berti Vogts, sum tað snýr seg um. Vesturtýskur HM og EM vinnari sum spælari, EM vinnari sum venjari og hjálparvenjari hjá sjálvum Franz Bäckenbauer, tá Týskaland seinast gjørdist heimsmeistari.
Týsku tíðindamenninir á Svangaskarði lótu einki serligt at. Søgdu at Berti Vogts ikki hevur fólkatekki og hevur vánaligt samband við heimligu pressuna. Skotsku tíðindamenninir á Svangaskarði vóru eirindarleysir. Tað var týðuligt, at teir mettu seg sjálvur sum samstarvsfelagar, og at teir høvdu ein, sum teir vóru felags um at jagstra. Tað var Berti Vogst.
? Eg eri harmur um avrikið hjá mínum monnum í dag. Teir spældu bara fótbólt í 45 minuttir, og tað vóru teir síðstu 45 minuttirnir. Í 1. hálvleiki gjørdu teir einki, púrt einki. Teir vóru aftanfyri 2?0, og munurin kundi havt verið uppaftur størri.
Hví gjørdu teir einki?
? Eg veit tað ikki. Tað var ikki tað, sum eg hevði biðið teir um, og tað var ræðuligt. Í steðginum segði eg við teir, at tað framvegis var nóg nógv tíð til at venda gongdini og at vinna dystin. Í 2. hálvleiki høvdu vit nógv meiri spæl enn mótstøðumenninir, og vit kundu havt vunnið dystin. Føroyingarnir gjørdu nógv mistøk, men tíverri vóru vit ikki nóg góðir til at sekta mistøkini.
Men teir høvdu stórar møguleikar at fáa fleiri mál?
? Soleiðis verður tað altíð, tá tú spennir álopsbogan.
Tá tað leið ímóti endanum, og støðan framvegis var 2?1 til Føroyar. Roknaði tú tá við, at tú fórt at missa sessin?
? Men dysturin endaði 2?2. So hatta er ein óveruligur spurningur.
Metir tú framvegis at tað er møguleiki fyri at røkka EM endaspælið?
? Tað er almikið av arbeiði, sum vit skulu útinna. Eftir dystin í Íslandi 10. oktober verða vit væl klókari, enn vit eru nú. Men skulu vit vinna nakran dyst, so mugu spælararnir arbeiða allar 90 minuttirnar og ikki bara helvtina av tíðini, segði illa sperdi Berti Vogts.
Týsku pressuumboðini vildu hava venjaran hjá skotum at svara spurningum á týskum. Men tað var ikki talingur um. Berti Vogst smoygdi sær av einum tí best vitjaða tíðindafundinum nakrantíð á Svangaskarði. Í flogfarinum aftur til Glasgow mundi hann fáa frið, men tá skotska ferðalagið kom í lufthavnina har niðri, var friðurin úti.