sum hevur nógvar royndir á hesum øki. Jørgen Lauritsen er útbúgvin sum organistur fra Kongaliga Musikkkonservatorinum í Keypmannahavn, síðani er hann útbúgvin sum rútmiskur pianistur og komponistur fra [...] Hetta áhugavera tiltakið millum Føroya Symfoniorkestur og Frændur, sum fyri fyrstu ferð verður roynt her í landinum, verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 30. oktober klokkan 20.00 og sunnudagin 31. oktober
Fríggjakvøld er hon á kristiligum vikuskiftisfundi í Gøtu, Runavík ella Fuglafirði. Hesir ungdómsfundir eru bæði drúgvir og sera stuttligir. Tá fundur er lokin, verður prátað og fjasað eitt sindur. Ofta er náttin [...] lýsingarfólk. Smædnið fánað Hóast toftagentan sigur seg vera eysturoying út í odd og egg, er hetta seinnu ferð, hon er í Suðurstreymoy í starvsvenjing. Fyrru ferð, í fjør, var hon í klædnahandlinum Klivanum [...] m ella í útvarpinum, men har slapp hon ikki framat. Tí valdi hon at koma á Sosialin, her pápin, Jóannes Hansen, er ítróttarskrivari. ? Eg havi áhuga í fjølmiðlaarbeiði, men noyðist at viðganga, at eg haldi
landinum tann dag í dag. Frændur er bæði spontanitetur og gjøgnumtonktur musikalitetur. Frændur er markleysur fosturlandskærleiki og tuktandi fremstifingur. Frændur er eitt blað í føroysku tónleikasøguni [...] og prædikan um at ?hóast rákið er til høgru, eru hjørtini til vinstru? var fylgd upp av eini røð av kærleikssangum, har Afrodite eisini slapp upp í part. Síðani 1984 er tað blivið til fimm Frændafløgur [...] ri verða í dag og í morgin. Størsta konsertin nakrantíð Síðani 1992 er eingin verulig nýggj útgáva komin við Frændum, hóast nógv er útkomið frá limunum í bólkinum. Í 1997 gav Eyðun Nolsøe sína fyrstu solofløgu
fyri framman. Lærdu skriftmál Fyrsta reglugerðin fyri Føroya Fólkaháskúla er frá 1910. Grein 2 er soljóðandi: »Endamál skúlans er: 1) at vekja ans fyri andligari og kropsligari menning hjá Føroya ungdómi [...] frættist tað skjótt um hesa sermerktu skúlaskipan. Fyrsti føroyski háskúlanæmingurin, vitandi er um, er Ellen Elisabeth Catrine Jacobsen (deyð 1904). Heilt ung fór hon til Danmarkar at tæna og læra húsarhald [...] Hvørki í Føroyum ella í Danmørk er fólkaháskúli fornsøguligt hugtak. Í Danmørk tók hugsjónin seg upp í 1848, tá ið danir fóru frá einaveldi til fólkastýri. Hugsjónarmaðurin aftan fyri háskúlarørsluna í
burturav, og tað er í grundini ta samansetingina vit skulu finna fram til. Tað er fyrr økt um arbeiðsuppgávurnar hjá starvsbólkum uttan at játtanin av sær sjálvum er økt. Men um støðan er tann, at øll fól [...] løn. Trupulleikin er bara, at tað er ikki uppgávan hjá fíggjarmálastýrinum at býta játtanin, tí tað eigur Undirvísingar- og Mentamálastýrið at gera, sigur Karsten Hansen. Men hvussu er so hesin parturin [...] sær at ivast í, um tað er so einfalt, sum nevndin í Føroya Lærarafelag roynir at gera tað til. - Tað skal vera løgið um tað bara er økt um arbeiðsuppgávurnar hjá lærarunum. Okkurt er uttan iva tikið burturav
má enda galið, sigur Virgar Djurhuus, sum er sera vónbrotin av spælarunum á TB-liðnum. - Eg haldi ikki, at tær vístu tann rætta hugburðin til spælið, og tað er ótrúliga keðiligt. Tær vóru seinar og sløvar [...] aftur av gólvinum, sigur Virgar Djurhuus. Mariann og Súsanna koyrdu á Fleyr Tá móttøkuspælið riggar, so er munandi lættari hjá hevaranum at arbeiða, og av tí at móttøkurnar hjá Fleyr koyrdu sum tær koyrdu, [...] spæla væl hjá Fleyr. Hann vísir á Sússanu McBirnie, sum á miðjuni vann næstan alt hon nært við. - Hon er roynd, og tað sæst aftur, sigur Virgar Djurhuus. Tordu ikki at taka ábyrgd Hjá TB var orsøkin tann
Síðani mælti hann okkum til at hyggja at úrslitunum. ? Her er áhugavert, at t.d. Javnaðarflokkurin nú ætlar sær at geva reiðarunum pengar, sum er í ósamsvari við aðalmál floksins. Tjóðveldisflokkurin heldur [...] økinum, og Fólkaflokkurin er knappliga fyri almenni stuðli, hóast hann ideologiskt er ímóti slíkum, segði John Mortensen. Almenna umsitingina, sum vit vanliga halda vera ópolitiska, er eftir tykki samfelag [...] spurningum um politikk. Politikkin skilgreinaði hann við tveimum orðum; ásetingar og býti. Áseting er rætturin at seta dagsskránna, og avgera, hvørji virði eru politisk. Býti, var sambært John virðisbýti
kapitlið til at sannføra samkomuna um at ein uppreisn er fyri tey sum eru deyð í trúnni á Kristusi. Hann, ið lesur 1. Kor. 15 er ikki í iva um at tað er akkurát tað Paulus roynir at gera greitt. Men í vers [...] kristna trúgv, meðan tey livdu, og tí eru glatað. Her er tað ikki Guds náði sum frelsar vegna trúgv, men vegna hokus-pokus, sum verður framt av øðrum. Nú er so nógv tosað um at vera trúgvur móti Bíbliuni [...] stórur vandin er, um vit gloyma, at Bíblian er ein heild. Nú eru fleiri samkomur, sum halda, at kvinnur ikki kunnu vera prestar, ella at tær ikki mugu tala í samkomuni, ella í hvussu so er, ikki læra í
ga um tilfarið, nú hetta er nakað nýtt, sum tingið ikki hevur viðgjørt áður. Sosialurin skilur, at spurningurin um eitt alment oljufelag er eisini tikin við í tilfarið. Her er bæði møguleiki at stovna [...] við í útbjóðingini er eitt úrval, sum er so mikið stórt, at allir seriøsir partar skuldu havt møguleika at fingið okkurt. Teir flestu teigarnir eru í fyrrverandi Hvítsonuni. Nakað er inni á landgrunninum [...] Modelloyvið, sum verður gjørt til eina slíka útbjóðing, er eisini klárt. Í tilfarinum er so eisini skattaparturin. Boð verða uppá alt, sum tørvur er á at leggja fram í sambandi við eina útbjóðing. Eftir
við í leitingini her. Rolf Magne Larsen sigur, at data teirra vísa, at økið er áhugavert og serstakliga er talan um landssyningshornið, nærhendis bretsku oljufeltini. Treytirnar eftir Nú er so alt upp til [...] føroyskt oljufelag. Tað fer í hvussu er ikki at vaksa um matarlistin hjá oljufeløgunum. Statoilstjórin heldur eisini, at nú føroyska samfelagið er so lítið, so er eisini umráðandi at brúka avmarkaðu kreftirnar [...] blíva eitt ár seinni. Hann er so mikið bjartskygdur um møguleikan at finna olju her, at hann metir, at tað skulu kanska ?bert? borast eini fýra brunnar fyri at kunna finna olju her. Umroknað í % merkir tað