Ung Framtíð

Ungdómsráðstevnan um ung, samfelag og politikk, sum varð hildin í Havn, byrjaði við John Mortensen, samfelagsfrøðingi, sum hugleiddi um, hvat politikkur er

Í vikuskiftinum skipaði Føroya Ungdómsráð í samstarvi við Unga Tjóðveldið og Ungmannafelagið Samband fyri ráðstevnu um Framtíð Føroya. Eini 130 ungfólk høvdu meldað til, men luttakaratalið varð eitt sindur lægri tá avtornaði.

Ráðstevnan var sera umfevnandi, spennandi og siðilig, hóast hon ikki var spøk og keðilig. Fríggjakvøldið helt samfelagsfrøðingurin, John Mortensen, fyrilestur um føroyskan polititikk. Ágangandi heitið á fyrilestrinum var, »hvat vendir upp og hvat vendir niður í føroyskum politikki«. Erligi John Mortensen, segði seg vera »sera passivan javnaðarmann«, áðrenn hann legði til brots til tess at royna at svara grundleggjandi spurningum um politikk.

Politikkin skilgreinaði hann við tveimum orðum; ásetingar og býti. Áseting er rætturin at seta dagsskránna, og avgera, hvørji virði eru politisk. Býti, var sambært John virðisbýti millum einstaklingar og bólkar við mótstandandi krøvum. Leiklutirnir í politiska spælinum í Føroyum vóru sambært John hesir:


Fólkatingið og danska stjórnin.

Løgtingið og landsstýri

Kapitalurin

Áhugfeløg

Umsiting


Ideologiskt ósamsvar

Beinleiðis politisku andlitini í hesum leiklutunum helt hann vera áhugaverd, nú vit tosa um, at politikarar umboða fólki.

? Tað eru eitt ella tvey arbeiðsfólk á tingi. Hini eru fólk, ið eru okkurt serligt. Fleiri lærarar, onkrir reiðarar, og fleiri skiparar, sum reint fakliga bert umboða lítlan part av føroyingunum, segði John Mortensen. Her kundu vit lagt afturat, at onkuntíð eru tríggir læknar á tingi!

Samfelagsfrøðingurin metti eisini um hugtakið, politiskir flokkar. Hann mælti til, at fólk lesa stevnuskráðirnar til tess at kunna seg um ætlanir flokkanna, og hvat teir vilja hava okkum at halda, at teir vilja. Síðani mælti hann okkum til at hyggja at úrslitunum.

? Her er áhugavert, at t.d. Javnaðarflokkurin nú ætlar sær at geva reiðarunum pengar, sum er í ósamsvari við aðalmál floksins. Tjóðveldisflokkurin heldur aftur á sosiala økinum, og Fólkaflokkurin er knappliga fyri almenni stuðli, hóast hann ideologiskt er ímóti slíkum, segði John Mortensen.

Almenna umsitingina, sum vit vanliga halda vera ópolitiska, er eftir tykki samfelagsfrøðingsins neyvan so óluksáliga ópolitisk.

? Umsitingin roynir at fáa politiskar avgerðir at rigga í tí skipanini, sum hon brúkar, segði hann.


Fólkaræði og tjóð

Í sambandi við við fólkaræði, sum vit siga okkum hava í Føroyum, og sum liggur sum grundarsteinur undir politiska leikpallinum, segði John Mortensen, at fólkaræði er bundið at hugtakinum, tjóð. Hann kom ikki nærri hesari staðfesting. Tíbetur varð evnið tikið upp aftur, tá Sjúrður Skaale helt sera spennandi fyrilestur leygardagin.

Í blaðnum í morgin fara vit at siga frá hesum spennandi fyrilestri og tí góða pallborðsorðaskifti, sum var leygarmorgunin. Eisini verður niðurstøðan, sum varð grundað á bólkakjak aftan á pallborð og fyrilestrar, prentað í morgin.