Sunnukvøldið brast fyri nev ...

Karsten Hansen er ovurfegin um, at tað eydnaðist at fáa semju í lag við Føroya Lærarafelag, soleiðis at tað slapst undan verkfalli. Nú er bert ein sáttmáli eftir at gera hjá Lønardeildini, og tað er sáttmálin við yngru læknarnar

Sveinur Tróndarson


?One down, and one to go?, kundi Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, passandi havt tikið til, sunnukvøldið.

beint móti øllum tí, sum fólk flest væntaðu, eftir tíðindini sum bórust leygardagin, so eydnaðist kortini at forða fyri einum verkfalli, so at siga á málstrikuni. Sum vera mann er Karsten Hansen bæði fróur og glaður um at tað enn einaferð eydnaðist at forða fyri einum verkfalli, men kortini er hann ikki so bilsin um at tað eydnaðist.

Við Sosialin sigur Karsten Hansen, at hjá teimum var tað allatíðina arbeitt við tí fyri eygað, at fáa eina semju, og at tað eisini var hansara fatan, at Føroya Lærarafelag gjørdi tað sama.

Kortini var tað um reppið at partarnir mistu semjuna á gólvið, tá teir út á fríggjakvøldið skiltust í ósemju. Kegl um skendsk orð ella ikki góvu ábendingar um, at her var íkomin knútur, sum var torførur at loysa.

Men, út á leygarkvøldið loysnaði aftur. Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum arbeiddi allan leygardagin við málinum, og út á leygarkvøldið sendi deildin Lærarafelagnum eitt nýtt uppskot til semju, og hesaferð gekk betri.

Partarnir settust við samráðingarborðið sunnudagin, og tá klokkan var farin um tíggju sunnukvøldið var semjan komin undir land, og nýggjur sáttmáli undirskrivaður.


Ikki okkara borð

Hóast nýggi sáttmálan mann vera ein av teimum styttstu, sum Fíggjarmálastýrið hevur gjørt yvirhøvur, so er Karsten Hansen fegin um sáttmálan, tí hann heldur seg innanfyri karmin, sum Stýrið hevur fyri lønarhækkingar.

- Lærarafelagið helt tað ikki vera rætt, at tey skuldu fara út við krøvum um hægri lønarhækking enn hini alment settu, og tí góðtóku tey tann partin nokkso skjótt. Í lønarpartinum er eisini nakað um eftirløn og trygging, sum alt í alt heldur seg til karmin, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Men hvør var so orsøkin til tann gordiska knútin, sum mundi forkomið eini semju?

- Trupulleikin er, at vit fólkaskúlalógin er broytt, og Føroya Lærarafelag heldur, at størri krøv og meiri arbeiði verður álagt teimum uttan at tað sæst aftur í størri játtan, fleiri størvum og hægri løn. Trupulleikin er bara, at tað er ikki uppgávan hjá fíggjarmálastýrinum at býta játtanin, tí tað eigur Undirvísingar- og Mentamálastýrið at gera, sigur Karsten Hansen.

Men hvussu er so hesin parturin loystur?

- Hann er loystur á tann hátt, at partarnir hava gjørt av, saman við Undirvísingar- og Mentamálastýrinum at greina hvat liggur í nýggju fólkakúlalóginis, sigur Karsten Hansen.


Signar ávaraði

Fyri onkran kann tað kanska tykjast løgið, at Lærarafelagið á ein hátt blandar tvey ting saman, tá farið verður til samráðingar, men fíggjarmálaráðharrin heldur tað ikki verða so løgið kortini

- Tað er ein spurningur um pengar, sum á ein ella annan hátt rakar lærararnar. Skal øll fólkaskúlalógin fyllast út í einum, so kostar tað eftir øllum at døma pengar, men so er tað nakað sum avgerð skal takast um hjá tí politiska myndugleikanum. men tað, sum vit skulu minnast til er, at tað er ikki henda samgongan, sum hevur samtykt fólkaskúlalógina, sigur Karsten.

Hann vísir á, at tá fólkaskúlalógin var til viðgerar í tinginum á sinni ávaraði Signar á Brúnni, sum tá var meinigur tingmaður, samgonguna um at broytingarnar fóru at kosta hópin av peningi. Hetta hildu samgongutingmenn einki um, men nú vísir tað seg, at Signar hevði rætt.

Men hevur Signar so ikki forsømt sína uppgávu sum landsstýrismaður, tá hann ikki hevur økt um játtanina til fólkaskúlan?

- Tað ber so illa til at siga, tí Signar hevur ein karm at arbeiða eftir. Hann skal eisini áseta hvussu nógv aðrir partar av málsøki hansara skulu hava, og tí verður játtanin tað, sum hon er blivin til. Men eg dugi væl at síggja, at skal øll fólkaskúlalógin uppfyllast beinanveg, ja so kostar tað pening, sigur fíggjarmálaráðharrin, sum heldur, at tað má tingið taka støðu til.

Og er støðan at øll lógin skal fyllast út, so skal játtanin til fólkaskúlan hækkast tí so ksulu fleiri lærarar setast í starv.


Ikki bara fylt í

Tað er m. a. hetta, sum partarnir hava sett sær fyri at kanna áðrenn 1. mars næsta ár, tá hesin sáttmálin gongur út.

Kortini loyvir fíggjarmálaráðharrin sær at ivast í, um tað er so einfalt, sum nevndin í Føroya Lærarafelag roynir at gera tað til.

- Tað skal vera løgið um tað bara er økt um arbeiðsuppgávurnar hjá lærarunum. Okkurt er uttan iva tikið burturav, og tað er í grundini ta samansetingina vit skulu finna fram til. Tað er fyrr økt um arbeiðsuppgávurnar hjá starvsbólkum uttan at játtanin av sær sjálvum er økt. Men um støðan er tann, at øll fólkaskúlalógin skal útfyllast í einum, so skilji eg væl støðuna hjá teimu, sigur hann.

Nú sáttmálin við lærararnar er undirskrivaður er bara tann eini starvsbólkurin, sum ongan sáttmála hevur fingið.Tað eru teir yngru læknarnir, og tá partarnir skiltust seinast var einki sum bendi á, at læknarnir vildu góðtaka eina lønarhækkan upp á 6,5 prosent.

Karsten Hansen sigur, at nú lærararnir eisini hava góðtikið 6,5 prosent verður uppaftur verri hjá læknunum at fáa meiri í lønarposan og hann ræður teimum beinleiðis til at taka av.

- Lønin hjá teimum er ikki beinleiðis lág frammanundan, og eg haldi, at tað er frægari at fáa 6,5 prosent av nógvum hundrað túsund, heldur enn at fáa tað av góðum 200 túsund, og tí haldi eg, at teir eisini eiga at vera rímuligir, sigur Karsten Hansen at enda.