uppliva ta vøkru náttúruna. Smyril Line hevur valt at royna siglingina til Skottlands í eitt ár fyri at vita, hvussu hetta fer at rigga, og Jákup Sverri sigur, at sølan hevur gingið heilt væl higartil. [...] Í ár hevur Smyril Line tó valt at broyta hetta. Teir hava lagt ein túr til Skottlands inn í summarsiglingina hjá Norrønu, so nú hava føroyingar aftur møguleika at sigla til Skottlands. Hvønn mánadag í [...] teir hava gjørt nógv burtur úr at lýsa henda møguleikan bæði í Føroyum og í Bretlandi. Smyril Line hevur eisini avtalur við frítíðardeplar í Skottlandi. - Ja, vit hava gjørt nógv fyri at lýsa hetta væl.
seinastuni hevur bretska løgreglan hjálpt portugisisku myndugleikunum við málinum, og millum annað hava bretar lurtað eftir telefonsamrøðum hjá fólki, sum hava verið undir illgruna. Í hesum sambandi hevur løgreglan [...] blaðið. Løgregluovastin Olegario Sousa, sum hevur staðið fyri leitingingini eftir teirri horvnu gentuni, líka síðani hon hvarv, váttar fyri blaðnum, at løgreglan hevur stóran áhuga fyri Marokko.
í 14 ár, so hann hevur bert verið trý ára gamal, tá hann flutti úr Føroyum. Oddmar hevur sjálvandi leikt fótbólt í Skotlandi, við einum lokalum felag, sum nevnist Keith FC. Hann hevur leikt í yngru deildunum [...] eingin ivi. Tað var B36, um teir altso vildu geva mær møguleikan, segði Oddmar Færø.. Møguleikan hevur Oddmar nú eisini fingið, so fyribils gleðir hann seg bara til at sleppa at spæla við barndómsfelagnum
? Vit vóna, at áhugin fyri hesum tiltaki verður stórur, sigur Heini Mohr, sum hevur verið formaður í Klaksvíkar Dansifelag seinastu 11 árini Nú skipað verður fyri Føroya Sjómannadegi í Klaksvík í vikuskftinum [...] vikuskftinum, vil Klaksvíkar Dansifelag eisini verða við til at fjølga um skránna. Føroyskur dansur hevur ikki verið á skránni á sjómannadegnum áður. Formaðurin í Klaksvíkar Dansifelag, Heini Mohr, sigur, [...] uppaftur tikin ? og dansað verður, so leingi fólk hava orku og hug til tess. Klaksvíkar Dansifelag hevur 200 limir og dansað verður regluliga hvørt sunnukvøld í dansitíðini. Eisini skipar felagið fyri føroyskum
javnt alment lønarlag". Vit átala samstundis harðliga, at sitandi samgonga hevur longt verandi sáttmála í 5 mánaðar og harvið hevur forðað maskinmeistarunum, sum starvast hjá SEV, at fáa somu løn, sum aðrir [...] Føroya Pedagogfelag Undirritaða fakfelag mótmælir harðliga, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur noktað at góðtikið eina semju, sum Maskinmeistarafelagið og Elfelagið SEV hava gjørt eftir uppskoti [...] um. Tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin vrakar eitt av pørtunum góðtikið semingsuppskot, sum hevur til endamáls at javna lønina hjá maskinmeistarum, sum starvast hjá SEV, við aðrar maskinmeist-arar
dag. Umframt at hava sýnt nógv fram her í Føroyum, hevur hann havt nógvar listaframsýningar ymsastaðni Danmark, Finnlandi, Týsklandi og Íslandi, og hevur hann verið sera væl umtóktur. Hanni Bjartalíð er [...] Hanna Bjartalíð, eru hansara myndarøðir, har fleiri smáar myndir siga eina søgu. Hanni Bjartalíð hevur ígjøgnum árini ment sín egna stíl innan føroyska myndlist, og tað er altíð spennandi at síggja, hvat [...] er í dag búsitandi í Lahti, í Finnlandi, har hann hevur nógvar listaframsýningar. Fernisering verður fríggjadagin 08.07.2005 kl.16.00, og sýningin verður hangandi allan juli mánaða. Framsýningin er opin
Føroya Studentaskúla í hálvtannað ár og hálvt ár á Skt. Knuds Gymnasium í Odense. Síðan á heysti 1982 hevur hann arbeitt á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, har hann er lektari í alisfrøði. Í 1986 [...] gjørdist hann, sum 31 ára gamal, leiðari á Náttúruvísindadeildini, og tað er hann enn. Í fleiri umførum hevur hann verið vararektari á Fróðskaparsetrinum. Hans Pauli verður av sínum starvsfeløgum mettur sum ein [...] ein hollur vísindamaður, og samstundis er hann sera sosialur og umgongiligur. Í gransking hevur hann arbeitt við havfrøði, veðurfrøði, vindorku og seinnu árini mest við kanningum av geislavirknari dálking
Nýmálað Hotel Tórshavn hevur sum kunnugt fingið nýggjan eigara, og gamla sjómansheimið hevur nú eisini fingið "nýggjan" lit. Og tó; liturin ikki so nýggjur kortini, tí sjómansheimið hevur áður verið reytt. [...] um hetta arbeiði, og alt gekk væl. Uni sigur, at teir hava sett stillads um allan bygningin, og tí hevur sjálvt málaraarbeiðið gingið bæði skjótt og væl í hond. - Á henda hátt er ikki neyðugt at flyta stilladsið
skrivað til ein professara í okkara móðumáli - hann býr í Kirkjubø -. Ikki hevur hann nevnt eitt orð um mín málburð, men hevur minst einaferð ringt til mín fyri at tosa um innihaldið í brævinum. [...] hevði í bløðunum, spottar hann løgtingsformannin fyri hansara málburð í einari viðmerking, sum hann hevur havt í bløðunum. Tað má Árni sjálvandi hava lov til. Eg haldi bara, at tað er dekan og langt úti, [...] fimmtiárinum. At vit ikki eru perfektir í føroyskum máli, sum málfrøðingurin Árni Dahl, ið kanska hevur studerað málið mesta av lívi sínum, er keðuligt fyri okkum, sum bert hava nevndu 7 ára lærdóm í føroyskum
nevnt, hevur nú 20 ár á baki og er so líðandi vorðið eitt skipað og virt felag í føroyskum kappróðri. Felagið hevur vunnið hópin av FM-heitum, serliga við kvinnumanningini á Jarnbardi, sum hevur skarað [...] ar upp í flotan. Annað skil á Jannie Dam Jacobsen, forkvinna í felagnum sigur, at øll hesi árini hevur felagið húsast í einum gomlum og ótíðarhóskandi neysti við Lágukei. - Men nú skal fáast annað skil