Klaksvík fær skýli fyri góðar sjey miljónir

- Í fyrsta umfari verður ikki møguligt at sita undir taki á eystaru síðu, men vónandi fáa vit sett pening av til hendan partin komandi ár, sigur Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini.

 

 

Í góðveðrinum í dag varð reisigildi hildið á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, har Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu og Tummas Lervig, formaður í KÍ, søgdu nøkur orð. Síðan varð bjóðað til døgurða á loftinum í KÍ-høllini.

 

Í røðunum nýttu bæði Jóhanna og Tummas høvið at rósa býráðnum, ið hevur hildið fram at gera íløgur í víðari menning av leikvøllinum við Djúpumýru, umframt at tey róstu arbeiðsfólkunum, sum royna at fáa skýlið klárt at taka í nýtslu hin 15. juli.

 

Tá skal KÍ nevniliga spæla sín fyrsta heimadyst á Djúpumýru í evropiskum samanhangi.

 

Jóhanna Christiansen fegnast um, at tað hevur gingið so mikið væl og skjótt við hesum partinum av skýlinum. Avtalan við Norðhús varð undirskrivað hin 11. mars og fevnir um heili 600 sitipláss á eystaru síðu við fótbóltsvøllin.

 

- Í fyrsta umfari verður ikki møguligt at sita undir taki á eystaru síðu, men vónandi fáa vit sett pening av til hendan partin komandi ár, segði Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, og tað er heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu sum endurgevur.

 

Verkætlanin í Klaksvík kostar stívliga sjey miljónir krónur, harav ÍSF hevur stuðlað við tveimum miljónum krónum, umframt at FSF hevur víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnulandsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, nú leikvøllurin fær UEFA góðkenning.

 

##med2##

 

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.