Tíðindaskriv: Hóast sín unga aldur (29 ár), hevur Christopher verið virkin í donsku tónleikavinnuni í mong ár. Hansara fyrsta staklag varð givið út í 2011, og í 2013 fekk hann longu sítt fyrsta hitt, tá lagið “CPH Girls” rakk tindarnar í Danmark. Síðani hevur hann verið javnur gestur á skandinavisku hittlistunum, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir fyri síni tónlistarligu avrik.
Christopher framleiðir nútímans popptónleik, sum kanska er serliga væl umtóktur millum yngri áhoyrarar. Hann hevur latið úr hondum 5 útgávur, har av tann nýggjasta, “My Blood”, kom út í mars í ár, og av hesi útgávu tykist lagið “Fall so hard” standa seg sera væl, við omanfyri 6 milliónum stroymingum á Spotify. Sostatt er tað ein háaktuellur Christopher, sum kann upplivast á Okkara Voxbotn leygarkvøldið 21. august.
Christopher fer á pallin saman við The Antonelli Orchestra, sum vit kenna úr donskum sjónvarpssendingum sum “Vild med dans” og “Toppen af poppen”. Frammanundan er longu greitt, at Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Hanne Boel, Sam Feldt, Signar og John, Swangah og Sanne Salomonsen fara at framføra á konsertdøgunum.
Nú er at gera skjótt av
Atgongumerkini ganga sum heitt breyð, so tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal uppliva glóðheita Christopher á Okkara Voxbotn 20/21.